Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd | Mynd: Oliver Joensen

Útróðrarflotin eksploderar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2019 - 15:55 Leiðarin Politikkur Vinna

Sum uppfylging til málið um, at útróðrarbátarnir standa til at muga verða lagdir innan leingi, tí fiskidagarnir eru uppbrúktir, hevur Norðlýsið spurt seg fyri í umhvørvinum. Har er komið fram, at ómetaliga nógvir bátar eru lagstir afturat at royna fiskieydnuna, nú nokk er til av fiski. Tað hevur lagt trýst á dagatalið, sum minkar skjótt.

Ein sigur, at talið av fullriknum útróðrarbátum er margfaldað síðani nýggjárið, og metir orsøkina vera, at fiskieydnan hevur verið so mikið góð, at bátar sum annars hava fiskað lítið eru komnir upp um kravið um at fiska fyri 400.000 krónur, ið er kravið fyri at vera roknaður sum fullrikin útróðrarbátur. Ítøkiliga verður sagt, at talið er farið úr 19 fullriknum útróðrarbátum og heilt upp í 81 bátar í 2019.

Harmast verður um gongdina, tí hetta ger, at munandi minni verður í part, og teir “veruliga fullriknu” (her verður uttan iva meint við teir útróðrarmenn, sum hava útróðurin sum høvuðsvinnuveg) nærkast skjótari markinum fyri hægst loyvda tal av fiskidøgum. Tað hevur ikki lætt um, at loyvi er givið til frítíðarfiskiskap við ferðafólki heldur. 9 útróðrarbátar hjá 4 feløgum ella einstaklingum fiska á henda hátt.

Sum nevnt í aðrari grein í blaðnum eru bæði fiskimálaráðharrin og løgtingið í feriu og kunnu væntast framvegis at vera tað, tá útróðrarbátarnir raka seinasta fiskidag – ið sær út til at fara at vera heilt tíðliga í ár. Sum skilst á lagnum, rópa útróðrarmenninir á fullriknu útróðrarbátunum nú neyðarróp um at fáa stýring á fiskidagarnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eru vit ov krevjandi?
Føroyar hava nú fast pláss í formansskap…
Eirikur: Fiski­vinnan hevur stóran týdnin…
Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu le…
Nýggjársrøða løgmans 2025
Storeldur í einum íbúðarblokki í Esbjerg
Heilsan frá Johannes Martin Olsen
Tøkk - Steinmund Klakstein
Gerhard Lognberg: Stríðið er vunnið
Røst súpan og undirhald í Roykstovuni
Smáu Føroyar vísa Stórabretl­andi vegin
Veðrið í kvøld - tað nýggjasta
Eirikur vitjar Norðlýsið
Nýggjársheilsan frá Evangelisku Røddini
Nær fær Føroyar eina vælferðarætlan?
Ein muslimskur depil er ein miðil til in…
Fólka­flokku­rin: lands­flokkur, mansflokku…
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino