Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flaggsigling 2019

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  16.05.2019 - 12:15 Tíðindi

Í dag leggja Føroysku Træseglskipini frá landi at heiðra Merkið á 100 ára degnum í Danmark.

Dragin hevur nú í nakrar dagar riggað til og í gjár mátti ein kranabilur til at fáa okkurt uppi á tvørtrænum á misanmastrini at rigga. Fyrr lestu mennninir seg upp rigninginum, men tað gongur helst ikki longur.

Seinnapartin í dag fer Dargin til Havnar, har fráferðingarløta verður frá kl. 17 til 19 á Bursatanga í Tórshavn. Norðan er farin fyri nøkrum døgum síðan, og er hann eisini saman við okkara siglandi arvi at heiðra Merkinum. Á Bursatanga heldur Jákup Dam, býráðslimur, røðu. Kaffi og køka verður eisini at fáa.

Tað er ein prýðiligur floti, sum er burtur í ein heilan mánaða. Skipini, sum eru við í Flaggsiglingini 2019 til Danmarkar, eru Johanna, Westward Ho, Dragin, Tórshavn, Norðlýsið, Heimdal og Norðan.

Tað var í Nordmandsdalen við Fredensborg, at Merkið fyrstu ferð varð víst alment fram, og merkisberari var Kjartan Mohr, ið seinni stovnaði Tórshavnar Skipasmiðju. Kjartan var tá lærlingur á skipasmiðjuni í Helsingør.

Skipini á ferðini umboða eitt slóðbrótandi tíðarskeið í føroyskum vinnulívi, ið legði lunnar undir dagsins Føroyar og eina tjóðskaparliga sjálvsfatana.

 

Borgarstjórin við í ferðini

Á leiðini er fyrsta málið fyri Odense, vinarbýurin hjá Klaksvíkar kommunu, og verður tað m.a. borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum tekur ímóti har føroyska flotanum, sum leggur at har 23. mai og liggur har til 26. mai 2019.

Í Odense er samstundis Havnekulturfestival og liggur føroyski flotin beint frammanfyri Norðurlendska Húsinum, ið er karmur og samlingarstaður fyri íslendingar, grønlendingar og føroyingar, ið búgva á Fjóni.

Í Norðurlendska Húsinum verður m.a. skipað fyri listaframsýning við Øssur Mohr og Amariel Norðoy. Eisini verður eitt kunningarátak um Klaksvík, sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim stendur fyri. Hetta kunningartiltak, sum BankNordik er við í, verður bæði hósdagin og fríggjadagin í næstu viku. Her verður møguleiki at smakka brellbitar frá Kósini og Bakkafrost

Føroyingar í Odense skipa fyri serligum føroyskum tiltøkum hesar dagarnar, tá ið skipini liggja við bryggju í Odense  - m.a. verður kappróður og hópin av ymsum tónleikatiltøkum.

 

Vitja Århus

Úr Odense verður siglt víðari til Århus, har flotin fer at liggja við bryggju við Dokk 1, ið er eitt mentanarhús og høvuðsbókasavn í býnum. Í Århus verður skipað fyri ymiskum framsýningum og tónleikatiltøkum 27. Og 28. mai.

Somuleiðis verður nógv umtalaða føroyska matmentanin víst fram. Høvi verður eisini at smakka føroyskan mat.

Inni í Dokk1 verður eitt kunningarátak um Klaksvík, sum borgarstjórin, Jógvan Skorheim stendur fyri. Hetta kunningartiltak, sum BankNordik er við í, verður mánadagin 27. mai 2019, og eru øll , ið hava áhuga, meir enn vælkomin at støkk inn á gólvið, har eisini verður boðin ein biti.

 

Keypmannahavn

Tá ið tiltakið er liðugt í Århus fara umboðini fyri Klaksvíkar býráð heim aftur, meðan skipini halda fram úr Århus til Helsingør og seinni víðari til Keypmannahavnar, har tey leggja at 30. mai.

Lagt verður at við Norðuratlantsbryggjuna uml. kl. 14. á Norðuratlantsbryggjuni verður m.a. skipað fyri listaframsýning, tónleikatiltøkum, kunning um føroyska matlist, føroyska sniðgeving og ferðamøguleikar til Føroya og í Føroyum.

2. juni 2019 verður stórt hátíðarhald fyri Merkinum. Fyrst fara skipsmanningar saman við føroyingum í Keypmannahavn í skrúðgongu frá Norðuratlantsbryggjuni til Garð (Regensen), har Merkið fyri fyrstu ferð var havt á víðum lofti í mai 1919. Tað var úr vindeyganum í kamari 16 á gongd 7.

Eitt lítið minningarháld verður har, og eitt føroyskt kór fer at syngja. Síðani verður farið til gudstænastu í Holmens Kirkju. Frá Holmens Kirkju verður farið í bussum til Nordmandsdalen, ið er partur av Fredensborg Slotgarði.

Tað var her, Kjartan Mohr tann 2. juni 1919 gekk á odda við Merkinum, tá ið tað fyri fyrstu ferð alment varð sýnt fram.

Farið verður í skrúðgongu til Nordmandsdalen, og Mouritz Mohr, abbasonur Kjartan, fer at ganga á odda, berandi Merkið. Tá ið komið er fram, fara umboð fyri Føroya Landsstýri umframt Jógvan Arge at bera fram røðu, og eitt føroyskt kór fer at syngja.

Um kvøldið 2. juni verða tónleikatiltøk við føroyskum orkestrum og sangarum á Norðuratlantsbryggjuni.

 

Opið skip í øllum havnunum

Í Keypmannahavn eins og í hinum havnunum, har flotin leggur at, verður opið skip, so fólk á staðnum fáa høvi at sleppa undir dekk og síggja tey viðurskiftini, sum manningarnar livdu og arbeiddu undir, tá ið skipini vóru til fiskiskap undir Íslandi og í Grønlandi.

 

Felagið Føroysk Træseglskip hevur gjørt ein faldara, sum í stuttum lýsir tann týdning, sum sluppirnar høvdu fyri menning av føroyska vinnulívinum og sostatt eisini av samfelagnum. Faldarin sæst HER. Í faldaranum verður eisini greitt frá, hvussu føroyski fiskiflotin hevur ment seg, og víst verður eisini á, hvussu føroyskar fyritøkur hava megnað at ment eina laksavinnu, ið framleiðir eina vøru í heimsflokki.

5. juni siglir flotin úr Keypmannahavn til Ebeltoft, har flotin fer at liggja við bryggju við Fregatten Jylland. Í Ebeltoft verður m.a. skipað fyri málningarframsýning umframt ymiskum tónleikatiltøkum.

 

Heimferðin

Sunnudagin 9. juni fer flotin at sigla heimaftur. Á veg til Føroya fer flotin at leggja at í Lerwick fyri at kunna hetlendingar um tann týdning, sum avgerðin hjá bresku stjórnini at góðkenna Merkið sum føroyskt tjóðflagg hevði fyri samleika føroyinga. Roknað verður við, at skipini verða aftur í Føroyum 16. juni.

Flaggsigling 2019 er bæði til frama fyri mentan og vinnu. Stórur dentur verður lagdur á, at tær luttakandi føroysku fyritøkurnar fáa høvi at sýna fram teirra vørur, og at tey vitjandi fáa nakrar góðar upplivingar, sum kunnu kveikja áhuga fyri Føroyum.

Á faceBook er skipa ein leinkja við navninum flaggsigling 2019, har til ber at kunna se nærri um ferðina

Sí eisini: https://www.nordatlantens.dk/ 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund