Lýsing
Lýsing

Skilji væl at fólkafloksfólk eru ørg

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  09.04.2019 - 14:57 Lesarabrøv Politikkur

... tá tað er trupult at fáa aðrar flokkar at samstarva við Fólkaflokkin.

Hann megnaði ikki uppgávuna um eina fiskivinnu nýskipan tá tey sjálvi sótu í samgongu og umsótu málsøki, eina skipan, sum tey sjálvi høvdu samtykt í 2007 skuldi fara úr gildið 1. januar 2018.

Tað kann kortini tykjast løgið tá hugsa verður um, at flokkurin í eini 20 ár hevur sitið í samgongu, og meginpartin av tíðini umsitið fiskivinnumál.

Fólk undrast og standa spyrjandi, hví flokkurin við fríum vilja, lat upp í hendurnar á Høgna, Aksel og Poul, at fremja nýskipanina á fiskivinnuøkinum, sum tey sjálvi høvdu samtykt skuldi fara úr gildi, og nú úrslitið fyriliggur, ikki vilja kennast við sítt egna barn. Hugsi eisini at øll vinnufeløgini eru ørkymlaði og standa spyrjandi! Eins lætt tað var hjá Fólkaflokkinum at samtykkja í 2007 at skipanini var sett úr gildið, eins lætti átti tað verði hjá teimum at samtykt nýggja skipan!

Tað hevði komið væl við hjá øllum landsins pensjónistum, at skatturin av samhaldsfasta gjaldinum bleiv avtikin, men fólk hava torført at skilja, at Fólkaflokkurin við at avtaka skatting av samhaldsfasta, ikki eisini vísa á, hvar tær 10 tals milliónirnar, sum uppskotið kostar lands- og kommunukassanum, annars skulu koma frá. Ætlar hann at hækka persónsskattin, tinglýsingargjaldið, partafelagsskattin, siga upp fólk í almennum størvum, spara á pensjónsøkinum, spara á skúla- ella heilsuøkinum?

Tað er væl rímulig at fólkafloksfólk fáa svar uppá slíkar spurningar.

Púra beint hevur flokkurin ætlanir um at avtaka øll gjøld í sambandi við fiskivinnu nýskipanina, sum í dag gevur landskassanum hundrað tals milliónir. Men hugsi at fólkafloksfólk sakna hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri mistar inntøkur.

 

Gott í tykkum greiði fólkafloksfólk frá:

1)    Hví tit ikki megnaðu uppgávuna at fremja eina fiskivinnunýskipan 1. januar 2018, tá tit sjálvi høvdu samtykt at hon skuldi fara úr gildið í 2007?

2)    Eisini er tað rímiligt at koma við eini frágreiðing hvar mistu inntøkurnar fyri samhaldsfasta skulu koma frá tá tit hava samtykt avtøkuna av skattingina av samhaldsføstu upphæddini sum pensjónistar fáa?

3)    .... og í triðja lagi, hvar ætla tit at spara í almennu umsitingini aftaná avtøku av øllum gjøldum til fiskivinnuna. Ætla tit at siga fólk úr starvið, spara á almenna- og heilsu- skúla- og mentunarøkinum, ella hækka skattin á øðrum økjum, ella hava tit ætlanir um at biðja um hækking av danska blokkinum?

Haldi ikki at tað er meira enn rímiligt at tit koma við einari rímiligari frágreiðing, og tá hesar frágreiðingar eru komnar, so hava vit onnur møguleika at taka støðu til støðu tykkara á hesum økjum, og aðrir flokkar lættari at taka støðu til eitt møguligt samstarv við Fólkaflokkin.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja
Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík
- Sovorna intruduktión havi eg ikki fing…
- Eg rokni við at tað verður eitt skifti
Blaðstjó­rin tippar valið í Komið øll við
55 fleiri brævatkvøður í Klaksvík
Framvegis meira enn 200 fleiri á vali í…
Tiltøk í vikuni
Framvegis fleiri veljarar enn 2022
Framvegis nógv fólk á vali
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Blaðstjó­rin tippar valið
Nógv hava valt í Klaksvík í morgun
Blaðstjó­rin vitjar valkafé'ir í býnum
Mikladalur valdi mest lokalt í Norðoyggj…
- Og so gloymi eg at eta
- Um tit vilja hava uppskrift, ella onkr…
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…