Lýsing
Lýsing
Lýsing

HB átti aftur síðsta orðið í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  22.05.2019 - 20:34 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

At HB stórtrívist móti KÍ fingu vit staðfest aftur í kvøld. KÍ var betri við enn sunnudagin og stríddist óført, men HB var betra liðið, skapti meir og vann at enda uppiborið.

Aftur hesaferð spældi KÍ við leikarum á plássum, har teir vanliga ikki hava spælt. Jesper Brinck spældi sum høgri bakkur og Jóannes K. Danielsen spældi sum vinstri vongur. Tað var hann vanur við sum yngri, men nú kenna vit hann best sum ein av bestu høgru bakkum í landinum. HB byrjaði í somu uppstilling sum móti KÍ í landskappingini.

 


Lítið spæl í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki var lítið av skipaðum spæli. KÍ legði dent á at standa væl, meðan HB hevði trupult við at koma ígjøgnum og royndi seg eisini við longum diagonal skiftum. Onkrar vandastøður spurdust burturúr, men heilt stóri málmøguleikin kom ongantíð.

 


Ari enn einaferð

Við støðuni 0-0 var KÍ víðari, og tað byrjaði at merkjast í seinna hálvleiki. HB setti seg meir og meir á dystin, meðan KÍ-leikararnir runnu aftaná. HB kom til onkrar málmøguleikar, tó ikki teir heilt stóru. Í 65. minutti kundi KÍ havt lagt seg á odda, tá Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen komu leysir, men einki spurdist burturúr. HB legði meir og meir fyri og eitt trekk var at gera nakrar broytingar og so senda Hørður H. Askham í álopið og so spæla meir við innleggum afturi frá. Tað var HB, ið stóð fyri tí mesta. KÍ-arnir runnu aftaná størsta partin av dystinum, og tað kann vera strævið og kann kosta móti endanum. Ikki tí, tað var kanska skilligt sum tíðin gekk, at KÍ spældi uppá tað trygga, tí við 0-0 var KÍ víðari. Í 89. minutti svevur KÍ-verjan. Knappliga var nógv pláss millum Jesper Brinck á høgra bakki og Deni Pavlovic í miðverjuni. Tróndur Jensen spældi fram til Ara M. Olsen, sum sparkar í málið til 1-0 og so kókaði millum HB-áskoðarafjøldina. Hetta er ein vani hjá Ara at skora móti júst KÍ, so heilt óvæntað var tað ikki, at hann gjørdist hetjan. KÍ royndi at trýsta, men tað var lítið av tíð eftir, og HB vann enn einaferð móti KÍ. HB er sostatt í steypafinaluni og sæð yvir báðar hálvfinalurnar, var tað uppiborið, hóast avgerðin fall seint.

Lýsing
Seinastu tíðindini
10'arin er funnin
Luitjen A. Apol vann Kjølur Open 2026
Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík
Sigrun og Eyðbjørn vitja Norðlýsið
Ítróttafagnaður: Jórun & Jórun í uppskot…
Verður fosturtøku­lógin longu víðkað?
Ítróttafagnaður: Sámal Jákup í uppskoti…
Vinnulívspakkar til Ítróttafagnaðin
Atgongumerk­ini ganga undan til Norðfesti…
KÍ hevur ársaðalfund í kvøld
Ein ordans ítróttarveitsla í Varpinum le…
Tilnevn­ingar ÍtróttaELDSÁLIN 2025
Kalsoyingar stúra
Evnaríkur unglingur tekur arvin
Blákollan 25 ár
Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klak…
Hesir vóru til lands í Íslandi um ár 190…
Ræðuherferðin hjá Sambands­flokki­num í fu…
Starvs­felagið: Fimm valevni til nevndina
Torradagar: Heimurin á einum vegamóti