Lýsing
Lýsing
Lýsing
Enn er hvítt í erva, men nú fer at minka við tí. Um nakrar dagar er lítið eftir. | Mynd: Undirritaði

Nú verður lýggjari

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.05.2019 - 13:16 Tíðindi Veðrið

Tað er í kvøld ella í nátt, at høgættin missur takið, og lýggjari luft fer at reka ímóti Føroyum. Høgættin hevur ligið síðan mánaðarskiftið – t.v.s í umleið 11 dagar.

Tað eru nógvar mekanismur handan veðrið, hví tað er so, so tað verður ikki farið í dýbdina á hesum sinni. Men tó eitt lítið sindur…(eg klári ikki at halda mær)

Luft fer úr støðum, har tað er ov nógv luft – t.e. hátrýst – og fer ímóti støðum, har tað er ov lítið av luft – t.e. lágtrýst. Hesar seinastu dagarnar hevur hátrýst ligið yvir Eysturgrønlandi og Svalbard, meðan lágtrýst hava ligið yvir Eysturevropa.

Yvir Grønlandi og Svalbard er luftin køld, og tað er hendan luftin, sum er farin suðureftir, upp um, ígjøgnum og ímillum Føroyar. Fjøllini eru kavahvít, og tað hevur verið vátaslettingur og kavaæl. Kavin í neðra hevur tó ikki ligið leingi. Tað hevði hann gjørt, um tað var í januar.

Men nú fer at reka hinvegin í nakrar dagar, ið hvussu so er. Hátrýstið, sum fer at senda luft hendavegin, verður statt yvir Norðsjónum. Har er luftin munandi heitari enn kring Norðpólin.

Ættin næstu dagarnar fer at vera úr suðuri og upp ímóti landsynningi. Fer at líkjast veðrinum, vit høvdu í apríl í ár.

Saman við lágætt koma ofta brúgvaløg við regni. Soleiðis verður eisini hesaferð. Tað fer at regna mánadagin og í løtum týsdagin eisini. Mikudagur sær út til at fara at vera turrur.        

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin