Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk til løgtingið fyri at gera 27. januar til almennan minningardag um jøda- og onnur fólkadráp

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  07.05.2019 - 14:21 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Gleðiligt var at frætta, at løgtingið einmælt hevði samtykt uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni at gera 27. januar til almennan holocaust dag. Hetta merkir, at Føroya Løgting fyri fyrstu ferð alment viðurkennir at seks milliónir jødar vórðu týndir av týsku nazistisku stjórnini undir seinna heimsbardaga. Onnur fólkadráp eru eisini framd í søguni, ikki minst tá ið turkiska stjórnin framdi fólkadrápið móti kristna Armenia í 1917. Mær vitandi hevur ongin føroyingur nakrantíð noktað fyri, at hesi nevndu fólkadráp eru farin fram. Men mong onnur hava gjørt tað – og gera tað framvegis dagin í dag.

Sum ein, ið hevur ferðast nógv sum ferðaleiðari í Ísrael, skrivað og talað nógv um tann ágang, hesum fólki hevur verið fyri fram gjøgnum øldir til dagin í dag, fari eg at takka øllum tinglimunum fyri at atkvøða fyri hesum uppskotinum. Eg vil takka Jógvani á Lakjuni fyri at leggja hetta Holocaust uppskotið fyri løgtingið. Hetta gleddi meg ómetiliga nógv. Tíðindini um hetta frættast í hesum døgum í Ísrael og millum jødar um allan heim.

Uppskotið varð samtykt í tøkum tíma, nú Hamas-stýrið í Gaza hetta seinasta vikuskiftið hevur latið 900 rakettir við spreingiløðingum regna niður yvir sunnara partin av Ísrael, har vit vita um 4 jødar, sum hava latið lív. At ikki fleiri jødar hava latið lív er vegna tey túsundtals bumbuskýlini, Ísrael hevur bygt í býum og bygdum kring alt Ísrael. Verjurakettir Ísraels hava skotið niður meginpartin av rakettunum úr Gaza, men tær, sum eru komnar yvir bygdir og býir í sunnara parti av Ísrael hava dripið fólk, meðan mong børn fáa sálarligar løstir fyri lívið.

Henda samtykt í løgtinginum var ein sømilig gerð fyri land okkara og ein stórbær løta fyri túsundtals føroyingar, ið hava ferðast í Ísrael. Vit eru so mong, ið hava havt so nógvar góðar løtur har. Vit hava samhuga við jødiska fólkinum í dagliga tilverustríði teirra fyri einans at vera til sum tjóð í egnum landi.

Svenning av Lofti

 

 

 

 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsstjørna prísar flyglinum í Varpinum
U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Fyrrver­andi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið
Líggjas við enn einum meti
Julian: Eg vil hava fleiri met
Til Danmarkar at kappast
Seir á Klaksvík
Vinnulig frambrot undir hesi samgonguni
Magni Højgaard nýggjur limur í Etiska rá…
Eyðun Nolsøe spælir hittini á Summar Fes…
Líggjas nýtt føroyskt juniormet í 200 fr…
Byggja undirsjóvar­tunnil í Kalsoynna?
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið