Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landstýrið tryggjar raksturin hjá P/F Kinnhellu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.01.2019 - 12:51 Tíðindi

Í grundgevingunum hjá Fiskimálaráðnum fyri at geva felagnum í Miðvági undantaksloyvi at landa menningarkvotu aðrastaðni enn í Vágunum stendur m.a. : .... til tess at tryggja raksturin tað fyrstu tíðina.....

VÓRU OV SEINIR AT SØKJA UM UNDANTAKSLOYVI
 
Tann 14. November 2018 søkir P/F Kinhella um undantaksloyvi at landa menningarkvotu aðrastaðni enn til virkið í Miðvági.


…..Viðv. j. nr. 18/00254-2 - umsókn um at avreiða part av veiðu frá menningarkvota til annað virki enn Snarfrost
Víst verður til tilsøgn frá Fiskimálaráðnum, dagfest 12. august 2018 og ískoyti til tilsøgnina, dagfest 12. september 2018, har verklætlan hjá P/f Skip (undir stovnan), nú P/f Kinnfelli undir stovnan, fær tillutað menningarkvotu eftir nærri ásettum treytum.
…… Orsakað av at tað er so langt liðið út á árið, fer ikki at bera til hjá Snarfrost at taka ímóti øllum teimum nøgdum, sum ætlandi verða fiskaðar í ár. Afturat hesum fer Katrin Jóhanna VA 410 ikki at megna at fiska alla tillutaðu kvotuna í ár.
….. Felagið ynskir í mest møguligan mun at landa veiðuna til virki, sum liggja á økjum, ið hava fingið tillutað menningarkvotu. Felagið hevur verið í sambandi við virkið hjá P/f Vestmanna Seafood í Vestmanna og P/f TG Seafood í Hvalba. Hesi virki kunnu taka ímóti pørtum av tí veiðu, sum verður løgd upp í ár. Søkt verður um loyvi til at landa partar av veiðuni, ið Snarfrost ikki fær tikið ímóti, til hesi virki í tann mun, at hesi virki bjóða marknaðarprís fyri veiðuna.
Í tann mun at tað ikki ber til hjá P/f Vestmanna Seafood og P/f TG Seafood at taka ímóti tei-mum nøgdum, sum Katrin Jóhanna VA 410 fer at veiða, verður søkt um loyvi til at landa hen-dan partin av veiðuni til onnur virki í Føroyum.
Viðvíkjandi svartkjafti eru fá virki sum nú eru før fyri at taka ímóti stórum nøgdum av svartkj-afti. Tí verður søkt um loyvi til at landa tann svartkjaft, sum verður fiskaður í ár, til virki, sum ikki liggja á økjum, sum hava fingið tillutað menningarkvotu. Virkini, sum talan kann verða um at landa svartkjaftin til, eru Havsbrún, Pelagos, Faroe Pelagic og Varðin Pelagic.
Tað hevur sum vera man stóran skund hjá felagnum at fáa svar uppá hesa umsóknina. Tørvar Fiskimálaráðnum fleiri upplýsingar at taka støðu til hetta, frætta vit fegin……
 
Tann 22. November svarar Fiskimálaráðið:
…. Tann 2. November 2018 søktu tygum vegan P/F Skip (undir stovnan) um at flyta ein part av tillutaðu kvotunum til komandi ár….
…. Í avgerð 13. Nov. 2018 metti Fiskimálaráðið ikki, at heimild var at flyta menningarkvotu millum ár, og Fiskimálaráðið metti heldur ikki, at umsóknirnar frá klienti tygara eru so serligar, at tær minna um neyðrættarumstøður. Tískil gekk fiskimálaráðið ikki umsókn tygara á møti….
Í umsókn dagin eftir tann 14. November 2018, skriva miðvingar at virkið Snarfrost megnar ikki at taka ímóti øllum teimun nøgdum sum ætlandandi verða fiskaðar  í ár….
 
Fiskimálaráðið skriva:
…. Í tilsóknini, dagfest 13. August 2018, ið var latin P/F Skip (undir stovnan), sum nú eitur P/F Kinnfelli, var ásett, at tilutaða kvotan skal gagnýtast innan fyri verkætlanina. Í tann mun kvotan ikki kann gagnýtast innan fyri verkætlanina, skuldi P/F Skip (undir stovnan) boða Fiskimálaráðnum frá hesum innan 3. September 2018. Hóast hesa tíðarfreist hava tygum vegan P/F Kinfelli boðað Fiskimálaráðnum frá , at kvotan ikki fult og heilt kann gagnítast innanfyri verkætlanina, sambært umsókn tygara vegan P/F Kinfelli dagfest 14. November 2018…..
 
Avgerð og treytir (RED: Fiskimálaráðið)
….fer fiskimálaráðið hervið at ganga umsókn tygara á møti við teirri grundleggjandi fyritreyt, at tillutaða kvotan skal gagnnýtast innanfyri verkætlanina, t.e. at veiðan í mest møguligan mun verður landa á virkinum í Miðvági, Snarfrost……
… sum onnur treyt verður sett at tann parturin av sild og makrel, ið ikki kann leverast til virkið í Mivági skal fara til onnur menningarøki í landinum uttan mun til prís….
…. Serliga hugsað um Vestmanna… og síðan Hvalba……
….. Viðvíkjandi svartkjaftinum…..verður hervið loyvt, at svartkjafturin kann landast til onnur øki í landinum…. Hetta grundað á atlitið til at sleppa undan, at virið fara fyri skeyti….
… harafturat hava onnur líknandi loyvi verið givið til at landa svartkjaft í øðrum økjum, har tað ikki letur seg gera at landa menningarkvotu til tess at tryggja raksturin ta fyrstu tíðina.

Sí niðurstøðu hjá Fiskimálaráðnum PDF
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri…
Tøkk - Ruth Gregersen
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…