Lýsing
Myndin er lánt frá Tjóðveldi á Facebook

Norðoyggjar ábyrgd av at Tjóðveldi misti umboðan á "Danatingið"?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  08.06.2019 - 11:32 Lesarabrøv Politikkur

Veit ikki um tað gagnar nøkrum at viðmerkja óseriøsu illsinnisglepsum á sosialu miðlunum, sum koma í kjalarvørrinum av úrslitinum á Fólkatingsvalinum. Serliga tykist øði at verða komin í hjá Tjóðveldi har flokkurin misti fólkatingsessin. Tá valúrslitið var greitt løgdu umboð fyri Tjóðveldi upp til, í beinleiðis sjónvarpssendingini, at orsøkin til vanaliga úrslitið í Norðoyggjum, var at veljararnir her ikki vistu hvat tey gjørdu, men at Tjóðveldi nú fór at upplýsa tey. Eisini fyrrverandi fólkatingslimurin hjá Tjóðveldi var úti við peikifingrinum og gav øðrum skuldina, fyri at flokkurin ikki rakk á ”Danating” sum Fólkatingið vanliga verður kallað av Tjóðveldi.

Undirritaði taldi atkvøðurnar í Klaksvík og vísti á, í greinastubbum í Norðlýsinum, hvørjir vinnarar og taparar vóru á valinum í Klaksvík. Eisini lýsti undirritaði gongdin hjá hvørjum flokki sær á fólkatingsvalum síðan 2001. Í hesum sambandi varð m.a. staðfest at afturgongdin hjá Tjóðveldi í Klaksvík ikki er eitt nýtt fyribrigdi men at hon hevur verið støðu síðan 2001.

Um vit hyggja burtur frá tapligu viðmerkingunum og hyggja eftir valúrslitinum sum bleiv kunngjørt á heimasíðuni hjá KVF valkvøldi síggja vit at afturgongdin hjá Tjóðveldi ikki einans avmarka til Klaksvík og norðoyggjar, men at afturgongdin hjá flokkinum er um alt landið. Í Tórshavn er afturgongdin heili 5,5%.

Tjóðveldi MISTI góð 6 prosent um alt landið, sum er heilar 900 atkvøður hóast tað vóru 2840 FLEIRI atkvøður (góðkendar) til hetta fólkatingsvalið.

Tjóðveldi hevði afturgond á 51 valstøðum kring alt landi og framgongd á einans  sjey valstøðum.  Flokkurin gekk aftur á øllum teim stóru plássunum í landinum   – eisini í Tórshavn.

Av teimum sjey valstøðunum, sum Tjóðveldi hevði framgongd í var størsta bygdin Skálavík á Sandoynni við 114 skrásettum veljarum og næst størsta bygdin har Tjóðveldi hevði framgongd var Skálafjørður (fyrr Skálabotnur) við 78 skrásettum veljarum.

Eg dugi væl at seta meg inn í at tað er nógv trýst á teimum sum eru uppstillaði tá tey beinleiðis í sjónvarpsstovuni fáa ”fólksins dóm”, at fyrihalda seg til. Tí sigi eg ongan ringan fyri at hava verið óheppin í orðavali.

Men hendan ”stormin” á sosialu miðlunum, har vit í Norðoyggjum verða ábyrgdaði fyri valósiguri hjá Tjóðveldi er uttan vit og skil.

Hóast næstan fýra ár eru síðan seinasta fólkatingsval, so plagar ikki at ganga long tíð til fólkatingsval verður aftur, og tá er bara at verða ”til kampin fús” um ein er  misnøgdur við umboðanina á Fólkatingið. Um stutta tíð er Løgtingsval, og tey sum kenna seg sviknan av veljarunum hesuferð, hava óivað fingið nakað at hugsað um, og tí er neyðugt at brúka allar kreftir til frama fyri fólki her býr – heldur enn at fylla sosialu miðlarnar við ógrundaðum illsinnisglepsum.

 

Árgir  -8,3

Árnafjørður -8,4

Dalur -5,8

Eiði -8,0

Elduvík. (O atkvøður)

Fámien -5,8

Fossanes -8,4

Fuglafjørður -6,2

Funningsfjørður -1,8

Funningur -0,1

Giljanes -6,4

Gjógv -23,4

Gøta -9,4

Haldórsvík -5,4

Haraldsund -12,4

Hósvík -1,4

Hov -7,9

Húsavík -12,7

Hvalba -3,0

Hvalvík -7,7

Kaldbak -0,9

Kirkja (0 atkvøður)

Klaksvík. -8,9

Kollafjørður -5,8

Kunoy -4,0

Kvívík -8,5

Leirvík -6,2

Lopra -1,4

Mikladalur -8,3

Mikines -45,6

Nólsoy -3,1

Oyndarfjørður -3,9

Oyrabakki -5,3

Porkeri -0,2

Runavík -6,2

Sandur -10,0

Skáli -0,4

Skopun -3,5

Skúvoy -5,0

Strendur -1,7

Sumba -5,1

Svínoy -16,2

Sørvágur -4,3

Toftir -3,5

Tórshavn -5,5

Tvøroyri -4,8

Vágur -3,4

Velbastaður -7,1

Vestmanna -7,3

Viðareidi -2,9

 

Hattarvík +17,3         (valrætt 12/valluttøka 72,7%)

Hellurnar +14,4        (valrætt 11/valluttøka 69,2%)

Hestur +14,1             (valrætt 20/valluttøka 65%)

Húsar + 9,6

Sandvík +0,6              (valrætt 74/valluttøka 68%)

Skálafjørður +1,4      (valrætt 78/valluttøka 84,6%)

Skálavík +1,3             (valrætt 114/valluttøka 73,7%)

Tjørnuvík +2,2           (Valrætt 43/valluttøka 90,7%)

Taltilfar er fra www.kvf.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag