Lýsing
Lýsing
Lýsing
Valla nógvir føroyingar, ið ikki minnast Thamesánna soleiðis. Seinast hon frysti, var í 1963. | Mynd: independant.gov.uk

Frost Fair í London

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  31.05.2019 - 09:00 Tíðindi Veðrið

Hóast tað ikki er nærliggjandi í dag at hugsa, so er Thamesáin, sum rennur ígjøgnum London, ofta fryst. Ísurin hevur verið so tjúkkur, at ikki bert fólk hava gingið eftir ísinum, men eisini ross og oksar – og onkur fílur eisini.

Frágreiðingar eru at finna um ís á Thamesánni heilt aftur til ár 250 eftir Kristi føðing.

Ímillum 1309 og 1814 vóru 20-30 vetrar so kaldir, at áin frysti. 5 vetrar var so kalt og ísurin so tjúkkur, at Londonbúgvar settu upp sølubúðir á ísin.

Tey kaldastu árini eru eisini nevnd London Frost Fair. Tá var ísurin eisini nýttur sum farvegur til hestavagnar, og eitt karnival varð hildið á ísinum. Næstan øll fólkini í býnum vóru í karnevali.

Tá ið tíðini var tað eitt sindur lættari at fáa ísin at leggja seg á Thamesánna. Áin var eitt sindur breiðari tá, so vatnið rann eitt sindur spakuligari omaneftir. Eisini steðgaði tann gamla brúgvin (Old London Bridge) eitt sindur vatninum at renna, umframt at rekar og ísur vóru føst í stabbunum.

Tíðarskeiðið Frost Fair var í Thamesánni, var í sonevndu lítlu ístíðini. Miðalhitin á allari jørðini var frá 1400 til 1800 nakað lægri enn nú. Vísindafólk meta, at høvuðsorøkin hevur helst verið lítil aktivitetur á sólini – fáir sólblettir.

Veturin 1607/08 settu hárskerar, skósmiðir og aðrir handverkarar og handlismenn búðir sínar upp á ísinum á Thamesánni. Eisini vóru heilir oksar steiktir.

Veturin 1683/84 var áin heilfryst í samfullar 2 mánaðir. Tá var ein stór og long veitsla hildin á ísinum við skoytukapping, kapprenning við rossum og hestavagnum, dukkusjónleiki saman við nógvum mati og drekka.

Í 1963 tók Mr. Hopkins nakrar myndir av fólki o.ø. á ísinum.

Veturin 1816/17 var ísur so tjúkkur, at ein fílur gekk eftir honum.

Um 1750 fór miðalhitin at veksa aftur, og tað gjørdist longri ímillum teir køldu vetrarnar.

Áin er nú smalari, vatni rennur skjótari, og tann gamla brúgvin um ánna varð tikin niður í 1831. Brúgvarnar, sum er gjørdar síðan tá, eru allar opnari ímillum stabbarnar.

Í nýggjari tíð var Thamesáin fryst í 1947 og í 1963. Síðan tá er eingin ísur sæddur í ánni.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN