Lýsing
Lýsing
Nær fara samgonguleiðararnir at plaserað ábyrgd? | Mynd: Álvur Haraldsen

Eftirlýsing: Ábyrgdarfull fíggjarstýring

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.05.2019 - 09:00 Leiðarin Mentan Politikkur

Við núverandi fíggjarliga ábyrgdarloysinum verður tað ikki leingi, til vit føroyingar hava mist 400 milliónir skattakrónur. Tann næsta risastóra byggigølan hjá tí almenna byrjar nú at vaksa seg størri. Og gongst sum við teirri fyrru, so fara hesar 51 milliónirnar í meirnýtslu at margfaldast. Tær eru longu vaksnar til 51 frá at vera 42 milliónir síðst í mars. Og onki tykist vera lært, tí niðurlagið er nakað tað sama – “Nú mugu vit gera alt fyri at fáa bygningin lidnan” og “Hetta mugu vit kanna”.

Høvuðsorsakirnar til at vit fingu Stýrisskipanarlógina í 1994, bygnaðarbroytingarnar í 1996 og løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna sama ár var, at onki skil var á fíggjarstýringini í 1980’unum. Og so skuldi alt vera so gott, og tað hevur tað eisini verið í umleið 20 ár. Inntil nú.

Nú er aftur fíggjaróskil til ta stóru gullmedaljuna, og eins og í 1980’unum hevur ongin ábyrgdina. Ella, sum enntá fleiri tingfólk, sum áttu at vitað betur, orðaðu tað desember, øll hava ábyrgdina. Og tá sagt verður, at øll hava ábyrgdina, so merkir tað í praksis at ongin hevur hana, og skattgjaldarin fær rokningina.

Hví kenna politikarar so lítla ábyrgd av tí, teir seta í gongd? Løgtingið peikar av røttum eftir landsstýrinum, men landsstýrið peikar so víðari eftir Landsverki, og Landsverk peikar eftir undirveitarum og so verður vent við har og peikað hin vegin.

Tað er greitt, hvør hevur ábyrgdina. Tað hevur landsstýrisfólkið á økinum. Tá man tekur við embætinum sum landsstýrisfólk, so góðtekur man eisini, at ábyrgdin fyri tað, sum gongur fyri seg í málsøkinum, endar har. Ert tú landsstýrisfólk í til dømis heilsumálum, so kanst tú ikki skjóta ábyrgdina fyri tað, sum gongur fyri seg í heilsuverkinum, yvir á nakað annað landsstýrisfólk ella løgmann. Og so als ikki yvir á nakran, sum ikki er landsstýrisfólk. Soleiðis eru treytirnar og hava verið tað í 23 ár.

Á sama hátt hava landsstýrisfólkið í samferðslumálum ábyrgd av tí sum ráðið varar av, landsstýrisfólkið í mentamálum av tí, sum tað ráðið varar av og so framvegis. Og harumframt hevur løgmaður so eftirlitisskyldu við, um landsstýrisfólkini liva upp til sína ábyrgd.

Tá man setir eina byggiverkætlan í gongd, so má man álvaratos hava gjørt sær eina realistiska meting av, hvat hon fer at kosta. Landsstýrið hevur eina ørgrynnu av búskaparfrøðingum í starvi. Tað kann ikki bera til, at ongin av teimum dugir at gera eina kostnaðarmeting, sum heldur bara nøkulunda. Er tað veruliga so illa statt, so er neyðugt at biðja útlendingar um at gera tað fyri okkum.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar sær nú til fútan við ábyrgdarpersónum í Landsverki við einum endurgjaldskravi fyri eyga, skilst. Andstøðan heldur hetta vera at flyta fokus frá sær sjálvum, og tað er tað kanska eisini, men um Landsverk verður fríkent, so liggur ábyrgdin aftur hjá landsstýrismanninum. So hetta kann eisini síggjast sum ein royna at plasera ábyrgd.

Leikluturin hjá løgmanni hevur illa nokk verið til at fingið eyga á. Hann hevur ikki álagt nøkrum landsstýrisfólki at taka ábyrgd. Tvørturímóti vardi hann landsstýriskvinnuna í mentamálum, tá misálit varð reist. Og samferðslumálaráðharranum ella heilsumálaráðharranum hevur hann heldur ikki funnist at. Um hetta er tí, at hann vil verja “síni” landsstýrisfólk, so er talan um ein púrasta misskiltan loyalitet. Tá Føroya fólk missa 400 milliónir í skattakrónum, so má og skal fremsta raðfesting vera at steðga teimum, sum hava ábyrgdina av hesum missinum, og draga tey til svars. Ikki at verja avvarðandi landsstýrisfólk.

Ikki síðani fyrru helvt av 1990-árunum hava vit havt størri tørv á, at onkur plaserar ábyrgd, og at tey sum hava ábyrgdina, taka hana í álvara.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin