Eru vit ov krevjandi?
Nýggjársrøða løgmans var ein áheitan á Føroya fólk um at vera meira sjálvuppofrandi og minni sjálvsøkin. Men løgmaður kom illa frá at greiða Føroya fólki frá, hvør tað er, sum ikki ger sína skyldu í dagsins samfelagi. Kanska tí tað nettupp eru politikararnir, ið ikki gera sína skyldu
Røðan byrjaði við søguni um Sannu Dahl, sum ígjøgnum 13 mánaðir stríddi seg úr Danmark aftur til Føroya fyri at bøta um læknatrotið í Føroyum undir 2. veraldarbardaga. Løgmaður brúkti tað sum eitt líknilsi um, at føroyingar áttu at verið meira sum hon og ofrað seg meira fyri Føroyar og fyri felagsskapin her.
Boðskapurin er góður, men saknur var í konteksti. Føroyar eru hvørki í kríggi ella kreppu í løtuni. Kanska vit eru vorðin ov krevjandi – tað kann vera – men løgmaður var, sum Beinta Løwe eisini segði beint aftaná, óítøkiligur um, hvør og hvat ikki tekur ábyrgd ella ger sína skyldu í Føroyum í dag. Á hvørjum øki er tað, at meinigi føroyingurin skal taka meira ábyrgd?
Eru tað fakfeløgini, ið eru ov krevjandi? Tey hava kravt, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi innfría sítt vallyfti um 37-tíma arbeiðsviku, men tað er ikki tí, at tey ikki vilja gera sína skyldu. Tey hava gjørt sína skyldu – men tað hava politikararnir ikki. Samgongupolitikararnir kunnu samtykkja styttri arbeiðsviku, um teir vilja, men hava valt at lata vera. So her áttu pílarnir bert at peikað inn eftir og ikki úteftir. Tað er ongin annar enn politikararnir, ið kann gera sína skyldu hesum viðvíkjandi.
Ella eru suðuroyingar ov krevjandi, tí teir vilja hava, at lyftið um Suðuroyartunnil verður innfríað? Tað er ilt at síggja, at suðuroyingar ikki gera sína skyldu. Politikararnir hava lovað Suðuroynni ein tunnil, men tað gongur striltið – fyri politikararnar, ikki suðuroyingar – at gera sína skyldu.
Ella tey, sum vildu slíta samstarvið við Russland? Teir stóru samgonguflokkarnir lovaðu teimum tað, og nú tað tódnaði niður í bara at slíta samstarvið við 2 reiðarí, verða samgonguflokkarnir hartaðir – men er tað ov krevjandi av veljaranunm at forlanga, at lyftið varð hildið?
Síðani orðaði løgmaður seg nærmast, sum um at Føroyar vóru í eini kreppu ella ávegis í eina, og tí kom við líknilsinum frá 2. heimsbardaga. Men hvar er kreppan? Tað gongur væl í vinnuni, arbeiðsloysið er metlágt, og fólkatalið veksur. Føroyingurin ger sína skyldu og fer til arbeiðis hvønn dag. Hann liggur ikki á løtu síðuni og krevur inn, hóast løgmaður heldur hann vera vorðnan dekan ov krevjandi.
Aftur her eru trupulleikarnir av politiskum slagi. Vit hava bústaðarneyð, men tað kann vanligi føroyingurin onki gera við. Politikararnir hava lovað at gjørt nakað við tað, men hava gjørt ov lítið. Og vit hava hall á løgtingsfíggjarlógini á hvørjum ári, men tað fær vanligi føroyingurin onki gjørt við. Her er tað triði samgonguflokkurin, Framsókn, sum heldur ikki leverar. Hann fór til val uppá haldføri og endaði við fíggjarmálum, og harvið gjørdist tað hansara skylda at fáa haldførið í rættlag, men hann hevur sitið á hondunum síðani.
Ella er tað málið um hægri pensiónsaldur? Er føroyingurin ov krevjandi, tá hann vil fara frá við pensión sum 68-ára gamal? Ein 68-ára gamal føroyingur kemur til landsmyndugleikarnar eftir at hava gjørt sína skyldu og vil nú krevja sín rætt – tað, sum honum varð lovað, og ikki eitt oyra meira – men aftur her eru tað politikararnir, sum svíkja og vilja minka um hansara rætt við at taka eitt ár av pensión frá føroyinginum, hóast hann hevur gjørt sína skyldu.
Kanska vit eru vorðin ov krevjandi. Men mong av krøvunum til samgonguna hava altso bara verið, at hon heldur síni lyfti ella letur vera við at gera støðuna verri. Tí átti løgmaður at verið meira ítøkiligur um, hvat tað er, hann saknar frá Føroya fólki, tá hann heitir á fólkið um at vera meira sjálvuppofrandi og krevja minni.