Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ad-hoc ístaðin fyri planlegging gevur kommununi avbjóðingar

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu  |  21.06.2019 - 09:46 Lesarabrøv Politikkur

Tað er altíð ein avbjóðing at halda aftur í rakstrinum, tí er vanligt at gera tillagingar. Hóast hetta er gjørt, hevur býráðið ikki megnað at fingið rakstrarútreiðslurnar at halda. Somuleiðis mátti býráðið, hóast uppgangstíðir, metinntøkur, framflytingar og eykajáttanir, staðfesta eitt hall á roknskapinum annað árið á rað

Sum nevnt í samrøðu við John William Joensen í Norðlýsinum herfyri, fari eg í nøkrum greinum at vísa á góð og áhugaverd mál, eins og vísa á nakrar av vansunum við førda politikkinum hjá sitandi samgongu. Ein partur av hesum er nakað av tí, eg førdi fram, tá ið roknskapurin 2018 var til viðgerar og samtyktur í mai mánaði.

Hóast uppgangstíðir við metinntøkum, har framdar eru framflytingar og eykajáttanir fyri 53 mió. kr., vísti roknskapurin hall og er hetta annað árið á rað, nevniliga í 2017 og 2018. Somuleiðis vórðu 6 mió. kr. brúktar ov nógv í rakstrinum eftir allar hesar tillagingar.

Tað sær út til at vera ein stórur trupulleiki at halda játtanir, hóast so nógvar tillagingar eru gjørdar. Hetta eiga vit sum politikarar at taka í størri álvara frameftir. Her eigur býráðsleiðslan at gera eitt nógv betri uppfylgjandi arbeiði.

 

Arbeiða »Ad-hoc«

Tað tykist, sum sitandi samgonga arbeiðir »Ad-hoc«. Longu til nevndarumfarið í februar varð fyrsta umbøn um eykajáttan løgd fyri. At umbønir um eykajáttanir og flytingar millum konti verða lagdar fyri, er onki óvanligt. Tað óvanliga er, at hesar umbønir eru uppá fleiri nýggjar verkætlanir.

Fyrra dømi er flytingin av Endurnýtsluni frá grótbrotinum og norður á Grønhøvda. Ein flyting, vit ikki høvdu hoyrt eitt orð um, hóast vit, alt býráðið, fýra mánaðir frammanundan sótu og løgdu fíggjarætlan fyri 2019. Ein kroyst verkætlan, har sitandi samgonga varð komin í rasshaft av moldini frá rennibreytini og vantandi tyrvingarøki, og tí hildu bestu loysnina vera at tyrva í aftur restina av grótbrotinum á Bumshamri. Henda flyting, kostnaðarmett til kr. 2,4 mió. kr., varð fíggjað á henda hátt:

800 tús. kr. frá inntøkum, sum ikki eru staðfestar, 800 tús. kr. frá »Vegir, íløga«, 400 tús. kr. frá »Ítróttarøki, íløga« og 400 tús. kr. frá »Havnaøki, íløga«.

Ein nýggj íløga, sum samgongan ikki hevur tikið hædd fyri í fíggjarætlanini við avseting og tí má inn á onnur øki, sum fara at kenna sviðan av hesum.


Seinna »Ad-hoc« dømi

Í framflytingunum til 2019 varð 1,8 mió. kr. sett av til eitt innandura spæliland. Síðani varð 1. mió. kr. játtað av inntøkum, sum enn ikki eru staðfestar. Ein ov lítil játtan, tá ið hugsað verður um, at samlaða verkætlanin kemur uppá í minsta lagi, 6 mió. kr. Fyri at hjálpa uppá hetta, vórðu 1,3 mió. kr. tiknar frá »Fastognum, íløga« til hesa verkætlan. Fastognir, ein viðlíkahaldskonta, sum frammanundan altíð hevur ov lítla játtan og sum undirtøka sjáldan hevur verið fyri at hækka nakað stórvegis.

 

Lítil áhugi at játta
til viðlíkahald

Politiskt tykist ikki líka spennandi at samtykkja pening til viðlíkahald sum til nýíløgur. Soleiðis sum sitandi samgonga hevur raðfest, byrja vit nú veruliga at síggja aftur í býnum, hvussu viðlíkahaldið verður meiri og meiri niðurraðfest. Einum politikki sum førir við sær, at tikið verður frá viðlíkahaldskontum til at fíggja nýggjar íløgur, taki eg ikki undir við.

Tá ið vit síggja alt hetta, sum vit eru ósamd um, vil eg so siga, at alt býráðið hevur verið samt um flestu stóru verkætlanirnar, sum eru í gongd og hava verið væl planlagdar.

Hugaligt er at uppliva sterka og virkisfúsa vinnulívið í okkara øki, sum so dugnaliga hevur verið orsøk og hevur megnað at skorða undir góðu tíðirnar vit uppliva. Fremsta orsøkin fyri møguleikum býráðsins at gera nýíløgur eru arbeiðsfúsu borgararnir og okkara sterka vinnulív.

Tað ber ikki uppi, og kann heldur ikki halda áfram, ikki at gjøgnumarbeiða og viðgera nýggjar íløgur betri, eisini fíggjarliga. Tað sýnist sum um, at samgongan ikki heilt er samd um raðfestingina av nýggjum verkætlanum, tá ið fígging ikki verður avsett, men heldur velur at taka frá viðlíkahaldskontum, sum hava ov lítla játtan frammanundan.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum