Lýsing
Lýsing
Lýsing
Radari. | Mynd: Verjumálaráðið/Forsvarsministeriet.

Lockheed Martin veitir loftávaringarradarar í Danmark og Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.12.2025 - 16:21 Politikkur Tíðindi

Radararnir skulu setast upp í Skagen, á Bornholm og í Føroyum.

Amerikanska fyritøkan Lockheed Martin skal veita loftávaringarradarar í Føroyum og í Danmark. Tað hevur ein samdur semjubólkur gjørt av í tráð við eitt hernaðarfakligt tilmæli frá verjuovastanum.

– ”Eg eri sera væl nøgdur við, at semjubólkurin tekur undir við at útvega loftávaringarradarar frá Lockheed Martin. Radararnir eru av stórum týdningi fyri yvirvøku bæði í Danmark og í Norðuratlantshavi, og strembanin hjá kongaríkinum eftir at halda lágspenning í økinum er undir trýsti. Trygdarpolitiska støðan krevur, at hjáveran og samstarvið í Arktis og Norðuratlantshavinum verður munandi styrkt, og við hesi útveganini eru vit væl ávegis”, sigur verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Radararnir verða fíggjaðir av m.a. Arktis’ Kapacitetspakke og Accelerationsfondinum, og teir væntast at verða tiknir í nýtslu innan fá ár. Sáttmálan letur eisini upp fyri møguleikanum fyri einum 4. radara av sama slagi, og verður hann í so fall settir upp í Eysturgrønlandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið