Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jimmy Sell, úr danska Uttanríksiráðnum gestarøðari á aðalfundinum hjá VLR

SKRIVAÐ: Vinnulívsráðið í Klaksvík  |  13.05.2019 - 14:09 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Komandi mánakvøld 20. mai kl. 19.30 hevur Vinnulívsráðið í Klaksvík aðalfund á Hotel Klaksvík.

Umframt vanligu aðalfundarskránna, sum er fyri limir, verður eisini ein fyrilestur hildin av Jimmy Sell, sum er toymisleiðari: “Global industry Team leader – Agriculture, Food, Foodteck and Agribusiness sector”.

Jimmy Sell, sum nú er leiðari,  hevur 7 ár á baki , har hann hevur starvast  á sendistovum í Asiu, Afriku og Evropu.

Í handisldeildini í danska Uttanríkisráðnum hevur Jimmy Sell, umleið 60 fólk undir sær, bæði í sjálvum í ráðnum í Keypmannahavn og 19 sendistovum kring knøttin.

Hesin fyrilesturin byrjar umleið kl. 20.00 og er fyri fyritøkur í Vinnulívsráðnum og teirra starvsfólki.

 

Eisini høvi til spurningar

Hann fer m.a. at tosa um, hvussu skapt verða sambond millum fyritøkur, millum almennar lóggevarar í ymiskum londum, og hvussu teir geva ráð á donskum sendistovum.

Eisini fer hann at greiða frá sektor-stratigiium og hvussu samskipað verður millum fyritøkur í privata vinnulívinum, um ymiskar tørvir í londunum og vísa á útflutningsmøguleikar til londini. Kemur eisini inn á aðrar tættir, sum t.d. innlendis samstørv millum fyritøkur o.a.

Sjálvandi verður høvi at seta honum spurningar.

Fundurin er fyri limir í Vinnulívsráðnum og teirra starvsfólki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar