Lýsing
Lýsing
Lýsing
Magni Arge fall á Fólkatingsvalinum og segði í viðtalu við Kringvarpið, at hann nú fer at taka sæti í løgtinginum í dag. Hetta merkir at Ingolf S. Olsen má úr løgtinginum | Mynd: kvf.fo

Heimastýrið vann – teir borgarligu størstu framgongdina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2019 - 02:33 Leiðarin Politikkur

Tølini tala. Við eini afturgongd uppá 5,9 prosentstig gjørdist Tjóðveldi tann stóri taparin á fólkatingsvalinum í gjárkvøldið. Hví so var, kann sjálvandi ikki sigast við vissu, men í forhøllini í Kringvarpinum bleiv tað ofta nevnt, at tað var “tann heimligi politikkurin”, sum lá í buktini. Tað tóktist ikki, sum um tjóðveldisfólk sjálvi vildu kalla ein spaka fyri ein spaka og siga fiskivinnunýskipanin.

At kalla allastaðni, uttan á nøkrum heilt smáum valstøðum, gekk Tjóðveldi aftur. Sjálvt í Tórshavn og á Argjum, haðani umboðið og varaumboðið vórðu valdir seinast. Sonja Jógvansdóttir fekk heldur ikki nakað gott val, hóast hon varð headhuntað inn fyri at bjarga flokkinum mandatið. Flokkurin gjørdist nr. 4 við einans 18,6% av atkvøðunum í mun til 24,5% seinast.

 

Ongin borgarstjóraeffekt

Tann einasta borgarstjóraeffektin, sum sást, var tann fráverandi borgarstjórin á Eiði. Hann fekk nógvar atkvøður seinast, men stillaði ikki uppaftur hesaferð, m.a. vegna fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum. Borgarstjórarnir í Gøtu og Vestmanna stillaðu báðir upp, men í báðum støðum var afturgongd hjá teirra flokki. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri báðar borgarstjórarnar í Havn og í Klaksvík. Teir fingu somuleiðis báðir afturgongd, havnarborgarstjórin eina sera stóra. 

 

Fólk eru troytt av dupultmandatum

Báðir teir valdu fólkatingslimirnir hava boðað frá, at teir verða á Fólkatingi og bara á Fólkatingi. Edmund Joensen stillar ikki upp til Løgtingið, og tað ger Sjúrður Skaale eftir øllum at døma heldur ikki. Magni Arge hevur verið í báðum sessum, og líkt er til, at fólk dáma tað ikki.

Valúrslitið sigur eisini greitt, at fólk ikki í serliga stóran mun ynskja løgtingsfólk á fólkating. Á fólkaflokslistanum komu tríggir mans á Topp 5, sum ikki eru á tingi, harav toppskorarin var Uni Rasmussen úr Gøtu, sum stillar upp fyri fyrstu ferð. Hinir báðir eru Christian Andreasen og Beinir Johannesen. Á Framsóknarlistanum var Bjarni Kárason Petersen nummar eitt; hann hevur sitið á tingi, men einans sum varamaður, meðan á Javnaðarlistanum var eitt heilt nýtt valevni nummar 3 – eftir verandi fólkatingsmann og løgmann. Á sambands- og tjóðveldislistunum vóru tað tó einans verandi løgtingsfólk á topp 5, burtursæð frá Helga Abrahamsen, sum er fyrsti varamaður hjá Sambandsflokkunum.

 

Týdningurin fyri Norðoyggjar

Hetta valið var áhugavert fyri Norðoyggjar av fleiri orsøkum. Ein lítil afturgongd til Sjálvstýrið var, sum tó kann væntast at fáa eitt einstakt mandat. Fær Sjálvstýrið tað, verður tað borgarstjórin í Klaksvík, sum kemur á ting.

Fólkaflokkurin var stóri sigursharrin í Norðoyggjum. Við heili 49,5% av atkvøðunum í Klaksvík og eini framgongd uppá 15,7%-stig fær flokkurin heilt vist minst ein klaksvíking í Løgtingið, helst fleiri. Beinir Johannesen er stóra stjørnuskotið, og hóast hann fekk heilsanina frá pápabeiggja sínum, at hann var í skeivum flokki, við sær valkvøldið, so skal nógv broytast, um ikki Beinir kemur á ting til løgtingsvalið. Samstundis eiga Norðoyggjar sterkastu kvinnuna í føroyskum politikki. Við 443 persónligum atkvøðum hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur positionera seg, sum ein topp-kandidat hjá Fólkaflokkinum til komandi løgtingsval.

Fyri Sambandsflokkin gekk tað ikki so væl í Norðoyggjum. Flokkurin gekk gamaní bara 0,1%-stig aftur í Klaksvík, men av tí at Bjørn Kalsø ikki stillaði upp, fóru flestu sambandsatkvøðurnar úr Norðoyggjum og til onnur øki. Serliga teir tríggir fyrrverandi og núverandi formenninir stóðu seg væl í Klaksvík. Framsókn gjørdi eitt beinleiðis vánaligt val landsdekkandi, men helt nøkulunda tørn í Klaksvík við 17 atkvøðum.

Mest áhugavert er tað helst at hyggja at Tjóðveldi, sum fekk eina risastóra afturgongd í Klaksvík. Úr 18,6% í Klaksvík og lúkst niður á 9,7% er næstan ein hálvering av atkvøðutalinum. Valevnið Óluva Klettskarð úr Klaksvík fór úr 226 atkvøðum niður í 137 landsdekkandi, og úr 148 í Klaksvík niður í 93.

Á internetinum ferðast ein keipumynd runt av Magna Arge og Óluvu Klettskarð, har tey grundgeva við krúnprinsavitjan, bóklinginum hjá Piu Kjærsgaard, vitjanini hjá Lars Løkke, tíðindaflutninginum og ræðumyndum. Kanska hetta hevur spælt inn landsdekkandi, men tá tað kemur til undirtøkuna í Klaksvík er tað neyvan nakar, sum í álvara ivast í, at orsøkin til afturgongdina er fiskivinnunýskipanin.

 

Kelda: Føroysk Memes á Facebook

 

 

Ábending um løgtingsvalið

Tá valini liggja so tætt, sum fólkatingsvalið og løgtingsvalið gera í ár, so gevur fólkatingsvalið greiðar ábendingar um, hvussu løgtingsvalið fer at spæla av. Ein munur, sum kanska verður avgerandi, verður, at núverandi smáu flokkarnir uttan iva fara at fáa fleiri atkvøður, og hartil verða 2 flokkar, sum ikki stillaðu upp til fólkatingsvalið, við (aftur fyri Miðfloksins viðkomandi). Sostatt kann valúrslitið førkast nakað, men verður fólkatingsvalið beinleiðis umroknað til løgtingsval, kunnu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skipa landsstýrið einsamallir.

Skulu vit meta út frá 2015-úrslitunum, so vóru vinnararnir av fólkatingsvalinum teir somu, sum seinni sama ár vunnu løgtingsvalið. Spurningurin er, um tað fer at endurtaka seg. Ið hvussu er líkjast umstøðurnar nógv við á leið eins langari tíð millum valini bæði.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum