Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað ræður um at seta við. Hesar fittu genturnar bera arvin víðari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag | Mynd: Oliver Joensen

Frá landnámi til Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.05.2019 - 10:48 Ítrottur Leiðarin Mentan

ella Túsund orð um Bø, Vág, Klakksvík, KÍ og Norðoyastevnu

Lítið, fyri ikki at siga nærum onki, er til skjals um upprunan til Klaksvík sum búpláss. Í Jarðarbókini frá 1584 verða tær fýra bygdirnar á Myrkjanoyri, (norðuri) í Vági, á Uppsalum og í Gerðum nevndir saman við tí fimta, Oyri.

Tvey hundrað ár seinni vita vit, at íbúgvarnir har hava samvirkað (interagerað) so mikið nógv, at bæði fólk aðrastaðni frá og á staðnum eru farnir at umrøða bygdirnar undir einum. Ymiskt er tó, hvat heiti fólk brúka í 1700-talinum. Fólk í Norðoyggjum og eystarumegin í Eysturoynni brúka navnið (Norðuri/Inni) í Bø, meðan fólk aðrastaðni siga Norðuri í Vági.

Greitt er tó nú, at búseting hevur verið í Klakksvíkarøkinum síðani víkingatíð, men sera lítið skrivligt tilfar er frá teimum fyrstu øldunum. Tí vistu granskarar í fyrru helvt av 20. øld ikki um búsetingarnar, og bæði Robert Joensen og Christian Matras eru av teirri fatan, at búsetingin neyvan er eldri enn fyrrenn ár 1100. Sum grundgeving føra teir fram, at bygdin ikki er nevnd í Hundabrævinum frá 1350, helst tí hon er ov lítið og týdningarleys tá, og at fólk í Bø hava sagt “heim til Kunoyar”. Chr. Matras tekur hetta sum ábending um, at Vágur ella Bøur hevur verið ein niðursetubygd av fólki, sum eru komin úr Kunoy.

Men síðani fyrstu fornfrøðiligu útgrevstrarnir vórðu framdar við Borðoyavík í 1969 eru funnin prógv fyri, at búseting hevur verið í økinum síðani víkingatíð, umleið ár 800-1050. Leivdirnar frá teirri tíðini eru langhús bygd eftir víkingasiði, eins og møguliga neystaleivdir, og eru tær bæði við Borðoyarvík og úti á Oyri. Tær á Oyri eru tó ikki neyðuga eins gamlar, men mett verður at Oyri er eldri enn onkur av teimum fýra býlingunum við Vágna og innast í Borðoyarvík.

Fyrst í undanfarnu øld gjørdist Klakksvík felagsheiti fyri allar býlingarnar, ið tá vórðu vaksnir saman til ein samanhangandi bý. Upprunaliga var Klakksvík ein lítil vík undir Klakki, sum nú er løgd undir betong og asfalt. Tá kongaligi Einahandilin gjørdi úthandlar kring landið, varð í 1838 ein av hesum handlum lagdur har, og hann brúkti Klakksvík sum adressu. Búsetingin vaks av tí sama út eftir vestara armi og so við og við blíva fleiri adressatar í Klakksvík.

Formliga ber økið framvegis navnið norðuri í Vági, tá vit koma inn í 20. øld., t.e. sóknin og seinni kommunan, sum upprunaliga eita ávikavist Vaag sogn og Vaag sogns kommune. Men í 1911 verður kommununavnið broytt og í 1918 sóknarnavnið, og tá verður Klakksvíkarnavnið brúkt um býin, kommununa og sóknina.

Onki er at taka seg aftur í, at tað er gongdin frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, sum ger Klakksvík stóra. Tað er í hesi spennandi byltingartíð, at mentanin verður kollvelt fullkomiliga, og útlendsk árin seta føroysku eindarmentanina undir trýst uppá gott og ringt.

Longu áðrenn kommunan og sóknin taka Klakksvíkarnavnið til sín, verður 24. august 1904 stovnað næst-elsta fótbóltsfelagið í landinum (sum tó ikki byrjar sum fótbóltsfelag), og tað brúkar navnið Klakksvík. Í fundarfrágreiðingini frá stovnandi fundinum stendur, at samtykt er at “oprette en Sportsclub under navn af Idrætsclubben i Klaksvig, som foreløbig starter med en Tennisbane”. Fyrstu tíðina eru gerðabøkurnar á donskum, og har verður skrivað Klaksvig.

Næsta skotið á ítróttarbulinum hjá KÍ er heldur ikki fótbóltur, men krokk. Aðrar ítróttargreinir byrja at leggjast afturat, og í 1908 er KÍ karmur um tennis, krokk, skjóting, frælsan ítrótt og fimleik. Hetta er eisini árið, at skjøtul verður sett á ætlanirnar um fótbólt og fótbóltsvøll. Eitt sera drúgvt fyrireikingararbeiði fer nú í gongd, og í 1911 spælir KÍ fyri fyrstu ferð ímóti liði úr øðrum plássi í Føroyum.

Hesin dysturin var sjálvandi ímóti tí, sum skuldi gerast arvafíggindin, nevniliga HB úr Tórshavn. Fyrsti dysturin teirra millum var úti, 16. juli 1911, og endaði við, at HB vann 5-0. Tann 9. juni í 1912 møtast liðini aftur í Havn, og tá vinnur HB “bert” 2-0. Klakksvíkar Ítróttarfelag bjóðar Havnar Bóltfelag til revanchu í Klakksvík, og dysturin tann 18. august endar við 3-3 javnleiki. Hervið varð spírin lagdur til klassikaran yvir teimum øllum í føroyskum fótbólti, og feløgini hava verið arvafíggindar uppá tann góða mátan síðani.

Tórshavn hevði leingi einastu summarstevnuna í landinum, sum upprunnaliga ikki var nøkur stevna, men meira fólk sum valfartaðu til Havnar at hittast og fylgja við, tá Løgtingið varð sett á ólavsøku. Tingmenn og fylgi lógu vanliga nátt ella nætur í Tórshavn vegna tvørrandi samferðslumøguleikarnar tá í tíðini, og so við og við vuksu festligheitirnar við hesum. Tá vit koma fram til 1923 eru arbeiðsgevararnir í Suðuroynni so troyttir av, at arbeiðararnir fara til Havnar á hvørjum ári og eru burtur í fleiri dagar, at teir gera ikki mætari enn at skipa fyri ólavsøku í oynni. Longu árið eftir verður hendan Suðuroyardeildin av ólavsøku skift út við jóansøkuna, sum gerst fyrsta summarstevnan afturat ólavsøkuni.

Í 1930’unum gerst áhugin fyri kappróðri sera stórur kring allar Føroyar, og vit byrja at síggja kappróðrarfeløg kring landið alt. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag verður stovnað í 1934, og í 1936 fáa vit Klakksvíkar Róðrarfelag. Sama árið er fyrsta Norðoyastevnan, sum sostatt byrjar sum ein róðrar- og summarstevna og norðoyinganna svar uppá ólavsøkuna í Havn og jóansøkuna í Suðuroy. Á hesi fyrstu norðoyastevnu møtti KÍ aldursforsetanum TB, og úrslitið gjørdist 2-1 til KÍ. Tað hoyrir tó við til søguna, at returdystin á Tvøroyri vann TB 4-0.

Javngamalt við Norðoyastevnu er bóltfelagið B36 í Tórshavn, og stutt eftir stovningina av tí felagnum og eftir fyrstu norðoyastevnuna spældu KÍ ímóti hesum spildurnýggja felagnum. KÍ vann fyrra dystin 2-0 og seinni dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

Við kappróðrinum var tað so, at fyrstu árini ferðaðust róðrarbátarnir ikki altíð millum stevnurnar vegna vánaliga ferðasambandið. Men í 1937 rør Klakksvíkingur hjá Klakksvíkar Róðrarfelagi á ólavsøku, og í 1939 er fimmmannafarið Fípan Fagra eisini við. So skjótt gongst hjá nýstovnaða róðrarfelagnum í Klakksvík, at í 1940 eru tvey 2 tíggjumannafør við úr felagnum, bæði Klakksvíkingur og Stangarbáturin, tann seinni tó mannaður við bretskum hermonnum.

Við hesum var vøllurin kritaður, og tær stóru kappingarnar og summarstevnurnar kring landið komnar í fasta legu. Í 1942 byrjaði landskappingin í fótbólti á hesum grundvølli, har stóru kappingarneytarnir hava kappast síðani, meðan FM í kappróðri, sum vit kenna hann í dag, stavar frá 1973, tó at ein serstøk FM-stevna fyri kappróður var árini 1964-1972.

(Undrast onkur á, at í hesum teksti er skrivað Klakksvík við 4 k’um, so er orsøkin tann, at hetta var navnið á býnum, sóknini og kommununi fram til 1954, tá tað varð samtykt, at eitt k skuldi fella burtur, og sostatt navnið, tá hendingarnar í hesum teksti fara fram).

 

Keldur: 
Dahl, Árni: Bóltspøl millum Klakk og Kjøl. KÍ 1904-1954. Klaksvíkar Ítróttarfelag 2009.
Lützen, Jóhann: “Her hvar blíðskapurin aldrin sveik – Hugleiðingar um Norðoyastevnu.” Í: Norðlýsinum 1. juni 2018.
Michelsen, Vagnur: “Føroysk róðrarsøga hevur mín heilt stóra áhuga”. Av Hvannrok.fo, 10. juni 2016, heintað 25. mai 2019 frá http://www.hvannrok.fo/2016/06/10/foroysk-rodrarsoga-hevur-min-heilt-stora-ahuga/.
Sølvará, Hans Andrias: Klaksvíkar søga 1. bind. Frá búseting til fríhandil. 1000 til 1856. Klaksvíkar Kommuna & Sprotin 2008.
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan