Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF

Samstarvsskyldan á arbeiðsplássinum er meira enn eitt pyntiljós

SKRIVAÐ: Súni Selfoss  |  12.07.2019 - 15:52 Lesarabrøv Tíðindi

VIÐMERKING: Avgerðin hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um at steðga bygnaðarabroytingini á Umhvørvisstovuni er ein viðurkenning av og áminning um, at sáttmálafesta skyldan hjá stovnsleiðarunum at taka álitisfólkaskipanina við í ráðleggingina, skal takast í størsta álvara. Samstarvsskyldan má verða ein natúrligur og sjálvsagdur partur av leiðslumentanini hjá øllum stovnsleiðarum

Mikudagin 26. juni gav Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í heilu- og innlendismálum, stjóranum á Umhvøvisstovuni boð um at steðga tilgongdini at leggja tvær deildir á stovninum saman. Stjórin varð biðin um bakka bygnaðarbroytingina aftur til apríl og at eftirmeta støðuna. Tveir dagar seinni fór stjórin frá við fráfaringaravtalu.

 

Nógvar ávaringar

Avgerðin um at steðga bygnaðarbroytingini á Umhvørvisstovuni var í sjálvum sær ein sigur fyri kollektivu avtaluskipanina og eitt týdningarmikið prinsipp á arbeiðsmarknaðinum – nevnliga sínámillum samstarvsskylduna á arbeiðsmarknaðinum. Avgerðin vísti eisini eina landsstýriskvinnu, sum hevði dirvi at siga frá: At samstarvsskyldan á arbeiðsplássinum ikki bert er til pynt, men at sáttmálar og starvsfólkapolitikkur landsins skulu takast í álvara.

 

Hinvegin var tað bæði harmiligt og spell, at tað kom so vítt, at landsstýriskvinnan til endans noyddist at steðga tilgongdini, við tí úrtsliti at stjórin fór. Tað átti at verið óneyðugt, tí at tað vóru so ríkiligt av ávaringarljósum, ið blunkaðu. Ávaringar, sum – vóru tær tiknar í álvara – kundu fyribyrgt, at tað kom so vítt, meðan tíðin enn var til tess.

Bæði starvsfólk og álitisfólk á stovninum ávaraðu leiðsluna um, at tey høvdu hópin av ósvaraðum spurningum og mótmæltu at alt varð trýst ígjøgnum uppá nakrar fáar dagar, uttan at tey fingu veruligt høvi at vera við í tilgongdini.

Starvsmannafelagið og onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum mótmæltu eisini og mintu á samstarvsskylduna, sum er ásett bæði í starvsfólkapolitikki landsins og í fakfelagssáttmálunum.

Haraftrat vóru ávaringar eisini frá sjálvum aðalráðnum, sum varðar av Umhvørvisstovuni, sum í fjør staðiliga minti stjóran á at geva sær góðar stundir við bygnaðarbroytingini og at taka starvsfólk og álitisfólk við uppá ráð og at leggja sær eina við at fylgja reglunum um bygnaðarbroytingar hjá tí almenna.

Kortini varð alt skundað ígjøgnum. Leiðslan og ráðgevarar hennara vóru kanska fyrireikað, men álitisfólkini og samstarvsnevndin, sum skal tryggja samstarvið millum leiðslu og starvsfólk, fingu í roynd og veru bert eina kunning í endanum á mai um samanleggingina. Og so varð avgerðin tikin.

Leiðslan, sum nú er á Umhvørvisstovuni fer nú eftir øllum at døma at eftirmeta støðuna fyri at vita hvussu farast skal víðari við bygnaðarbroytingini. Starvsmannafelagið setir sítt álit á, at tær broytingar, sum nú verða gjørdar ikki verða gjørdar yvir høvdið á starvsfólkum og álitisfólkum, men at tey hesaferð vera tikin við í tilgongdina.

 

Hornasteinur í kollektivu avtaluskipanini

Málið um Umhvørvisstovuna vísir, at samstarvsskyldan á arbeiðsplássunum er ein meginregla, sum skal takast í størsta álvara.

Leiðslan á almennum arbeiðsplássum hevur leiðslurætt, men leiðslurætturin er ikki óavmarkaður. Leiðsla og starvsfólk hava eina sínámillum samstarvsskyldu, sum langt síðani er blivin partur av sáttmálunum, og er samstarv eitt lyklaorð á øllum arbeiðsplássum í framkomnum londum í dag.

Samstarvsskyldan merkir, at leiðslan skal taka álitisfólk og samstarvssnevndir við í ráðleggingina í broytingartilgongdum, t.d. í samband við bygnaðarbroytingar. Kunnu partarir ikki semjast, hevur leiðslan heimildina at skera ígjøgnum og taka endaligu avgerðina og stendur eisini við ábyrgdini. Tað er leiðslurætturin. Men leiðslan hevur skyldu at taka álitisfólkaskipanina við í broytingartilgongdina, í eini reellari hoyring. Tað er samstarvsskyldan.

Um rættin at vera kunnað og hoyrd siga reglurnar, starvsfólkapolitikkur landsins og sáttmálarnir, m.a., at

  • starvsfólkini skulu takast við í ráðlegginga, tá ið broytingar henda, og at
  • tað skal vera gjørt í góðari tíð, so at tey fáa veruligan møguleika fyri medávirkan
     

Samstarvið millum leiðslu og starvsfólk ein hornasteinur í kollektivu avtaluskipanini. Um samstarvið ikki riggar standa vit eftir við óavmarkaðum leiðslurætti, sum sendir okkum aftur til eina farna tíð, tá ið stjórin var 100% einaráðandi og als ikki nýttist at lurta eftir øðrum.

 

Loypa álitisfólkini um

Á nógvum stovnum virkar samstarvið, men tíverri vísir tað seg, at summir leiðarar loypa álitisfólkini um. Ofta verða álitisfólk og samstarvsnevndir bert kunnað, tá ið alt er liðugt. Ella eisini sleppa tey so seint við í tilgongdina, at møguleikin fyri reellari ávirkan er farin, so at tað ber brá eini proformahoyring. Myndaliga sagt: Tá leiðslan – kanska saman við eksternum ráðgevum – hevur bakað kakuna, verða álitisfólkini boðin inn á gólvið og sleppa at seta eitt kertuljós á køkuna, áðrenn hon verður sett á borðið.

Ein kanning millum álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum fyri fáum árum síðani vísti, at hettar tíverri ikki er óvanligt.

Hetta er ógvuliga óheppið og kann als ikki góðtakast. Avleiðingin av at verða lopin um kann vera, at starvsfólkini ikki skilja broytingarnar. Ella uppliva tær sum nakað, ið bara verður smoygt omanyvir tey. Úrtslitið kann vera, at tey venda sær ímóti broytingunum, og tað kann geva misnøgd, mótstøðu og ófrið. Tað kann eisini vísa seg, at broytingarnar ikki eru haldførar, og at tað má gerast umaftur, tí at leiðslan hevur yvirsæð ´blindvinklar´: Viðurskifti, sum kundu verið avdúkað, um starvsfólkini – gjøgnum álitisfólkaskipanina og samstarvsnevndirnar – høvdu verið tikin við upp á ráð í góðari tíð eini veruligari hoyring.

 

Manglandi tilvitan um samstarvsskylduna?

Hví sáttmálafesta samstarsskyldan ikki altíð riggar sum hon skal, kunnu vit bert gita um.

Kanska kennir leiðslan reglurnar, men heldur tað vera strævið og tíðarkrevjandi at taka álitisfólkini við. Kanska væntar leiðslan sær óneyðuga hart og ókonstruktivt mótspæl, og tí heldur tað vera lættari at sleppa undan.

Tað kann eisini verða, at stjórin heldur, at leiðslurætturin verður tikin frá honum, sum er ein grundleggjandi misskiljing, tí talan sum sagt er um samstarv – og ikki um leiðslurætt.

Hugast kann eisini, at vantandi upplýsing og tilvitan um kollektivu sáttmálaskyldurnar kann vera ein orsøk til, at samstarvsskyldan ikki altíð virkar sum hon skal, og sum tí er nakað, sum leiðsluni ikki kemur til hugs –  ella sum hon kanska verður mint á – tá ið alt er klárt og liðugt: Tá kakan er liðugt bakað og klár at seta á borðið, soleiðis at kunningin/hoyringin fyri tað mesta verður til pynt.

Sum fakfelagsfólk halda vit, at hettar seinasta kann vera ein sannlík forkláring: At í høvdinum á fleiri leiðarum er kollektiva avtaluskipanin ikki rættuliga nakað, sum verður hugsað inn í ætlanir og strategiir, ið verður tikið við frá byrjan av í eini broytingartilgongd. At hetta ikki er ein natúrligur partur av leiðsluhugsanini ella leiðslumentanini hjá øllum av okkara leiðarum ella stjórum

Um so er, má hetta broytast. Og tað skal vera okkara vón sum fakfelagsfólk, at málið um Umhvørvisstovuna kann vera ein áminning til allar landsins leiðarar um at taka samstarvsskylduna í størsta álvara.

 

Fokus á samstarvið

Tí er tað gleðiligt, at Starvsmannafelagið saman við Fíggjarmálaráðnum hava sett sær fyri at gera nakað við avbjóðingina. Í mai skipaðu vit fyri felags temafundi í Smæruni, um hvussu samstarvið á arbeiðsplássunum fæst at virka í broytingartilgongdum; soleiðis, sum avtalað varð í sáttmálasamráðingunum í 2017.  

Ein áhugaverdur dagur, sum gevur eina vón um, at tess meira vit upplýsa og tosa um kollektivu samstarvsskylduna, tess meira natúrligt fer tað at vera, at landsins leiðslur fara at taka álitisfólkaskipanina og samstarvsnevndirnar við, tá ið broytingar verða framdar á arbeiðsplássinum. Og at hugburðurin sum frálíður fer at broytast til tað betra.

Sum fakfelag roynir Starvsmannafelagið at læra álitisfólkini týdningin av samstarvi: At tey sjálvi hava skyldu at samstarva við leiðsluna um góð viðurskifti á arbeiðsplássinum. Og at tey hinvegin eisini hava rætt til kunning og medávirkan í broytingartilgongdum. Næsta stigið verður, at førleikamenna álitisfólkini í, hvussu tey meira ítøkiliga kunnu geva sítt besta íkast í broytingartilgongdini.

Tað skal vera okkara vón, at okkara sáttmálapartur og landsins stovsleiðslur fara at gera nakað tilsvarandi, so at samstarvið millum leiðslu og starvsfólk altíð verður ein natúrligur og sjálvsagdur partur, tá ið broytingar verða framdar á almennum arbeiðsplássum.

 

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja