Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rukkulakkin á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  25.05.2019 - 10:53 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við listaframsýningina í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum Rotary hevur listaframsýning, hava fyrireikarnir av Norðoyastevnuni gjørt avtala við Óla P. um at finna nøkur kut úr tí kenda blaðnum, Rukkulakkin, sum bert kom út á Norðoyastevnu fyri nógvum árum síðan.

Fyrsti Rukkulakkin kom út á Norðoyastevnu í 1958 og vóru tað serliga Willy Sørensen og Alex Sólstein, sum løgdu hann til rættis. Hetta vísti seg at veðra eftir tátíðar meti og nógv ár fram - ein succes.

Ritstjórnin vaks og vóru mangir, sum høvdu góð hugskot til Rukkulakkan, ið var ein afturlítandi mynd av tí, ið hent var árið fyri – tó helst við einum skeivum vinkli.

Tá ið Alex Sólstein bleiv skúlastjóri í 1960 tók hann seg úr, men Óli P, Willy Sørensen, Nølli Kjølbro – onkuntíð Eli Nolsøe og Bernhard Brim og aðrir hildu fram. Rukkulakkin kom út frá 1958 til 1981, tó ikki 1976, 77 og 78.

Upprunin til Rukkulakkan var helst helst læknastríðið, sum legði eina heldur døkka tíð yvir Klaksvík og lítið felagslív var í mong ár, greiðir Alex Sólstein frá. Tað bleiv so ein fundur við m.ø. Jóhan Nielsen, presti, Símun Hansen, Robert Joensen, John Reid Bjartalíð, Alex Sólstein, Óla Dahl og øðrum.

Úr hesum fundi spratt m.a. eisini, at stig vórðu tikin til at skriva kenda og væl lydda jólablaðið, Hugnalig jól, sum kom út á fyrsta sinni í 1959 og helt fram væl inn í 80-ini. Og eisini kom Rukkulakkin árið fyri í 1958. Annað mentanarligt virksemi tók seg upp við sjónleiki og fótbólturin gekk sína gongd við eina mest John Reid Bjartalíð sum undangongumanni.

Samstundis var Útvarpið fyri stutt síðan á stovn, og hetta hildu hesir somu menninir vera áhugavert og bóru teimum onkur tíðindi – Serliga John Reid Bjartalíð tók henda táttin upp. Hetta tók so Rukkulakkin eisini til sín og skrivaði útvarpstíðindi við skeivum vinklum eftir John Reid Bjartalíð: “Hvør fjøl flýtur á floti í dag – eingin var bestur, fleiri vóru næstbestir”, var eitt dømi.

Óla Jákup Jacobsen, sum var ein rættur framburðsmaður í síni tíð, og hevði nóg góð hugskot, men hevði kanska torført við at fáa tey øll sett í verk og vinna á mál. Hann uppfann m.a. eina egningamaskinu, sum oftani var teknað í Rukkulakkanum. Í tí eina Rukkulakkanum vísti tað seg, at tað var Óla Jákup, sum sat inni í egningamaskinuni og egndi.

Rukkulakkin var so væl umhildin við sínum skeivu vinklum, at til tíðir hoyrdist um menn og kvinnur, sum okkurt árið ikki vóru við, at tey vóru “fornermaði” um ikki at vera við – hildu seg hava gjørt ov lítið í farna árinum.

Tað er eydnast fáa Óla P. at finna fram gamlar Rukkulakkar og taka eitt kut úr hesum, forstørra nakrar tekningar upp, og gera eina framsýning burtur ár teimum.

Eisini eru vit so heppin at fáa Óla P. og Alex Sólstein at hugleiða um góðar gamlar dagar við støði í Rukkulakkanum – Hetta verður gjørt í Miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin á Norðoyastevnu kl. 16.30, har framsýningin eisini er úr Rukkulakkanum – og so annars framsýningin hjá Klaksvíkar Rotary Klubbi.

Framsýningin er eisini opin sunnudagin 2. juni kl. 15.00 - 20.00.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…