Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fjøllini hvít, nú tað stundar til Norðoyastevnu | Mynd: Undirritaði

Vár við vátakava..!..

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.05.2019 - 10:21 Tíðindi Veðrið

Tað er lítið hugaligt at fara undan dýnuni, tá ið kavaæl og vátaslettingur kappast at pikka upp á rútin.

Norðoyastevnan nærkast við m.a. Royal Run og kappróðri! Hvussu verður við veðrinum í vikuskiftinum? Havi hugt eftir kortum frá ymiskum veðurstovum og eisini øðrum heimasíðum.

Kalda luftin av útnyrðingi – saman við vátaslettingi og kavaæli – fer at halda á allan dagin í dag og í morgin. Vindferðin um teir 10 m/s alla tíðina.

Fríggjanátt fer ættin at snara eysturum, úr útnyrðingi til landnyrðing, og fríggjamorgun er eysturætt. Sama vindferð, um 8 til 12 m/s. Eftir tað er luft av evropeiska meginlandinum, sum kemur hendavegin. Hetta eigur sjálvandi at síggjast aftur á hitalagnum.

So langt so gott.

Saman við heitari luft kemur regn. Viðhvørt, ið hvussu so er. Og soleiðis verður eisini hesaferð. Fríggjakvøldið fer at regna. Tað fer at regna í eina løtu, og nakað eftir midnátt fer at slíta í eina løtu. Men tíðliga leygarmorgun fer at regna aftur í nakrar tímar, og vindur veksur eitt sindur.

Ikki lætt at siga, hvussu leingi tað regnar, men til middags ella har á leið. Kanska ein ella tveir tímar út á seinnapartin. Eftir tað støkkur ættin niður í útsynning-sunnan, tað slítur í, og vindurin minkar niður í nokkso lítið.

Enn eru 3 samdøgur til renningina og eitt sindur longri til kappróðurin. Viðurskiftini í lufthavninum kunnu enn broytast, men soleiðis sær út í morgun.

Norðoyastevnuveðrið verður dagført her í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…