Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stakkavík er ein av útróðrabátunum í bólki 5A

Útróðrarbátarnir komnir í álvarasama knípu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2019 - 09:41 Leiðarin Politikkur Vinna

Við lógini um sjófeingi, sum kom í gildi í fjør, varð fiskiárið broytt til at fylgja kalendaraárinum og sostatt vera frá januar til desember. Áður var tað frá september til august árið eftir. Nú vit skriva juli, hava útróðrarbátarnir brúkt nærum allar dagarnar hjá sær, og tann broytingin ger, at teir ikki fáa nýggjar dagar fyrrenn 1. januar 2020.

Fullriknu útróðrarbátarnir, bólkur 5A, hava fingið 5.327 dagar, og hava brúkt í minsta lagi 2.465 av teimum, møguliga fleiri, tí yvirlitini eru ikki altíð dagførd, sigur Vørn, ið hevur tølini á síni heimasíðu. Útróðrarbátarnir í bólki 5B hava fingið 3.552. dagar, og av teimum eru brúktir 3.366 dagar. Við útvarpsstøðina R7 siga útróðrarmenn, at teir vænta at hava nokk til 1 mánað afturat.

Ein meginorsøk er, at har er meira drift í útróðrarfiskiskapinum enn vanligt. Frítíðarfiskararnir fáa meira, og allar ábendingar eru um, at har er væl meira fiskur til nú. Útróðrarbátarnir fiska sera væl, og við at hyggja inn á fiskamarknaðin sæst, at teir standa onki aftanfyri línubátarnar í fiskiskapi. Verða útróðrarbátarnir lagdir saman, kemur meira enn so fyri, at teir fiska meira enn línubátarnir. Eisini er líkt til, at óvanliga nógvir bátar royna samstundis, uttan at tíðarskeiðið júst nú søguliga sæð er vertíð. Bátar, sum ikki vanliga fiska hesa tíðina, eru farnir til fiskiskap.

Havstovan tykist vera passiv í øllum hesum. Tá ov lítið er til av fiski, plagar hon annars ikki at spara seg, men nú vit hava øvuta trupulleikan, skortar uppá tilmæli um, hvat er rættast at gera. Ein møguleiki er at økja dagatalið, og tað gevur sjálvsagt størri veiðitrýst, men tað tykist vera nokk av fiski til. Her átti ein at kunnað væntað, at Havstovan eisini hevði eina strategi, tá tað var nóg mikið til, og ikki einans, tá stovnarnir vóru illa fyri.

Onkur hevur hug at ilskast inn á Fiskimálaráðið, tí tað hevur útskrivað fiskiloyvi til ferðavinnufiskiskap. Tilsamans níggju útróðrarbátar hava fingið loyvi at fiska við ferðafólki. Tað merkir at har er virksemi í ráðnum, men at tað ikki fæst við stóra trupulleikan hjá útróðrarmonnunum.

Spurningurin er bara, hvat ber til at gera nú. Løgtingið er ikki saman, og løgtingið er tað einasta, sum hevur heimild at broyta lógina og dagatalið. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann flyta dagar ímillum bólkar, men sambært R7 er fiskimálaráðharrin staddur á Gibraltar í løtuni og tekur ikki telefonina, tá tey ringja til hansara. Tað er sum nevnt eisini avmarkað, hvat hann kann gera.

Eftir ætlan hevur Løgtingið frí í 3 vikur afturat, so verður val útskrivað, og meðan valstríðið er, er sjálvsagt ongin tingfundur. Nývalda Løgtingið kemur í fyrsta lagi saman í september, og tá siga øll teknini í sól og mána, at dagatalið hjá útróðrarbátunum er uppi. Har er tó ein lítil møguleiki, ið er at Løgtingið tekur sær av hesum málinum áðrenn 3. august, tí tann dagin skal valið í seinasta lagi skrivast út. Tann møguleikin hevur sum fortreyt, at løgmaður ikki útskrivar val á ólavsøku.

Tað hoyrist eisini úr maritima umhvørvinum, at línubátarnir eru væl áleiðis at koma í eina líknandi støðu sum útróðrarbátarnir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald