Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er vakurt í Norðoya prúðastu bygd | Mynd: Petur Martin Solmunde

Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2019 - 09:25 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at burðaravlopið í Klaksvík meira enn so vigar upp fyri natúrliga fráfallið í hinum endanum. Í tíðarskeiðnum 1. mai 2018 til 1. mai fullu 58 fólk, búsitandi í Klaksvík, frá, meðan heili 78 nýggir klaksvíkingar sóu dagsins ljós. Burðaravlopið var sostatt 20 fólk.

Eisini hevur tað eydnast væl at fáa útisetar at venda heim aftur til Klaksvíkar. 180 fólk fluttu úr útlondum til Klaksvíkar og 105 fluttu úr Klaksvík til útlond. Men tá tað kemur til innanhýsis flyting í Føroyum, tað vil siga flyting til onnur pláss í landinum, so misti Klaksvíkin 30 borgarar. Tað skal tó setast upp ímóti, at burðaravlopið og flyting úr útlondum gjørdi, at fólkatalið vaks við tilsamans 65 borgarum ella 1,3 prosentum.

Orsøkin til hetta er ikki kannað vísindaliga. Men við at tosa við fólk á gøtuni fæst skjótt tann fatanin, at ein orsøk er, at bústaðarneyðin eisini er komin til Klaksvíkar og at tað er trupult hjá fólki at finna nakað at búgva í. Uppgerðin vísir ikki, hvar fólk flyta til, men er metingin av orsøkini røtt, so eru tað pláss sum megna at hýsa fólki, sum hava størstu atdráttarmegina og sum koma at tiltrekkja flest fólk í komandi tíðum.

Eysturoyggin er vorðin eitt tílíkt trekkplástur, og í prosentum hevur oyggin nógv tann størsta vøksturin í Føroyum. Eysturoyggin teknar seg fyri 37% av øllum fólkavøkstrinum í landinum, og kommunan við størstu framgongdini í Eysturoynni er Sjóvar Kommuna, sum vaks við 46 fólkum ella 4,4%. Heldur hendan gongdin fram í nøkur ár afturat, gerst Strendur ein býur.

Onki er at ivast í, at orsøkin fyrst og fremst eru húsvill havnarfólk. Og líkt er til, at Eysturoyggin eisini tekur ímóti húsvillum klaksvíkingum, tí samstundis sum Klaksvík missir í innanlands flyting, so vaksa grannakommunurnar Eysturkommuna og Fuglafjarðar Kommuna í stórum – við ávikavist 3% og 2,6%. Felags fyri allar tríggjar er, at tey hava positiva innanlandsflyting.

Tølini eru sum so ongin katastrofa fyri Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna klárar seg væl uppá 2 av 3 parametrum, tað er burðaravlopið og tilflyting úr útlondum. Og tilsamans vóru 65 borgarar fleiri í kommununi 1. mai í ár enn 1. mai í fjør. Men tað eru tær kommunurnar, sum hava positiv tøl á øllum 3 parametrum, sum fara at “vinna” í longdini í kappingini um borgarar.

Her má takast við í líkningina, at tey fólkini, sum flyta innanlands, aloftast eru í arbeiðsførum aldri og harvið skattgjaldarar, og at tað tí ikki einans er ein fongur trivnaðarliga, men eisini fíggjarliga, at fáa tey í kommununa.

At fólk sum fegin vilja búgva í Klaksvík eru noydd at flyta aðrastaðni, tí tey onki finna at búgva í, er sera harmiligt, og tað eigur at verða gjørt nakað við. Kommunan hevur gjørt nógv fyri tey, sum vilja hava grundstykki, og eitt sindur fyri tey, sum heldur vilja leiga. Uttan at tað er kannað av álvara, so bendir nógv á, at tað er leigumarknaðurin, sum hevur størstan eftirspurning. At fólk vilja vera flytfør og ikki binda seg fyri einum stórum húsaláni, serliga í hesum tíðum, har sethúsaprísirnir eru søguliga høgir. 

Tað er onki at ivast í, at fólk vilja búgva í Klaksvík. Tað prógva bæði burðaravlopið (sum er tað 4. hægsta í landinum) og at útisetar venda heim. Fæst bert tann seinasti parameturin, innanlandsflytingin, vendur frá negativum til positivt, er onki at taka seg aftur í, at framtíðin hjá Klaksvík er bjørt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Lýsing