Lýsing
Lýsing
Lýsing

Júst: - Vit vilja vísa hvat vit hava at bjóða

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  22.05.2019 - 10:00 Kykmynd Tíðindi Vinna

Ein av fyritøkunum ið eru á Atlantic Fair í Klaksvík eru tær báðar fyritøkurnar í nýliga blivu lagdar saman í eitt samtak, Hey og Nema. Vit hittu stjóran í samtakinum Júst í Túni Vang til eitt styttri prát í dag, sí kykmynd niðast.

Júst greiður frá, at høvuðsendamálið við at vera á Atlantic Fair er at møta verandi, og møguligum nýggjum kundum.

- Vit vilja vísa teimum hvat vit hava av ymiskum loysnum, innanfyri telefoni, men eisini innanfyri ymiskar skipanir sum vit selja.

 

17 fólk í starvið á Stangavegnum

Júst greiðir frá, at tey á deildini á Stangavegnum í Klaksvík í løtuni hava 17 fólk í starvi. Hesi størv spenna víða, alt frá starvsfólkum ið virka við forritan, fólk ið starvast innanfyri KT tænastur og so hava tey eisini handilin ið selur telduútgerð, skrivstovulutir og líknandi. Eftir samanleggingina við Hey ber nú eisini til at tekna hald til telefon og internet, og eisini at keypa telefonir.

 

Nøvnini vera varðveitt

Tá spurt verður inn til, um tey hava ætlanir um at dagføra samleikan til at hava eitt felags navn, sigur Júst:

- Vit hava ikki arbeitt við nøkrum samleikaskifti. Vit halda at bæði nøvnini eru fín. Hey er vælegnað til privatkundar og hevur nakað lætt og frískligt yvir sær. Meðan Nema brandið hevur nakað meira business-to-business yvir sær, tá tað vendir sær meira til virkir, kommunur og stovnar. Hesum ætla vit at halda fast í.

Eisini greiðir stjórin frá um nakrar av teimum avbjóðingunum ið eru, tá tvær fyritøkur sum Nema og Hey vera lagdar saman. Sí kykmyndina niðanfyri.

Samrøða við Júst í Túni from Norðlýsið on Vimeo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási