Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hey letur handil upp í Klaksvík í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.04.2019 - 13:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Soljóðandi tíðindaskriv er í dag sent fjølmiðlunum: "Í dag letur Hey handil upp á Stangavegi 53 í Klaksvík, har Nema heldur til.

Hetta er enn eitt stig, í at samantvinna fyritøkurnar í samtakinum, soleiðis at vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt útboð av vørum og tænastum innan fjarskifti, KT og KT-vørum til bæði vinnu og privatar brúkarar kring alt landið, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Hey og Nema.

Vit arbeiða allatíðina fyri at kunna bjóða okkara kundum nýggjar og betur tænastur. Vit fegnast tí um at kunna lata handil upp í Klaksvík., sigur Rói B. Poulsen, sølustjóri á Hey.

Í hesum sambandi hava vit nógv góð tilboð og vælumtókta eyðnuhjóli hvar fólk kunnu vinna gigabyte til sítt fartelefonhald, bæði í dag og í morgin.

Øll eru hjartaliga vælkomin."

Í morgun var móttøka á Nema í Skálagarði. Stjórin á Nema og Hey Júst í Túni Vang greiddi frá samanleggingini av feløgunum báðum. Hann segði millum annað, at gongdin í KT vinnuni var alt meira og meira at samskifti og KT smeltaðu saman. Vit, sum arbeiða innan telduheimin hava brúk fyri telesamskiftinum og telesamskiftið hinvegin skal eisini brúka okkara vitan. Júst í Túni kom eisini inn á kappingina ímillum fibersambandið og tráðleysa sambandið. Hann metti, at ferðin á tráðleysa sambandinum skjótt fór at vera eins dygg og fasta sambandið ígjøgnum fiberkaðalar. Á mínari telefon er skjótari samband enn eg havi á telduni heima við hús, segði hann millum annað.

Annars segði Júst í Túni Vang eisini, at Nema og Hey ætlaðu at menna deildina í Klaksvík einn meira, og at tað um stutta tíð helst fóru at arbeiða fleiri fólk á deildini her.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri heilsaði nýggja átakinum hjá Hey og Nema vælkomnum í Klaksvík, men meira um tað seinni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…