Lýsing
Lýsing
Lýsing

Modernaðu avlátsbrøvini

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  15.05.2019 - 09:24 Bloggur Mentan Politikkur Veðrið Vinna

Tað er í lagi at synda, bara tú betalir fyri tað. Soleiðis var hugsanin aftanfyri katólsku avlátsbrøvini, og júst tað sama tykist koma aftur í gildi við umhvørvisavgjøldum nú. Signalið til borgaran er, at hann helst ikki skal dálka, meeeeeen so kemur undantakið: Tað er í lagi at dálka kortini – um tú rindar eitt avgjald.

Eftir at Leo X (tann tíggjundi) gjørdist pávi í 1513 var ein av hansara uppfinningum avlátsbrøvini. Hon hevði stóran týdning fyri trúbótina, tí eitt sum Martin Luther og aðrir við honum harðligast mótmæltu við teirri katólsku kirkjuni, var júst avlátsbrøvini. Tankin aftanfyri hesi brøv var, at menniskju skuldu sleppa skjótari ígjøgnum Skerseldin. Men í hesum lívinum tæntu tey til at geva keyparanum góða samvitsku, og tað var ivaleyst veruliga orsøkin til at keypa tey.  

Í kjalarvørrinum av globalu upphitingini, sum í stóran mun sigst stava frá dálking, verður sanniliga eisini spælt uppá samvitskuna og kenslurnar hjá fólki. Ábyrgdin fyri at halda tað reint og ruddiligt og ikki dálka verður søgd at liggja úti hjá borgarunum. Avgjørt ikki hjá landinum, tí útlátið av vakstrarhúsgassum er bara økt. Við heili níggju prosentum (9%) síðani 2005. Tað lata vit líka standa eina løtu.

 

 

 

Eina løtu afturat.  

 

 

 

Men hvat ger landið so í staðin fyri at minka um útlátið? Jú, mælir til fleiri avgjøld. Longu 1 mánað eftir valið í 2015 bleiv fyrsta fíggjarlógin hjá hesum Landsstýrinum løgd fram, og har var eitt tað fyrsta átakið hægri avgjald á benzin og diesel. Í “Veðurlagspolitikki Føroya” stendur sum punkt 7, at:

“7. Seta oljuavgjald

Oljunýtslan skal avmarkast við at leggja hægri gjøld á oljuna, og hetta skal setast í verk skjótast gjørligt.”

Longri niðri stendur, at avgjaldið skal setast høgt, grundgivið við, at so fara fólk helst at velja grønar loysnir. Við øðrum orðum verður pískurin brúktur heldur enn gularótin. Borgarin fær ikki nakað incitament til at leggja um til grønt, men fær eitt avgjald at gjalda, um hann ikki ger.

Fyri 500 árum síðani hildu teir fyrstu protestantarnir, at tað kundi ikki vera rætt, at man fekk synd fyrigivna við bara at gjalda eina upphædd til Katólsku Kirkjuna. Men nú fimm øldir seinni eru tað fyrst og fremst fólk í protestantiska heiminum, sum prædika, at umhvørvið fær tað betri, um vit bara gjalda meira til Landskassan. Veðurlagsbroytingarnar verða minni umfatandi, um bert tú rindar eitt oljuavgjald. Og nútímans “protestantar”, sum eru ímóti hesum avgjøldunum, fáa skotið í skógvarnar, at teir eru líkasælir við umhvørvinum og náttúruni og hava skuldina av náttúruvanlukkum o.s.fr.

Ikki tí, hesin politikkurin er langt frá bert innanfyri umhvørvisøkið. Landið hevur eitt “Fólkaheilsuráð”, sum millum annað fortelur okkum, hvussu ósunt tað er at roykja og drekka alkohol. Samstundis leggur landið skýhøg avgjøld á tubbak, og tað sama á rúsdrekka, sum tað enntá selur sjálvt. Moralan kann illa vera annað enn “Hesa vøruna skuldu tit ikki sloppið at brúkt, meeen, um tit gjalda eitt stórt avgjald, sum er fleiri ferðir innkeypisprísin, so er í lagi.”

Síðst í 1980’unum koyrdu SEV eina kampanju, sum fekk populéra heiti Buggeli-Bugg. Heitt varð á fólk um at spara so nógvan streym sum gjørligt. Fleiri fylgdu ráðunum, men hvat hendi? Eitt stutt bil seinni mátti SEV konstatera, at pengar nú manglaðu í, og so bleiv elprísurin settur upp. Tað er naivt at halda, at tað sama ikki fer at henda, um fólk leggja um til grøna orku. Avgjøldini fara at mangla í í Landskassanum, og so verða aðrar meira og minni kreativar loysnir brúktar at fáa tey inn á aðrar hættir.

Tá alt kemur til alt, so vil landið selja reinar samvitskur. Tey, sum hava ráð, kunnu halda áfram við at brenna dieselolju av við reinari samvitsku, tí tey hava jú goldið sítt avgjald/-lát fyri tað. Og eftir at hava stríðst í áravís fyri at fáa prísin á flogferðaseðlum niður, kemur helst eisini eitt umhvørvisavgjald á teir. Tað hevur onga ávirkan á tey vælbjargaðu, tí teir flestu túrarnar rindar antin fyritøkan ella tað almenna fyri billettina kortini. Men tey minni vælbjargaðu, ja, tey mugu sita heima alt árið, og tað enntá við ringari samvitsku, tí tey hava ikki goldið sítt avlát.

Har du penge, så ... må du gerne forurene.

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum