Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Tónlistaskúli á Noregsferð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.06.2019 - 09:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrst í mai mánaði vóru næmingar og lærarar frá Klaksvíkar Tónlistaskúla við til norðurlenskar samanspælsdagar í Ås í Noregi. Ås liggur stutt sunnanfyri Oslo.

Hetta er eitt samstarv millum Faaborg-Midtfyn musikskole í Danmark, Tanum í Svøríki, Ås í Noregi og Klaksvíkar Tónlistaskúla. Ferðin byrjaði við ávísum spenningi, tí vit skuldu flúgva við SAS frá Keypmannahav til Oslo, men hetta var tá verkfall var hjá SAS, so vit máttu finna aðrar vegir. Tíbetur fingu vit pláss við Atlantic Airways til Bergen og her máttu vit so taka tok til Oslo. Vit koyrdu góðar 8 tímar, so hetta var rættiliga lang ferð, men tað tað var sera vakurt at síggja norsku fjøllini og dalarnar.

Næmingarnir spældu bæði eina skrá sjálvi - og í bólkum saman við næmingum frá hinum londunum. Vit úr Klaksvík framførdu millum annað Dimmið (Nú nemur náttin við smærur) hjá Jógvan Waagstein, útsett Páll Sólstein, og Kall og Svein ungi. Vit hava serliga lagt okkum eftir at framføra føroyskan tónleik. Næmingarnir, sum vóru við hesuferð, spældu á blokkfloytu, violin og klaver.

Hesir norðurlensku samanspælsdagar eru annað hvørt ár. Í 2021 er ætlanin, at dagarnir verða hildnir her í Klaksvík.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá ferðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum