Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vøksturin í fólkatalinum og skattainntøkum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.05.2019 - 09:25 Tíðindaskriv

Hin fyrsta apríl høvdu vit grein úti um fólkatalið. Nú, hálvur annar mánaði er lagstur afturat, sær út til at vøksturin stendur við og kvinkar enntá eitt vet uppeftir, um vit taka seinastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum. Nógv tann størsti vøksturin í borgarum, er í Tvøroyrar Kommunu við 34, meðan størsti vøksturin í prosentum er í Hovs Kommunu, við uml. 3,9%.

Sí seinastu tølini fyri kommunurnar í oynni (Fyrra talið 15. mai 2018 og seinna dags dato):

 

Fámjin 80/82 = +2, svarandi til uml. 2,5 % vøkstur.

Hov 99/103 = +4, svarandi til uml. 3,9% vøkstur.

Hvalba 674/676 = +2, svarandi til uml. 0,3% vøkstur.

Porkeri 316/322 = +6, svarandi til uml. 1,9% vøkstur.

Sumba 363/370 = +7, svarandi til uml. 1,9% vøkstur.

Tvøroyri 1695/1729 = +34 svarandi til uml. 2,0% vøkstur.

Vágur 1367/1339 = -28, svarandi til uml. 2,1% minking.

 

Taka vit Suðuroynna sum heild, so búðu 4.594 fólk í oynni hin 15. Mai 2018. Í dag búgva 4621 fólk í Suðuroynni, also 27 fólk fleiri og er tað at gleðast yvir, hóast vøksturin liggur væl undir miðal fyri landið.

Hyggja vit at fyribilsskattinum til kommunurnar so er vøkstur í øllum kommunum í Suðuroynni. Í Tvøroyrar Kommunu var samlaða skattainntøkan fyri januar til apríl 2018, 18.874.410 kr. Talið fyri sama tíðarskeið í 2019 er 20.286.950, svarandi til ein vøkstur uppá 1.412.540, ella 7,48%. Sostatt er ein ávísur vøkstur í skattainntøkunum, hóast skattaprosentið á Tvøroyri var eitt heilt stig lægri 1. Januar 2019, enn í 2018.

Skattatølini fyri hinar kommunurnar í oynni kunnu síggjast her https://bit.ly/2WKABwu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag