Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjallafípan – eitt mennandi og gevandi tilboð til øll børn í Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2019 - 11:06 Myndarøð Politikkur Tíðindaskriv

- Tá útbyggingin av Fjallafípuni er liðug í næstum, og stovnurin kann taka ímóti fleiri børnum, fáa summi av børnunum betri hølisumstøður, enn tey hava aðrastaðni í dag, og tað er týdningarmikið, men enn størri týdning hevur innihaldið í degnum. Fær man bæði, er tað strálandi. Tað verður tað vónandi í hesum førinum. Tá tú ert 6 ár og sleppur at vera í hasum umhvørvinum og mennast, spæla, skapa vinarløg, ið tú sum barn kanst taka við tær víðari, kann eg ikki annað enn gleðast. Eg eri vís í, at hetta fer at vera gott, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung.

Eftir summarfrítíðina vænti og vóni eg, at arbeiði við at byggja seinastu eindina til Fjallafípuna, soleiðis at øll børn í kommununi kunnu fáa hetta tilboð, stendur klárt.

 

Øll børn tilboð um í minsta

lagi eitt ár í útibarnagarði

Í 2012 bleiv ein arbeiðsbólkur settur til at arbeiða við einum framtíðar bygnaði fyri dagstovnaøkið í Klaksvík. Hetta var eitt umfatandi arbeiði, har fleiri niðurstøður komu burturúr. Millum annað hendan, at øll børn í Klaksvíkar kommunu skulu fáa tilboð um í minsta lagi eitt ár í útibarnagarði.

Hetta verður nú veruleiki, og er tað nakað, eg fegnist um. Klaksvíkar kommuna hevur lutfalsliga nógv útibarnagarðstilboð í mun til fólkatalið. Tað er ein stoltleiki at kunna siga tað, tí í øðrum kommunum er tað als ikki soleiðis. Vit eru slóðbrótandi á hesum økinum.

Nú arbeiðið er í gongd, og stórur partur av vakra umhvørvinum er eitt byggipláss, eru tað fólk, ið undrast, ivast og seta spurningar til tað, sum hendir. Eg skilji væl, at fólk undrast, og vil fegin greiða nærri frá viðurskiftunum.

 

Útilív týdning fyri

bæði børn og vaksin

Lat meg fyrst siga, at tankin hjá okkum í Klaksvíkar kommunu er góður.  Tað eru nógvar kanningar sum vísa, at børn, sum ganga í útibarnagarði, eru betur fyri enn børn, sum ganga í vanligum dagstovni.

Eisini stendur í Barna- og Ungdómsvirðunum, at børn í kommunalum tilboðum skulu hava eitt likamligt og sálarligt barnaumhvørvi, ið fremur trivnað, góða heilsu, menning og læring.

Tær royndir, ið børn gera sær av umhvørvinum rundan um seg, hava stóran týdning fyri, hvussu børn trívast. Útilív hevur týdning fyri bæði børn og vaksin. Tá børn eru virkin og fáa likamligar avbjóðingar í náttúruni, styrkir hetta úthaldni og sjúkrafráveran minkar. Rundanum Fjallafípuna er ríkt læruumhvørvi, børnini fáa kunnleika til m.a. fugla- og plantusløg. Tey vitja hagan og fjøruna, har tey fáa fjølbroyttar upplivngar og læra at virðismeta náttúruna.

Útiumhvørvið ger børnini skapandi og fær tey at brúka sítt hugflog.

 

Uttanumøkið eisini tikið við

Í sambandi við at eitt hús kemur afturat, so ávirkar tað jú alt umhvørvið, meðan arbeiðið er í gongd. Tað er ørkymlandi og kann skapa ónøgdsemi, sum eg væl skilji, men vit mugu eisini duga at venda tí og vísa á, hvussu nógv børnini eisini læra av at síggja alt, sum fer fram.

 

Í byggiætlanini hevur man eisini tikið parkeringsviðurskiftini og rundanumøkið við. Tað verður gjørt nýtt parkeringsøki niðanfyri, og av tí sama verður ikki neyðugt at koyra niðan alla brekkuna. Brekkan verður eisini breiðka og gongubreyt verður gjørd framvið vegnum. Tí  verður farleiðin niðan í Fjallafípuna tryggari og bilfríari.

 

Betra um yvirgongdina

frá dagstovni til skúla

Tilboðið í Fjallafípuni skal leiðarin saman við starvsfólkinum mynda, men sjálvandi verður arbeiðið lagt til rættis við tí í huga, at børnini skulu í skúla um eitt ár.

Tankin er eisini, at alt tað arbeiðið, sum stovnar longu gera við t.d skúlabólkum o.ø., verður enn betri, við tað at øll børnini verða í sama tilboði.

Fjallafípan verður ikki ein forskúli, men eitt tilboð um pláss til øll 6 ára gomul í kommununi, sum verður viðvirkandi til at betra um yvirgongdina frá dagstovni til skúla.

 

Pláss fyri øllum,

eisini at fáa frið

Ein undran, sum hevur verið frammi, er hví vit gera so stórar eindir. Hví skal alt samlast í einum? Hvat við teimum, sum ikki megna at vera í stórum bólkum, eru sensitiv ella hava serligan tørv?

Eisini hesa undran skilji eg væl. Tað skal vera pláss fyri øllum, og eisini hava vit havt í huga í sambandi við hesa bygging.

Í nýggju eindini verða tvær stovur, har pláss er fyri 12 børnum í hvørjari. Børn, sum hava brúk fyri at vera í smærri bólki, sleppa sjálvsagt at vera har. Tað er vanlig mannagongd og eisini ein námsfrøðilig uppgáva at síggja tørvin hjá einstaka barninum og handla út frá tí. Eisini er eitt annað rúm, sum kann nýtast til ein enn smærri bólk ella okkurt heilt annað.

Lat meg undirstrika, at hóast Fjallafípan verður ein stovnur, har pláss er fyri 90 børnum, so verður tað als ikki soleiðis, at øll koma at renna um beinini á hvørjum øðrum allatíðina. Hvør barnabólkur hevur sína basu ella stovu, har tað bara eru tey, og uttanumøkið er so stórt og fjøltáttað, at har er pláss fyri øllum, eisini at fáa frið.

Starvsfólkini í Fjallafípuni hava eisini holla vitan, sum tey fara at brúka til at gera hetta tilboð so gott sum gjørligt fyri øll.

 

Fleiri langtíðarmál

eru og verða rokkin

Fyri at venda aftur til niðurstøðurnar, sum arbeiðsbólkurin, ið orðaði ein framtíðar bygna innan dagstovnaøkið, kom fram til í 2012, vil eg nevna nakrar her:

 

·      Serstova setast á stovn í Barnahúsinum Margit – henda er komin

·      Øll børn skulu hava tilboð um útibarnagarð í minsta lagi 1 ár – er á veg

·      Byggja nýggjan dagstovn – hetta arbeiðið byrjar fyrst í 2020

 

Hesar eru varandi loysnir, sum eru og verða gjørdar. Nýggjur stovnur skal byggjast Oman Valrætt. Vit hava, sum er, tveir stovnar, sum eru bygdir til endamálið, og tað er Barnahúsið Margit og Dr. Margrethu Barnagarður, ið er sjálvsognarstovnur. Hinir stovnarnir húsast í hølum, sum í nógvum førum eru fyribilsloysnir, ið ikki eru nøktandi. Tað er ikki nóg gott, og tí er tað so týdningarmikið, at vit byggja ein nýggjan stovn nú.

Men aftur til Fjallafípuna. Tá útbyggingin er liðug í næstum, og stovnurin kann taka ímóti fleiri børnum, fáa summi av børnunum betri hølisumstøður, enn tey hava aðrastaðni í dag, og tað er týdningarmikið. Men enn størri týdning hevur innihaldi í degnum. Fær man bæði, er tað strálandi. Tað verður tað vónandi í hesum førinum. Tá tú ert 6 ár og sleppur at vera í hasum umhvørvinum og mennast, spæla, skapa vinarløg, ið tú sum barn kanst taka við tær víðari, kann eg ikki annað enn gleðast.

 

Eg eri vís í, at hetta fer at vera gott.

 

Klaksvík, 10. mai 2019

Beinta Klakstein

Forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini