Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað loysir seg ikki hjá okkum tá fiskast skal til uppboðssøluna

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.05.2019 - 11:19 Politikkur Tíðindi

- Summar túrar noyðist reiðaríið at keypa okkum fiskirættindi á uppboðssølu, fyri at hava nóg mikið av kvotu, og tá er komið fyri, at hýran hjá mær er farin niður í umleið helvt, so tað sigur seg sjálvt, at ein fer at hugsa um heldur at arbeiða uppi á landi, har ein hvønn dag er saman við konu og børnum, sigur ein av fiskimonnunum, sum Norðlýsið hevur tosað við.

Tað liggur ikki til føroyska fiskimannin at gráta alment, og tí halda tey væl til standa millum kaffikopparnar í høvuðsstaðnum, nú tilfeingisgjøld og inntøkur av uppboðssølum streyma inn í landskassan at fíggja almenn projekt og meirnýtslur av Glasi, tjóðleikarhús o.a., men steðgar tú á, tigur og lurtar eina løtu millum húsini í Klaksvík og aðrastaðni úti um landið, hoyrast aðrar røddir á túnum og torgum.

Tað skal nógv til, áðrenn føroyski fiskimaðurin fer upp á barrikadurnar at rópa, og tí hoyra vit ikki so nógv í almenna kjakinum um neiligu avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini.

Norðlýsið hevur dagliga samband við fleiri fiskimenn í lokalsamfelagnum, og tað er eingin ivi um at serliga uppboðssølan skapar stóran ótryggleika. Eisini eru onnur viðurskifti sum hava tørv á at verða broytt, men lat tað liggja fyri fyrst.

Tað er óðamannaverk at avdúka nøvn á privatpersónum og harvið gera hesar til offur fyri almennum politiskum kegli, men Norðlýsið kennir sínar keldur, og tær eru autentiskar.

Hevur mist útivið 20%
av síni ársinntøku

Í farnu viku greiddi ein sjómaður Norðlýsinum frá, at hann nú av álvara umhugsar at fara upp á land. Hýran er nú farin so langt niður, at tað í hansara føri ikki longur gevur meining at vera fiskimaður.

Frammanundan var hýran nakað hægri enn tað, ein vanliga vinnur uppi á landi, um ein er umborð teir flestu túrarnar, og tí loysti tað seg fíggjarliga hjá honum at vera sjómaður, har ein sigur frá sær nógva tíð saman við konu og børnum, vinum og áhugamálum.

Men nú uppboðssøla og tilfeingisgjald er ein veruleiki, er hýran hjá hesum sjómanni ikki longur stórt meir enn tað, ein kann vinna við vanligum arbeiði uppi á landi, og tí umhugsar hesin sjómaðurin at leggjast upp á land at arbeiða.

Túrarnir eru ógvuliga ymiskir, og nógv viðurskifti spæla inn, men samanumtikið roknar hesin sjómaðurin seg fram til, at hansara ársinntøka er lækkað við útivið 20%

- Summar túrar noyðist reiðaríið at keypa okkum fiskirættindi á uppboðssølu, fyri at hava nóg mikið av kvotu, og tá er komið fyri, at hýran hjá mær er farin niður í umleið helvt, so tað sigur seg sjálvt, at ein fer at hugsa um heldur at arbeiða uppi á landi, har ein hvønn dag er saman við konu og børnum.

Kommunukassarnir missa
meðan landskassin vinnur
Stóra broytingin av
inntøkugrundarlagnum hjá bæði reiðaríum og fiskimonnum hevur longu fingið og fer at fáa neiligar fíggjarligar avleiðingar fyri lokalsamfeløgini, sum hava satsað upp á fiskivinnu og tí hava bygt sína tilveru og fíggjarliga grundarlag á hesa vinnu.

Tað sigur seg sjálvt, at tá ein fiskimaður missur heilt upp í 20% av síni inntøku, so rakar hetta fyrst viðkomandi persón og hansara familju. Í øðrum lagi gongur hetta eisini út yvir teirra keypiorku, sum aftur skerjir inntøkurnar í lokalsamfelagnum enn meira.

Skattliga gongur hetta fyrst og fremst út yvir heimakommununa har inntøkuvøkusturin hjá stóru kommununum í norðurøkinum, har flestu fiskimenn búgva, hevur verið minni enn miðal fyri landi. Samstundis eru skattainntøkurn ar hjá mittastu kommununi væl oman fyri miðal.

Øll kenna vit, hvussu almenna orðaskiftið í sambandi við fiskivinnunýskipanina, mangan hevur verið merkt av ákærandi røddum ímóti sjómanninum og norðurøkinum sum heild, at hesir vinna ov nógvan pening o.s.fr.

Hetta politiska rákið førdi við sær, at vit í dag hava fingið eina fiskivinnunýskipan, sum við uppboðssøluni skerjir manningarhýrurnar, og tað fær avleiðingar so ella so, staðfestur  fiskimaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…