Lýsing

Hvalastøðin við Áir – alheims vinna og staðbundin samleiki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2019 - 10:34 Mentan Tíðindi Vinna

Røða hjá Óluvu Klettskarð, forkvinnu í mentanarnevnd Løgtingsins, tá hvalastøðin við Áir lat upp fyri vitjandi, fríggjadagin 5. juli 2019

Góða samkoma,

Tað var í tøkum tíma, tá Løgtingið í 2011 samtykti at játta fígging til, at Tjóðsavnið kundi fara undir at varðveita gomlu hvalastøðina við Áir - og tað er mær ein stór gleði, sum forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, at vit í dag kunnu hátíðarhalda, at arbeiðið at varðveita hvalastøðina, nú er komið so mikið langt fram á leið, at hvalastøðin letur upp fyri vitjandi.

Drúgva arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir byrjaði tó ikki í 2011. Longu í 1982 vístu fólk frá Tjóðsavninum á, at mentanarsøguligu virðini á hvalastøðini við Áir áttu at verið varðveitt. Bygningarnir og økið rundan um hvalastøðina vórðu skrásett og leysir lutir vórðu savnaðir saman og goymdir. Í 1989 samtykti Løgtingið, at hvalastøðin skuldi varðveitast fyri eftirtíðina, og skipað varð tá eisini fyri, at daglig umsjón var við støðini.

Alt hetta – og allarhelst eisini nakað av hepni – hevur verið við til at tryggja, at hvalastøðini hevur verið lív lagað. Tá farið varð undir varðveitingararbeiðið í 2011, var hvalastøðin við Áir í so ringum standi, at tað helst bert var av gomlum vana, at fleiri av bygningunum stóðu uppi.

Varðveitingararbeiðið hevur hepnast væl, tó at tað hevur tikið sína tíð.

Eg vil ynskja Tjóðsavninum og tykkum øllum, ið hava verið við í arbeiðinum at varðveita hvalastøðina við Áir hjartaliga tillukku við avrikinum. Arbeiðið er framt við fígging úr Løgtinginum, men tað hevði ikki borið á mál uttan dyggan stuðul frá býráði og fólki í Sunda kommunu. Tit hava luttikið í og stuðlað varðveitingarætlanini frá byrjan. Tit hava víst verkætlanini stóran áhuga frá fyrsta degi.

Hjartaliga tillukku øll somul og góða eydnu við arbeiðinum í framtíðini!

- Tí arbeiðið steðgar ikki her. Hetta er bara fyrsta ljósið í lýsikoluni, sum er tendrað í dag. Tað er nú, at lív skal fáast í aftur bygningarnar, í Ketilshúsið, Spikkókaríið, Fuguna, Kvernuhúsið, Tørkuna, Krúthúsið, Ebenezer, Kemis, Perluna og á plánin – ikki sum í gomlum døgum, tá hvalastøðin var størsta arbeiðsplássið í Sundalagnum og lýsiroykurin hekk tjúkkur í øllum økinum – tað er nú, at lív skal fáast í hvalastøðina sum savn og mentanarligan miðdepil.

Hvalastøðin við Áir var í fyrru helvt av 20. øld partur av eini alheims vinnu, og nú, 100 ár seinni, er hvalastøðin ein týðandi partur av staðbundna samleikanum her í Sundalagnum.

Bygningarnir á hvalastøðini við Áir eru meinlíkir bygningunum á teimum yvir 200 norsku hvalastøðunum, sum vórðu bygdar kring allan heim. Av teimum upprunaliga 214 hvalastøðunum eru tað bert hvalastøðin í Grytviken á South Georgia í Suðuríshavinum, hvalastøðin í Albany í útsynningshorninum á Australia og hvalastøðin her við Áir, sum eru varðveittar. Tað eru ikki bert bygningarnir í sjálvum sær, sum eru serstakir, men tað er staðsetingin og minnini um lív og virki á hvalastøðini, ið gera, at hvalastøðina við Áir hevur týdning fyri okkum.

Vanliga fatanin er, at vit varðveita mentanararvin fyri okkara eftirkomarar, og tí tað hevur týdning fyri okkum sum samfelag at vit kenna okkara fortíð. Mentanararvurin hevur virði fyri okkum, tí hann er ein partur av okkara samleika sum menniskju og sum tjóð. Fyri at skilja okkara nútíð og skapa grundarlag fyri eini góðari og burðardyggari framtíð, er tað neyðugt at vit kenna okkara fortíð.

Tá føroyingar fóru til Íslands at rógva út í 1870-unum, so fóru forfedrar mínir, langabbi og aðrir skarðsmenn eisini til lands í Íslandi. Drúgt og ógvuliga áhugavert brævaskifti liggur eftir langabba og langommu, Árnfara-Jógvan og Jóhonnu á Skarði, og langomma sigur manni sínum ymisk tíðindi. Hetta brævaskifti er framúr keldur til søgu okkara, tí hon veit nógv at siga frá um veður og vind, fólk og fæ, bæði á Skarði og í øllum Norðoyggjum. Og á sumri í 1894, 23. juli og fyri júst 125 árum síðan, sigur hon manni sínum frá, at De har været tre ganger vester i Sund at kjøbe grind, som nordmændene fange med skibe, og de fik så meget de vilde den ene gang og noget mindre den anden. Talan má vera um hvalastøðina á Gjánoyri, sum varð bygd í 1893, og sum var tann fyrsta av teimum 7 hvalastøðunum, sum vórðu bygdar í Føroyum, og hetta vísir okkum tann týdning, hvalaveiðan hevur havt fyri so nógvar føroyingar, eisini fyri tey, ið ikki starvaðust her ella búleikaðust her í økinum, men heilt norðuri á Skarði, norðast á Kunoynni. Hvalastøðin við Áir varð, sum tann seinasta, bygd í 1905.

At gera íløgur í mentanararv snýr seg ikki bert um at varðveita bygningar og anlegg frá eini farnari tíð. At varðveita mentanararvin snýr seg eisini um at skapa grundarlag fyri upplivingum og trivnaði, fyri nýggjari vitan og førleikum, fyri burðardyggari ferðavinnu og búskaparligum vøkstri.

Og tað er henda samanrenningin millum varðveiting og nýtslu, ið ger, at íløgur í mentanararvin eru so alneyðugar. Tí uttan íløgur fáa vit ikki gagnnýtt tað tilfeingi, sum mentanarvurin er – bæði fyri okkum og okkara eftirkomarar – og bæði tá vit hugsa um mentanarlig, sosial og búskaparlig virði.

Tað er tí av alstórum týdningi, at arbeiðið við varðveitingini av hvalastøðini kann halda fram og at íløgur verða gjørdar, so at ikki bara bygningarnir verða varðveittir, men at hvalastøðin verður eitt livandi savn og ein mentanarligur depil, sum bæði fólk í Sundalagnum og onnur vitjandi kunnu fáa gleði og gagn av.

Tað er ein fátæk tjóð, ið ikki sær virðini í sínum mentanararvi og ger íløgur í varðveitingina av honum.

Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at áhugin fyri varðveitingini av hvalastøðini hevur fingið so góða undirtøku frá øllum her í Sundalagnum - og tó at tað hevur tikið sína tíð, er tað gleðiligt, at tað hevur eydnast at bjarga hvalastøðini við Áir.

Ein partur av arbeiðinum, ið restar í, er at flyta Brandskúlan hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar. Løgtingið hevur sett pengar av til at fyrireika flytingina og samráðst verður við Klaksvíkar kommunu um staðseting. Tað er eyðsæð, at Vinnuháskúlin hevur trivist væl við Áir, men tað er eisini eyðsæð, at savnsvirksemið á hvalastøðini og roykurin, ið stavar frá virkseminum hjá Brandskúlanum, ikki kunnu sameinast, og at tað tí er neyðugt at flyta Brandskúlan – tí hvalastøðina fáa vit ikki flutt.

Fólk fáa nú høvi at vitja hvalastøðina við Áir – í fyrsta umfari eina ferð um vikuna, tað ið er eftir av summarinum. Hvalastøðin við Áir var einaferð vinnuligi miðdepilin í Sundalagnum. Her var virksemi og búskaparligur vøkstur. Tað er mín vón, at tað at hvalastøðin nú letur upp, fer at geva íblástur til at fáa sett gongd á virksemi her í økinum, so at hvalastøðin við Áir og økið kring hana verður ein mentanarligur og – við tíðini - eisini ein vinnuligur miðdepil í Sunda kommunu.

Við at varðveita hvalastøðina við Áir varðveita vit minnini um eina alheims vinnu, men tað eru minnini um fólk og virksemi, lutir, bygningar og staðsetingin, ið gera hvalastøðina serstaka fyri okkum og ein týðandi part av staðbundna samleikanum her í Sundalagnum.

Hjartaliga tillukku og góða eydnu í framtíðini!

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár
Upptakt: KÍ-Riteriai
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons