Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menningarkvotur: Øll vistu at víkjast mátti frá almennu treytunum??

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.01.2019 - 21:03 Politikkur Tíðindi Vinna

Meðan sandingar fáa frátiknar menningarkvotu fyri at landa í Fuglafirð hevur Fiskimálaráðið givið Vágamonnum "undantaksloyvi" at landa menningarkvotu í Fuglafirði.

Tann 14. Mai 2018
kunngerð fiskimálaráðið (LES HER) at nú er klárt at søkja menningarkvotu og at freistin at søkja er mánadagin 28. mai 2018 kl. 12. 
 
Tann 8. juni 2018
setti landsstýrismaðurin eina metingarnevnd at viðgera og gera tilmæli um at játta menningarkvotu, sambært § 7 í kunngerðini.


Tann 17. juli 2018
lat nevndin landsstýrismanninum tilmæli. Nevndin mælir til, at av teimum í alt 40 umsóknunum fáa 9 tillutað menningarkvotu.
 
Tann 4. August í 2018
játtaði landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum tær nógv umtalaðu menningarkvoturnar til útvaldar aktørar eftir tilmæli frá eini metingarnevnd, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevði valt.
 
Tann 8. November í 2018
Skrivar Norðlýsið m.a. at aktørar sum hava fingið svartkjaft tillutaði í menningarkvotu, fiska við undirskotið og ruðuleiki valdar kring landið. (LES HER)
Í greinini er eisini ein samrøðu við Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, har hann váttar at trupuleikar eru:
….at teir saman við Vørn fylgja gongdini og hann váttar eisini at onkur hevur biðið ráði um undantaksloyvi at landa menningarkvotur til annað enn kvotan var latin til.
Men hann hevði annars onga viðmerking uttan at teir fylgdu gongdini saman við Vørn. Stjórin á Vørn vísti til Fiskimálaráðið.....
 
Tann 6. Desember í 2018
Biður Norðlýsið um innlit í undantaksloyvi sum aðalstjórin umrøddi í blaðsamrøðuni, men enn hava vit ikki sæð nakað til umrødda undantaksloyvi.
 
Fra: John William Joensen  
Sendt: hósdagur, 6. desember 2018 08:49
Til: Torkil Vestergaard Rasmussen
Cc: Rógvi Reinert ; Jenny Vilhelm
Emne: Sv: Alment innlit
 
Viðmerking til Vegleiðin.
 
Í samrøðu tann 8, november við Rógva Reinert skrivaðu vit soleiðis á nordlysinum:
 
.....Rógvi Reinert aðalstjóri, sigur við Norðlýsið at teir saman við Vørn fylgja gongdini og hann váttar eisini at onkur hevur biðið ráði um undantaksloyvi at landa menningarkvotur til annað enn kvotan var latin til.
Men hann hevði annars onga viðmerking uttan at teir fylgdu gongdini saman við Vørn. Stjórin á Vørn vísti til Fiskimálaráðið.....
 
Eg ynski einans at fáa innlit í hetta samskfti og tilhoyrandi umsóknir um undantaksloyvi.
 
Listin ivir skjøl er latín fyri meg.
 
vh
John William Joensen
Norðlýsið
 
 
Leygardagin 1. Januar 2019
Váttar formaðurin í P/F Kinfelli í Miðvági fyri KVF, at teir hava fingið undantaksloyvi frá treytinum í samband við menningarkvoturnar. (Les her)
 
OG sama dag…
 
Leygardagin 1. Januar 2019
Skrivar framsøgumaðurin í Fiskivinnumálum hjá Tjóðveldi í brævið til Norðýsið, at “politiski myndugleikin” altso sjálvur Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og harafturat “øll skipanin” vistu at aktørarnir úr Miðvági ikki kundu liva upp til treytirnar sum annars eru galdandi fyri menningarkvoturnar (LES HER)
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Plakat eftir Elinborg Lützen
Ester Mikkelsen 70 ár
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…
Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandri…
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City