Lýsing
Lýsing
Lýsing

JÚ, VIT KUNNU!

SKRIVAÐ: Sonja Jógvansdóttir  |  04.06.2019 - 14:07 Lesarabrøv Tíðindi

Í morgin eigur tú avgerðina. Tað er tú sum avgerð, hvør tú heldur umboðar teg og títt land best.

Eg havi í hesum valstríðnum fortalt smáar søgur um alt tað, vit kunnu. Eg eri sannførd um, at tað er neyðugt at vísa á, hvussu ómetaliga ófør vit eru sum fólk og land. Tí ofta gloyma vit, hvussu langt vit eru komin sum samfelag, og hvussu vit ár eftir ár hava ment og skapa framburð og broytt samfelagið til tað, vit kenna í dag.

Vóru fleiri dagar eftir av valstríðnum kundi eg fortalt uppaftur fleiri jaligar søgur.

Tí vit síggja tað allastaðni: slóðbrótandi gransking, ítróttarfólk sum bjóða heiminum av, ein ovurhonds íverksetarahug, blómandi mentanarlív, vit verða betur og betur til at virðisøkja okkara tilfeingi, og bjartskygni og framtakshugur ger, at fólk velja Føroyar.

Eg veit væl, at alt ikki er ljósareytt í okkara samfelag, og at tað eru familjur sum liva í fátækradømi, bústaðarneyðin er stór og tað eru ikki øll, sum hava fingið lut í tí stóra framburði, sum hevur verið í Føroyum. Hetta mugu vit leggja alla okkara orku í at fáa broytt. Fortreytin fyri tí er, at vit á løgtingsvalinum í august eru nóg nógv, sum vilja tað sama og sum vilja leggja nógv fyri at lyfta øll úr fátækraváða og byggja íbúður til láglønt. Og sjálvandi fara vit eisini at megna at vinna á hesi avbjóðing.

Vit eru raskasta fólk í heiminum. Vit liggja heilt í toppinum, tá tað kemur til, hvussu stórur partur av fólkinum er á arbeiðsmarknaðinum. Hvønn tann einasta dag geva vit øll okkara íkast til at skapa eitt framkomið og ríkt samfelag. Vit eiga øll lut í tí stóru menning, sum vit síggja í samfelagnum, og vit eiga at vera stolt.

Lat tí ongan fortelja tær, at tú ikki kanst, tí sjálvandi kunnu vit alt tað, vit seta okkum fyri. Tað vísir søgan okkum, og tað prógva vit hvønn tann einasta dag. Tað eru tey virðir, ið vit sjálvi skapa, sum tryggja okkara vælferð og eitt samfelag fyri øll.

Tí er tað óvirðiligt at senda eitt umboð á Fólkating, sum byggir sín politikk á, at tað er betur at danir gjalda fyri okkum og tað er betur at danir umboða og tosa fyri okkum á økjum sum hava týdning fyri okkum

Ongin er betur at umboða okkum enn vit sjálvi og sum raskasta fólk í heiminum skulu vit sjálvandi gjalda fyri okkum sjálvi.

Lat okkum í morgin nú vísa, hvør stirðil er í okkum, lat okkum vísa viljan til at standa á egnum beinum og taka ábyrgd av landinum og hvør øðrum.

Tað er onki, vit ikki kunnu, og í morgin vísa vit tað við at velja eina frælsisrødd at umboða Føroyar á Fólkatingið.

Lat bjartskygni, sjálvsálit og áræði vera vegvísara fyri tínari atkvøðu.

Gott val.

 

Sonja Jógvansdóttir

Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…