Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá staturin skal reka fiskivinnu er vandi á ferð

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin    |  10.04.2019 - 15:25 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Misbrúkta orðingin “fólksins ogn” er ómetaliga vandamikil við hesum fólkunum í Tinganesi, tí fyri tey tykist hetta merkja, at tað almenna skal stýra fiskivinnuni niður í smálutir. Undir slíkum umstøðum er skjótt at taka íløguhugin, arbeiðsgleðina og neistan frá teimum, sum hava lagt sítt lív og evnir í at fara út eftir fiskinum, og hendir tað, so fer tað at fáa stórar avleiðingar, ikki bara fyri fiskimannin, men so sanniliga eisini fyri føroyska samfelagið í mistum avreiðingum, mistari ekspertisu, mistari góðsking, mistum effektiviteti, mistum útflutningsvirði o.s.fr.

Eftir at hava upplivað hugburðin og arbeiðsháttin hjá hesari samgonguni, eri eg tíverri blivin alt meira sannførdur um, at tað er ein dreymur um eina statsstýrda fiskivinnu og alment kontroll, sum ger, at sitandi samgonga er so samd og so altráð eftir at taka pengar og upparbeidd rættindi frá fiskivinnuni og inn í landskassan.
 
Tá ein  hevur tann  hugburðin, er sjálvandi ikki pláss fyri, at nakar privatur í fiskivinnuni klárar seg “ónormalt” væl og blívur stórur. Øll skulu vera passaliga “javnir” aktørar, sum eftir umsókn til almenn ráð og nevndir kunnu fáa nakrar molar frá tí almenna, ið skal stýra øllum av almennu skrivaraborðunum.
 
Ein ræðandi vinnufíggindaligur hugburður
Reiðarar og fiskimenn úr umhvørvum, sum í fleiri ættarlið hava upparbeitt eina servitan innan fiskivinnu, verða óvirðiliga viðfarnir og niðurgjørdir, tá teir royna at mótmæla, hóast hesir í fleiri áratíggju, eisini í ringum tíðum, hava brúkt alla sína orku uppá at menna og betra fiskivinnuna og skapa framburð og útflutning.
 
Tíverri hava vit fleiri ferðir hetta valskeiðið uppliva, at verandi vinnufyritøkur í fiskivinnuni verða kriminaliseraðar og illtonktar fyri bert at hugsa egnan vinning, og soleiðis verða hesir fiskimenn teptir og skammaðir burtur av nøkrum politiskum teoretikarum, sum als ikki vita, hvussu stórt virði tað er fyri samfelagið, at vit eiga slíkar eldsálir í vinnuni
 
Ein harmur og niðurbrotin útróðrarmaður
Hoyrdi frá einum útróðrarmanni, sum var ómetaliga keddur um, at tað er eydnast Høgna Hoydal og sitandi samgongu at kollvelta føroysku fiskivinnuna. Hann var harmur og niðurbrotin av tí hugburði, ið sitandi samgonga vísir ímóti fiskimanninum og teimum reiðarum, sum kempa og stríðast fyri at fáa virðini til lands, og serliga ímóti teimum plássum, sum í nógv ár veruliga hava satsað uppá fiskivinnu.
 
Hann mælti harðliga til at mótmæla og ávara um tær stóru avleiðingar, sum hetta fær og enn meira fer at fáa fyri okkara fiskivinnu og útflutningsvirði, sum Høgni Hoydal og samgongan eru í ferð við at gera – og alivinnan verður tann næsta, var hann sannførdur um.
 
Tíðin er komin at skifta kós
Hóast mínar drúgvu royndir í politikki havi eg ikki áður upplivað ein so einoygdan hugburð til almenna smálutastýring av fiskivinnuni sum vit hava upplivað frá sitandi samgongu.
 
Her eru veruliga orsøkir til at rópa varskó. Tað kann ikki passa, at vit, sum eru ein av heimsins fremstu fiskivinnutjóðum, ynskja okkum teir tilstandir, sum vit kenna úr øðrum londum. Tá staturin skal reka fiskivinnu er vandi á ferð.
 
 
Føroyingar! Einasta greiða leið burtur av hesi vandakós er at velja veruliga borgarligt til komandi val!
 
Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…