Lýsing
Lýsing

Grøna kósin – frá symbolpolitikki til veruleika?

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur  |  05.07.2019 - 18:08 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Umhvørvi. Veðurlag. Burðardygd. Hetta eru tíðarinnar plussorð. Vilt tú vera væl umtóktur, mást tú brúka hesi orð javnan. Ert tú kritiskur móti hesum hugtøkum, er vandi fyri at gerast útifrystur. Seinastu árini eru vit vorðin tveitt inn í eina máttmikla umhvørvis-diskurs, ið tilskilar hvat er gott og ringt. Hendan diskurs stýrir okkara tonkum og kann við tíðini elva til handling – bæði persónliga og politiska handling.

Helst er hetta ikki bert eitt mótafyribrigdi, men eitt varandi samfelagsrák, ið byggir víðari á ta “post-materialistisku” samfelagsmenningina, ið byrjaði í 1960’unum og gjørdist mainstream-hugtak í 1977 (Ronald Inglehart: The Silent Revolution). (“Post-materialisma” snýr seg eisini um annað enn umhvørvi, men lat tað fara á hesum sinni.)

Umhvørvisrákið hevur spakuliga ment seg í miðstøðum heimsins og hevur síðani spjatt seg kring heimin. Post-materialisman er loksins eisini komin til útjaðarar sum Føroyar. Við øðrum orðum skolar ein flóðalda av umhvørvisligum virðum og hugburðum inn yvir okkum. Hetta leggur eisini føroysku tilfeingis- og framleiðsluvinnurnar undir trýst, tí hesar vinnur hava sera ilt í umhvørvis-samvitskuni – summar meiri enn aðrar.

Rákið vendir neyvan í bræði. Vit kunnu velja at forða fyri flóðalduni og harvið útseta pínuna nøkur ár. Men vit kunnu eisini velja at taka rákið til okkum – enntá gerast undangongu-land fyri rákið. Føroyar kundu valt at blivið eitt umhvørvis-paradís, eitt burðardygdar-paradís, eitt grønorku-paradís. Vit hava møguleikarnar her á landi, men vit hava enn ikki virðini, hugburðin og atburðin, ið skulu til at lyfta í felag. At venda einum samfelagi er sum at venda einum risa tangaskipi. Fyri at broyta hetta krevst m.a., at komandi ættarliðið verður uppalt sambært hesum virðum.

 

Ansið eftir plastikk-mytunum!

Nógv grønt tos er í miðlunum, nú stundar til val. Serliga nógv verður tosað um plastikk. Politikarar og privatfólk hava roynt seg sum plastikk-aktivistar, søgur eru frammi um plastikk í djóramagum, ja plastikk endar enntá í okkara egnu matvørum. Á socialum miðlum savna bólkar sum “Rudda Føroyar” og “4 plastics per day” fólk til fríviljaða upprudding av umhvørvinum. Nógvar kommunur hava árligar ruddingardagar, skúlar skipa fyri temadøgum um burðardygd. Tilvitskan um umhvørvið er yvirskipað vorðin nógv størri seinnu árini.

Plastikktrupulleikin er veruligur, men má eisini setast í perspektiv. Til dømis skrivar Samvirke (juli 2019) soleiðis í greinini “Pas på plastikmyterne”: “Plastik er svært at undvære. Det er holdbart, billigt at producere, og vi bruger det til et utal af produkter hver eneste dag. Plastik har desuden en række positive aspekter for miljøet: For blot én procent av en fødevares miljøbelastning skyldes emballagen, og plastemballage mere end fordobler levetiden for en lang række produkter. Fjerner man plastikemballagen på de produkter, vil det føre til langt større madspild, der alt andet lige er en meget større belastning for miljø og klima, end plastikken selv er.”

Plastikk er sostatt ikki bara ein trupulleiki, men samstundis eisini ein loysn á nógvar trupulleikar – serliga í londum sum Føroyum, ið dúva so nógv upp á innflutning úr fjarskotnum londum. Uttan at niðurgera trupulleikan við plastikki, má sigast, at plastikk-øsingin í stóran mun er meiri symbolsk enn reell. Plastikkdálkingin í heimsins høvum stavar í høvuðsheitum frá Afrika og Asia, meðan vit um okkara leiðir hava vælvirkandi burturbeiningar-skipanir, eins og vit í Føroyum sum heild eru farin frá okkara “koyr á vestfalið”-mentan.

Eisini verður arbeitt við at leggja pant á nógv fleiri vørur enn í dag. Tað er eitt skilagott átak, ið er við til at førka okkum frá einum linjurøttum búskapi til ein cirkuleran búskap. Hetta merkir, at alsamt størri partur av tí, vit brúka antin skal endurbrúkast ella endurvinnast.

Tað henda góð, ítøkilig ting á umhvørvisøkinum. Men heildarmyndin er einki at reypa av.

 

“You gotta walk the talk!”

Síðani í vetur hava vit sæð eina rúgvu av veðurlags-verkføllum í Føroyum. Hetta er eisini eitt rák, ið er komið úr øðrum londum. Serliga svenska Greta Thunberg hevur megnað at fingið nógv ung á gøturnar at krevja munagóð átøk á veðurlagsøkinum. Eisini eru nógv onnur mótmæli um meiri staðbundin evni, til dømis aling, vatnorkuútbygging, royk og larm í bygdum o.s.fr. Vit eru av sonnum vitni til eina týðandi “umhvørvisveking” – serliga millum ung.

Alt gott um at mótmæla. Men tú mást við tíðini eisini leggja handling aftanfyri orðini. “You gotta walk the talk”, sum man sigur á enskum. Tað snýr seg um at broyta heimin...

Men hóast ung – m.a. miðnámsnæmingar – hava lættkeyptar, óítøkiligar meiningar um at verja umhvørvi og veðurlag, hava somu næmingar ongan trupulleika við at seta seg upp í eitt flogfar og ferðast til suðurlond á námsferð. Her lekur millum teori og praksis. Í staðin kundi leiðin gingið til okkurt forkunnugt stað í Føroyum, og hevði hetta eisini verið bíligari hjá næmingunum. Tað er ókeypis at standa og prædika umhvørvi, burðardygd og veðurlag, men tað kostar at gera nakað við tað.

Eisini eru fleiri valevni, ið royna seg við lættkeyptum veðurlagsmeiningum. T.d. skrivar Marita Klein Joensen, valevni Javnaðarfloksins, soleiðis á eini lýsing: “Hvør vil hyggja barn sítt í eyguni og forklára, hví vit ikki gjørdu alt, vit kundu, fyri at forða fyri upphiting av jørðini? Lat okkum taka ábyrgd!”

Hetta er ivaleyst sagt í bestu meining, men tað skurrar illa í mun til tann reella politikk, ið verður førdur. Hetta er at kalla ein dekningleysur checkur. Meiri kensluborin symbolpolitikkur enn politiskt kjølfestur realpolitikkur. Marita Klein Joensen kemur ikki so frægt sum inn á hvat hon ítøkiliga ætlar at gera fyri at forða fyri globalu upphitingini. “Heit luft”, fyri at siga tað eitt sindur polemiskt...

 

Ein grøn cost-benefit analysa

Tá ein íløga skal gerast, er vanligt at gera eina cost-benefit analysu, ið sýnir hvussu stór nyttan vil vera í mun til kostnaðin. Hetta kann gerast á sera ymiskan hátt, alt frá sera stuttskygdum, búskaparligum atlitum til breidri samfelagslig atlit. Ein tunnil ella ein vegur kann til dømis skapa beinleiðis búskaparligar ágóðar upp á stutt sikt, men eisini meiri óbeinleiðis samfelagsligar (strukturellar) ágóðar upp á longri sikt. Vit eiga tó at fara nógv longri og eisini draga umhvørvið inn í okkara cost-benefit analysur.

Virksemið í samfelagnum gevur búskaparliga úrtøku. Hetta virksemið krevur íløgur. Til dømis kanst tú ikki reka fiskivinnu uttan skip, tú kanst ikki reka ferðavinnu uttan flogfør, tú kanst ikki reka almenna fyrisiting uttan kontór. Tá íløgur verða gjørdar, verður tískil hugt eftir, hvussu væl hetta loysir seg í mun til ta úrtøku, tað kann geva komandi árini. Hetta er tó ein ov snævurskygd fatan.

Einhvør búskaparlig úrtøka hevur nevniliga eisini ein umhvørvisligan kostnað – stórt sum smátt. Sumt virksemi dálkar meiri enn annað, men alt dálkar. Hetta merkir eisini, at eitthvørt virksemi kann umhvørvis-rationaliserast. Umframt at seta upp peningaligar roknskapir áttu virki, stovnar v.m. eisini at sett upp grønar roknskapir. Hetta kann sjálvandi gerast meiri og minni neyvt, men sjálv tankagongdin er við til at gera dálkingina sjónliga. Ein rúgva av smáum broytingum kunnu tilsamans skapa eina umhvørvisvinarligari framleiðslu, tað veri seg á almenna kontórinum ella á privata aliøkinum.

 

Alt ger mun!

Tó er sumt, ið ger størri mun enn annað. Føroyski búskapurin telist millum teir mest dálkandi í heiminum. Hetta millum annað, tí at ein so stórur partur av búskapinum beinleiðis ella óbeinleiðis er tengdur at flutningi. Hetta er vansin við at vera eitt fjarskotið oyggjaland. Føroyar sum samfelag eiga at hugsa um grøna heildarroknskapin. Tað er sumt vinnulív, ið er óneyðuga dálkandi. Skulu vit hava so nógv fiskifør? Skulu vit flúgva so nógv? Skulu vit menna shipping-vinnuna. Skulu vit menna cruise-vinnuna? Skulu vit hava so nógva aling? Og ikki minst: skulu vit brúka so nógv, sum vit gera? Vit hava higartil sæð allar hesar vinnur sum inntøkur, ið hava skapt vakstrarmøguleikar og harvið arbeiðspláss og skattainntøkur. Av tí at vakstrar-diskursurin framvegis er ráðandi í Føroyum, hava vit lyndi til at taka avgerðir, ið eru í tráð við hesa tankagongd.

Vit gloyma tó, at allar hesar tungu vinnur eisini hava ein umhvørviskostnað!

 

Vit mugu velja okkara dálking við skili

Sjálvandi kunnu vit ikki gevast at framleiða, tí tá verður ikki ráð til at reka einar framkomnar Føroyar. Men vit eiga at velja okkara dálking við skili. Vit kunnu ikki dálka fyri einhvønn prís. Vit mugu hyggja eftir hvussu stórur búskaparligur vinningur er av dálkingini. Sum dømi er cruise-vinnan ein sera ivasom forrætning. Hon dálkar avbera nógv, men kastar relativt lítið av sær til føroyska samfelagið. Kringvarpið bar 26. Juni 2019 hesi tíðindi um stóra cruise-skipið Ventura: “Ventura lá við bryggju í Havn í dag. Og hvønn tíma útleiddi hon 9,6 tons av CO2, meðan hon lá still. Til samanberingar útleiðir alt tað føroyska samfelagið umleið 119 tons um tíman.” Er tað vert at lata vælbjargað útlendsk ferðafólk dálka so illa, samstundis sum tosað verður um at leggja eyka byrðar á lágtløntar føroyingar, ið longu eru illa sperdir?

Brúk av innfluttum vørum er eisini serstakliga dálkandi – bæði vegna framleiðslu og flutning – men sendir ein stóran part av búskaparliga vinninginum av landinum. Um vit í staðin í størri mun brúktu lokalt framleiddar tænastur, høvdu vit sligið tríggjar flugur við eitt smekk: 1) minni dálking vegna vøruframleiðslu, 2) minni dálking vegna vøruflutning og 3) meiri tænastuvirksemi í Føroyum. Ein win-win-win-støða.

Soleiðis eiga vit at hugsa okkum um, tá vit innrætta samfelagið. Hvussu fáa vit mest møguliga búskaparliga úrtøku fyri minst møguliga dálking?

Grundleggjandi eiga vit at skilja, at okkara dálking ikki bert stavar frá okkara heimligu framleiðslu. Tá vit keypa eina útlendskt framleidda vøru og flyta hana til Føroyar, er talan eisini um føroyska dálking. Tá útlendsk ferðafólk koma til Føroyar og keypa vørur í Føroyum, er talan eisini um føroyska dálking. Tá útlendsk skip leggja at í Føroyum, er talan eisini um føroyska dálking. Til ber at tosa um “bruttodálking” og “nettodálking”. Hóast hagtølini sum er bert telja nettodálkingina, eigur okkara grøna samvitska at telja bruttodálkingina. Einhvør føroyingur, ið brúkar eina fartelefon, er samsekur í umhvørvisdálkingini av kopar- og kobolt-námum í Zambia ella Congo. Dálkingin hjá einum føroyingi er júst líka ring sum dálkingin hjá einum kinesara ella amerikanara. Tað kann vera, at Føroyar eru ein dropi í havinum, men tað eru øll onnur øki við 50.000 íbúgvum eisini, um tey eru partar Týsklandi, Russlandi ella Nýsælandi.

 

Tað almenna má vísa á grønu kósina

Tá tosað verður um grønan politikk, bendist tosið rættiliga skjótt yvir á avgjøld. Fyri at stýra atburðinum hjá borgarunum, verður tosað um avgjøld á brennievni, avgjøld á kjøt, avgjøld á flogferðir o.s.fr. Eingin ivi er um, at slík búskaparlig regulerings-amboð hava sterkan virknað. Verða flogferðir tvífalt so dýrar, vil talið á flogferðafólki eisini minka munandi. Trupulleikin er, at í mun til progressiva skattin, har tey ríkastu gjalda lutfalsliga mest, eru avgjøld eitt slag av regressivum skatti. Avgjøld raka tey fátøku lutfalsliga harðari enn tey ríku. Fyri tey ríku bilar tað helst ikki so nógv, um tey skulu gjalda 40.000,- í staðin fyri 20.000,- fyri brennievni árliga. Fyri eitt fátækt húski vil hetta tó vera ein vanlukka. Skulu avgjøld leggjast á, mugu tey sostatt mótvigast við ymiskum stuðulsskipanum. Tað vilja eisini vera tey ríku, ið hava ráð at keypa ein Tesla ella gera íløgur í jarðhita. Tey fátøku mugu sláa seg til tols við sínum gamla Suzuki og síni gomlu, slitnu fýring.

Sostatt kennist umhvørviskjakið viðhvørt rættiliga elitert. Politikarar vilja gjarna leggja avgjøld á borgarar og vinnulív, men hava minni hug at spara sjálvir. Í grundini átti tað almenna at víst vegin á grønu kósina. Tað almenna átti at verið flaggberi fyri grønu umstillingina. Sjálvandi átti tað almenna at verið pionerur innan grøna upphiting, elbilar o.sfr. Sjálvandi átti tað almenna at ferðast minni uttanlands, tað veri seg fyrisiting, stovnar og almenn partafeløg.

Í grundini átti landið á hvørjum ári at gjørt eina orku-fíggjarlóg, ið sýnir hvussu nógv ymiska almenna virksemið brúkar av orku. Á hendan hátt fingu vit svart upp á hvítt at vita, hvussu stór orkubrúkið var í mun til játtanina á fíggjarlógini. Tá eru vit longu væl ávegis eini cost-benefit analysu. Fyri hvørt fíggjarár kundi verið kravt, at orkubrúkið varð lækkað, umframt at partur av orkubrúkinum varð elgjørt. Tað er rætt, at í orkubrúki fyllir tað almenna lítið í mun til tað privata, men hinvegin hevði tað almenna bæði gingið fremst sum eitt gott dømi og hevði eisini sett nakrar standardir fyri hvussu vit skulu útrokna orkubrúk og orkubland (energimix).

Hetta kundi eisini við tíðini verið galdandi fyri kommunurnar. Trupulleikin er tó, at summar kommunur eru sera ídnaðartungar. Tá er munandi truplari at lækka orkubrúkið. Her traðka vit á eitt sera eymt punkt. Higartil hevur ídnaður verið sæddur sum nakað eintýðuga gott. Ídnaður og framburður hava verið tvær síður av somu medalju. Í framtíðini fara borgarar tó neyvan at góðtaka hesa stóru dálkingina, ið fer fram kring um í landinum. Heldur fara borgarar – serliga teir vælbjargaðu – at búseta seg í reinastu kommununum, bæði fyri at sleppa undan beinleiðis ávirkan av dálkingini, men eisini fyri at sleppa undan svørtu samvitskuni, ið stendst av dálkingini. Kommunurnar fara sannlíkt at kappast um at vera reinar og grønar, soleiðis at tær kunnu draga vælbjargaðar íbúgvar til sín.

Tað er lítið, ið bendir á, at grøna rákið fer at venda í bræði – tvørt ímóti. Ídnaðarfyritøkur vilja sum vera man stríðast ímóti gongdini, men fara einans at megna at útseta pínuna. Tær kommunur, ið ikki taka tey neyðugu grønu fetini vilja við tíðini gerast eftirbátar, ið fáa trupult við at klára seg í kappingini um tey nýggju “postmateriellu” ættarliðini.

Neyðugt er onkursvegna at leypa upp á grøna vognin, áðrenn hann koyrir undan okkum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…