Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ungdómurin tekur fosturtøkumálið upp

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen, valevni fyri Miðflokkin  |  03.07.2019 - 15:49 Politikkur Tíðindaskriv

8. mai skipaði næmingaráðið á Glasir fyri pallborðsfundi, har næmingarnir fingu loyvi til at velja hvørji evni skuldu á breddan. Annað evnið bleiv fosturtøka, eitt evni, sum hevur verið uppi at vent seinastu árini vegna okkara ungdóm. Tað er eitt hjartamál hjá mær, UFM og Miðflokkinum at seta rammur, ið verja ófødda barnið.

Á pallborðsfundinum kom greitt fram, at Miðflokkurin ikki bara vil banna fosturtøku og so onki meira. Hetta loysir upp á ongan máta trupulleikan. Hinvegin so ynskja vit als ikki fría fosturtøku, har kvinnan stendur einsamøll við avgerðini. Tá ein kvinna umhugsar fosturtøku stendur hon í einari truplari støðu. Nógvar kenslur eru upp á spæl, har er stutt tíð at taka avgerðina og møguliga trýst frá teimum nærmastu. Tí skulu vit heldur seta eina skilagóða tilgongd í verk, við ráðgeving og umsorgan fyri kvinnuni, soleiðis at bæði mamman og ófødda barnið koma væl frá einari slíkari støðu.

 

 

Í USA bleiv ein kanning gjørd millum kvinnur, sum hava framt fosturtøku. Hesar 957 kvinnurnar, ið vóru spurdar, vístu á høvuðsorsøkina til at tær valdu fosturtøku. Tølini vísa greitt, at tað serliga er tað sosiala, familjustøðan og persónligar umstøður, ið ganga út yvir ófødda barnið. Illa fyri fíggjarliga og Ikki klár til at fáa barn vóru høvuðsorsøk til 48% av fosturtøkunum. Um vit taka orsøkir sum, vil ikki vera einsamøll um barnið, liðug við at fáa børn, ikki nóg búgvin og gongur út yvir útbúgving/karrieru við afturat, dekka vit heili 86% av orsøkunum til fosturtøku. Tølini úr Danmark eru lík hesum. Tað er ikki neyðtøka og heilsutrupulleikar, sum til tíðir verður nevnt í kjaki, ið eru størsta orsøk til fosturtøku. Og um hesar síðst nevndu orsøkirnar skuldu komið fyri, meta vit tað framvegis ikki vera rætt at taka fostrið. Hetta er sum at leggja stein oman á byrðu.

 

 

Niðurstøðan er tann, at vit noyðast at hava fokus á kjarnutrupulleikanum, ið tølini pensla væl út fyri okkum. Vit skulu veita ta hjálp, ið førir til at kvinnur velja lív framum fosturtøku. Ungdómurin ynskir broyting í lóggávuni um fosturtøku. Miðflokkurin ynskir at rætta kósin verður sett viðvíkjandi hesum. Eina kós har bæði kvinnan og ófødda barnið vera vard og fáa ta hjálp, ið skal til. Ófødda barnið hevur eisini rættin til lív.

- Steffan Klein Poulsen, valevni fyri Miðflokkin.


Kelda: https://www.guttmacher.org/sites/default/files/pdfs/tables/370305/3711005t3.pdf

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…