Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ólavur Larsen um KÍ-HB: Kanska umdystur og brotsspørk

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.05.2019 - 19:36 Ítrottur Tíðindi

Í Norðlýsinum hesa vikuna er samrøða við Ólav Larsen, fótbóltsviðmerkjara og fyrrverandi hjálparvenjara hjá ÍF. Hann metir um seinni hálvfinaluna millum KÍ og HB. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1 og aftur hesaferð er lagt upp til ein javnan og spennandi dyst sambært Ólavi. Niðanfyri er brot úr greinini.

 

Kanska umdystur og brotsspørk

Ólavur Larsen heldur, at tað kann vera ein vansi fyri KÍ, um teir fara at spæla uppá úrslitið frá fyrra dystinum.

- Tað er ikki ein vansi at hava betri útgangsstøðið áðrenn seinna dystin, sum KÍ hevur her. Tað vil tað ongantíð vera. Men vit síggja tað aftur og aftur í altjóða fótbólti, at liðini við verra útgangsstøðinum koma víðari. Kanska man fer inn til dystin við einum hugburði um at halda eitt úrslit. Tað kann vera, at Mikkjal hugsar, at um hann klárar at halda málið reint, so er hann víðari. Men tað kann man ikki gera móti HB uttan, at 70 minuttir eru farnir, og tað er 0-0. Tá kann ein siga, at nú má ein royna at halda støðuna. Fær man boð um sum leikari áðrenn dystin, at einki mál má ígjøgnum, tí man sær tað vera trupult at skora móti einum sterkum liði, so kann tað blíva eitt verjukent útgangsstøðið, og tað kann seta seg inní høvdið hjá leikarunum. Men tað trúgvi eg ikki uppá, at tað verður í hesum føri.

- Eg vænti ein góðan dyst. KÍ-arnir hava kanska síðstu árini verið kendir fyri at hava hondbremsuna eitt sindur uppi, men tað hava teir ikki havt í ár. HB-arnir hava ikki hondbremsuna uppi, so eg eri nokkso vísur í, at tað verður ein spennandi dystur. Fyri KÍ er eg bangin fyri, at tað verður eitt øgiliga svangt HB-lið, sum kemur til Klaksvíkar. KÍ á heimavølli er onkursvegna ein favorittur. Eg veit ikki um eg tori at siga, hvør fer at vinna dystin, men eg vænti hann verður javnur, og eg eri fyri KÍ bangin fyri, at tað koma fleiri mál, so kanska ein 2-2 javnleikur er eitt gott boð sum so ger, at HB fer víðari. Men tað kann eisini vera 1-1 og longd leiktíð. HB vann báðar dystirnar í Klaksvík í fjør, og tað kann spæla inn. Men hetta er eitt nýtt KÍ-lið, sum eisini spælir við nógv størri sjálvsáliti enn tá, sigur Ólavur Larsen at enda.

 


Dysturin millum KÍ-HB byrjar mikukvøldið kl. 18.00, og dómari verður Petur Reinert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð