Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Skert talufrælsi, ella søguligt erkvisni?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  27.06.2019 - 22:42 Bloggur Mentan Tíðindi

Er talufrælsi í Føroyum avmarkað til viðgerð av  Mohamed og útlendingum? Ella eru tað fleiri heilagar kýr í føroysku samvitanini, sum ongin hevur rætt til at nema við?

Herfyri kom undirritaði til at nevna, at tað kanska var eitt vágaverk at føroysku og bretsku myndugleikarnir komu ásamt um at nýta merkið umborð á føroyskum skipum undir seinna heimsbardaga. Orsøkin til at eg segði hettar, er at merkið okkara líkist rættuliga nógv flagginum hjá bretsku bjargingarbátunum – so nógv, at sært tú fløggini í fjarstøðu, so sæst ikki munur á teimum.

Og tað var júst her vandi var á ferð undir seinna heimsbardaga, tí týskir flogskiparar og kavbátaskiparar sóu bara fløggini í fjarstøðu, og kundu tí ikki vita um teir skutu ein bretskan bjargingarbát ella eitt føroyskt fiskifar. Merkið kann - eg sigi bara kann - sostatt hava kostað mannalív.  Tað er ein lítið hugnaligur partur av flaggsøguni, men kortini møguliga ein partur av flaggsøguni.  Um myndugleikarnir tá ikki hava hugsa um hendan møguleikan, ella um bretar kanska lótu standa til, tí merkið uppá mastur ella málað á bógvin, heilt ókeypis, kundi líkjast eini víðkan av bretska flotanum í Norðuratlantshavi (uttan at føroyingar ánaðu óráð!?) – soleiðis kunnu militerir strategar óiva hugsa!

Men, sovorðið mást tú ikki siga, tí tað er at synda móti ”hini heilagu flaggsøguni”, og á Facebook og Messenger fekk eg at vita, at eg var landasvíkjari. Flaggsøgan er søgd einaferð með alla!

Eg minnist eina aðra ferð frá mínum ungu døgum, tá eg fekk at merkja, at føroyska søgan er søgd einaferð með alla og er heilag.  Vit sótu nakrir ungir og tosaðu um tað tíðina tá føroyingar fóru, frá árabátunum og yvir á slupp dekk. Tað var breið semja millum teir ungu um, at føroyingar vóru /eru heimsins fremsta siglingartjóð, og at tað var eitt satt bragd at fara frá árum og áttamannafarinum og umborð á sluppirnar við stórum seglum.

Tá loyvdi hettar býtta sær at siga, at tað – um enn lívsneyðugt - kanska eisini var eitt vágabragd, soleiðis knappliga at fara frá róðrarbátinum uppá skipsdekk, tí føroyingar høvdu tá als ongar royndir við seglskipum, og at hesar væntandi royndirnar kanska – kanska - hava kostað mong mannalív?

 

Tað var ikki langt ífrá, at eg bleiv tveittur útav vindeyganum, tí slíkt tos var landasvik, og ein háðan móti heimsins fremstu siglarum. At siga at bretar og danir og normenn høvdu fleiri royndir í millumlandasigling enn vit føroyingar, tað var vissuliga ein háðan av okkara landsmonnum.

Eg visti tá, og veit framvegis lítið og onki, um teir menn, ið fyrst keyptu sær skip. Onkrir av teimum hava óiva haft royndir við fremmandum seglskipum – men, føroyingar høvdu tá, sum ein heild, ikki siglt í fleiri hundrað ár. At pástanda at tað vóru royndir havsiglarar ið fóru við sluppunum, man vera at pynta søguna eitt lítið syndur. Óførir menn, Ja! Ongin ivi um tað.  Neyðugt tiltak – Ja! Tí landbúnaðurin kundi ikki longur breyðføða føroyingar.

Men, talu- og tankafrælsið var tá ikki galdandi fyri føroyska tjóðarstoltleikan ella tjóðarsamleikan, tí tað var einmælt samtykt at føroyingar vóru og hava altíð verið heimsins kønastu og bestu sjómenn.  Tað eru teir eisini í dag – men eftir ein fleiri hundrað ára langan tornerosesvøvn, uttan langfaraskip, munnu onkrir av teimum hava verið eitt syndur dølskir og dvaskir, tá teir aftur skuldu á skipsdekk í millumlandasigling. Men, sovorðið tos snakkar man ikki í Føroyum! Føroyingar hava altíð verið heims bestu sjónmenn, eisini tær øldirnar føroyingar ongi skip áttu!

So kann ein kanska spyrja hví undirritaði, ið nóg illa hevur verið til skips, kundi fáa slíkar skuplur. Eg giti at tær stava frá samrøðum í barnaheiminum. Eg vaks upp dyr um dyr við abba mín Jóannis (Matras) á Heygnum, ið var føddur í 1884, og sum sigldi nógv við norskum skipum sum ungur.  Inni hjá honum og hjá okkum bleiv nógv tosað um fiskaríð og skipaferðslu, og vit lurtaðu dugliga!

Tað kann vera, at ungdómsárini við fremmandum – serliga norskum skipum  - hava gjørt abba greiðan yvir, at tað vóru ikki bara føroyingar, ið dugdu at sigla, og at hann hevur latið orð falla um tað.  Hvør veit?

Í øllum førum, so eigur talufrælsið ikki bara at vera avmarkað til Mohammed og útlendingar. Um talu, um tankafrælsi veruliga skal kunna kallast eitt frælsi, og  ikki ein føroyskt iatollaplága, so er neyðugt at kunna seta spurningar um alt, eisini hina heilagu føroysku samvitanina. Tey, sum ikki tora at mukka, skapa ongan framburð!                         

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund