Lýsing
Lýsing

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin

SKRIVAÐ: Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi  |  08.06.2019 - 17:52 Politikkur Tíðindaskriv

Eg fari at ditta mær at viðmerkja greinina hjá John William Joensen í Norðlýsinum um øðina í Tjóðveldi, peikifingrar og undirmettar veljara, hóast eg ikki kenni grundarlagið undir øllum tí, hann kemur við.

Eg havi roynt at hugt eftir, hvørji tjóðveldisfólk skulu hava framt “henda ”stormin” á sosialu miðlunum, har vit í Norðoyggjum verða ábyrgdað fyri valósiguri hjá Tjóðveldi.” Eg havi ikki funnið henda ágang, men sigast skal, at ikki ber til at síggja alt tað, ið ferðast á facebook. Viðmerkingarnar niðanfyri greinarar á fb-síðuni hjá Norðlýsinum, man tað ikki snúgva seg um, tí tað er lítið av miklum afturímóti tí ágangi, Norðlýsið mangan frontalt loypur á meg sum politikara í blaðnum.

 

Veljarin velur, sum honum hóvar

Tað álvarsligasta í ákæruni hjá John William Joensen í Norðlýsinum er, at eg skal hava lagt upp til, at norðoyingar ikki vita, hvat teir gera. JWJ sigur, at “Tá valúrslitið var greitt løgdu umboð fyri Tjóðveldi upp til, í beinleiðis sjónvarpssendingini, at orsøkin til vánaliga úrslitið í Norðoyggjum, var at veljararnir her ikki vistu hvat tey gjørdu, men at Tjóðveldi nú fór at upplýsa tey.”

Tað, eg segði og legði upp til, var, at vit í Tjóðveldi ikki hava dugað nóg væl at sagt fólki frá tí politikki, førdur er. Vit hava ikki dugað at sagt frá, hvørjir fyrimunir eru við fiskivinnunýskipanini, eisini í Norðoyggjum. Vit hava ikki nóg týðiliga vist á, at fiskivinnan hevur havt nógv, nógv størri inntøkur seinastu trý-fýra árini, enn nakrantíð frammanundan. Og at Norðoyggjar hava fingið størri part av býtinum. Eg kann t.d. nevna, at nóta- og ídnaðarskipini hava havt stóra framgongd. Í 2014 áttu Norðoyggjar 37% av samlaða tilfeinginum i tí bólkinum. Í 2017 komu heili 48% av tí samlaða tilfeinginum til Norðoyggjar. Og fyri Nóta- og ídnaðarskip (flakatrolara) er søgan eisini góð. Í 2017 var vøksturin 25% í avreiðingarvirði í mun til í 2014 -ella 46 mió kr., meðan heildarkvotan fór úr 46% niður í 45,8%. (uppgerð fyri 2018 kemur í næstum)

Tað eru hesar søgurnar, vit ikki hava fingið nóg týðiliga fram, og m.a. hetta, vóru vit revsað fyri á valinum

 

Fólksins tala

Eg góðtaki demokratiska úrslitið uttan himpr. Vit hava havt stóra afturgongd kring alt landið, tíverri, og tí læra vit av. At afturgongdin var serliga stór í Norðoyggjum/Klaksvík kemst av tí uppøstu støðu, andstøðan hevur staðið fyri, og sum eg ikki haldi hevur nakað veruligt gildi. Men eg haldi meg hvørki hava verið ótýðiliga ella óhepna í sjónvarpsstovuni og skilji tí ikki John William Joensen, tá hann tekur til, at “Eg dugi væl at seta meg inn í at tað er nógv trýst á teimum sum eru uppstillaði tá tey beinleiðis í sjónvarpsstovuni fáa ”fólksins dóm”, at fyrihalda seg til. Tí sigi eg ongan ringan fyri at hava verið óheppin í orðavali.”  Hvat er tað, sum er so óheppið? Eg kenni ábyrgd av valinum í Norðoyggjum, og eg taki fulla ábyrgd av tí, flokkurin hevur dugað minni væl at miðlað, og tað var hetta, eg førdi fram.

 

Søtur sigur hjá teimum ið vinna

Eg eri púra samd við JWJ, tá umræður valúrslit, “tá er bara at verða ”til kampin fús” um ein er misnøgdur við umboðanina á Fólkatingið. Ja, sum John William Joensen sigur, “Um stutta tíð er Løgtingsval, og tey sum kenna seg sviknan av veljarunum hesuferð, hava óivað fingið nakað at hugsað um, og tí er neyðugt at brúka allar kreftir til frama fyri fólki her býr – heldur enn at fylla sosialu miðlarnar við ógrundaðum illsinnisglepsum.”

Og eg havi hug at leggja afturat, og heldur enn af fylla bløðini við illgitaðum greinum og spjaða negativar søgur, sum hesa í Norðlýsinum, so er í staðin at fegnast um sigurin.

Eg fari at ynskja Edmundi Joensen, John William Joensen og Sambandsflokkinum hjartaliga til lukku við valinum. Og Norðlýsinum við.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur á slóðina
Sjálvstýri: 600-700 fólk til familjutilt…
68%
Javnaðar­flokku­rin: Valkafé í Spania­stovu
Tað demensvinarliga samfelagið – ella hv…
Líðhamar roktúr í dag
Enn ein lítil fitt søga
Hendan lands­stýrissamgongan hevur gjørt…
KÍ fyllir 115 ár í dag
“KÍ ongantíð skal doyggja, soleingi fólk…
Yvirkæru­nevndin tikið støðu um Deni Pavl…
Maria og Vibeka luttaka í DM fyri ung
Íbúðirnar Undir Kongavarða verða góða he…
Sigoynarin
Rólant og Martin nógv at gera
KÍ kvinnur­nar nærkast FM-heitinum
Jørðin kallar Framsókn
FM: Maria vann 5 gull og Einar 2 gull
Beinleiðisfrísparki og føroyska fótbólts…
Øll skipini hjá Skansi Offshore hava nú…