Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ingolf S. Olsen: Alt fer rætt fram við Katrin Jóhonnu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.01.2019 - 18:49 Lesarabrøv Politikkur

Norðlýsið undrast í grein á, at nýggja vágaskipið Katrin Jóhanna landar svartkjaft, sum er fiskaður av menningarkvotu, til ídnað á Havsbrún í Fuglafirði.

Men tað er við loyvi frá Fiskimálaráðnum, at Katrin Jóhanna í løtuni fiskar og landar svartkjaft í Fuglafirði. Tískil er tað eisini í samsvar við verkætlanina, sum menningarkvotan er latin til, at hetta verður gjørt.

Tað er eisini tað, sum frá fyrstan tíð hevur eyðkent eigararnar av Katrin Jóhonnu – reiðaríið p/f Kinnfelli – at teir ongantíð hava gjørt nakað sum helst í sambandi við menningarkvoturnar, uttan at tað er gjørt í samráð við Fiskimálaráðið og myndugleikarnar annars.

Í so máta eru teir eitt fyridømi, ið bert hava rós uppiborið, og sjálvur eri eg ógvuliga errin um, at Vágar hava fingið lut í menningarkvotum, og at tær eru í so góðum hondum, sum tær eru.

Hetta var fyrsti túrurin hjá skipinum, og skipari og manning skulu sjálvsagt hava møguleika at læra skipið, kølingina og allar greiðirnar annars at kenna.

Ongin, heldur ikki politiski myndugleikin, hevði heldur roknað við, at øll tey umleið 10.000 tonsini av svartkjafti, sum árliga svarkjaftakvotan er upp á, beinanvegin fóru at kunna virkast og mennast í Miðvági. Men vónandi fer virkið at røkka langt í so máta, so hvørt sum fýra ára skeiðið fyri menningarkvotuna líður.

Sum eg havi skilt tað, skal ein norðmaður, ið hevur drúgvar royndir við skipinum, verða við næsta túr at leggja lag á. Tann túrurin verður eisini eftir svartkjafti at landa í Fuglafirði. Men síðani verður farið á makrelveiðu, og tá verður miðað eftir at landa mest møguligt til Snarfrost í Miðvági. Eisini har er talan um at byrja á berum, so sjálvsagt skal eisini verða rúm fyri royndarkoyring ta fyrstu tíðina.

Síggi, at Norðlýsið leggur dent á, at Havsbrún fyri stóran part hevur útlendskar eigarar. Dugi ikki rættiliga at síggja, hvønn týdning tað hevur í hesum sambandi, tí Havsbrún hevur onki ræði á rættindunum hjá Katrin Jóhonnu. Í øllum førum hevur tað ikki øðrvísið týdning fyri Katrin Jóhonnu og menningarkvoturnar, enn tað hevur hevur fyri øll tey gomlu uppsjóvarreiðaríini, sum øll somul eisini landa svartkjaft til Havsbrún.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Espen Haug og Magne Hoseth um venjaralív…
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch