Lýsing
Lýsing

Fríggjadagur á G!: Skráin er fjølbroytt

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  12.07.2019 - 16:55 Mentan Tíðindi

Í løtuni savnast fólk á gøtusandi, har heitu pottarnir dúgliga vera fyltir av glaðum festivalgestum. Skráin í kvøld er rúgvumikil og spennir sera víða.

Lagt verður út kl. 17 á Spæliplássinum, tá bretski bólkurin Lunacci and the Lunatics trína á pall. Føroyingurin Páll Brim Joensen er við í bólkinum, og er bólkurin eitt vaksandi navn á bretska fólkatónleikapallinum. Tey á G! siga um bólkin, at bólkurin er eitt kveikjandi og lívligt fólkatónleikarasamstarv, sum við sera vælsmíðaðum løgum viðgerð siðbundin evni. 

Eftir hetta, er Spæliplássið somuleiðis karmur um tvær tær næstu konsertirnar. Kl. 18 framførir Rebekka Petersen, meðan Joe & The Shit Boys taka yvir kl. 19.10.

Kl. 20.15 trínur Marius Ziska á pall á spæliplássinum. Tey á G! siga soleiðis um Marius:

Marius er ein av lívstræðrunum í føroyskum tónleikalívi. Hann hevur verið serstakliga virkin og hevur ferðast nógv úti í heimi við tónleiki sínum. Eftir at hava útgivið væl móttiknu fløguna ‘Heim’ í 2015, kom fløgan ‘Portur’ út í 2018. Øll løgini á Portur eru á føroyskum, og orðini eigur dugnaliga skaldið Hans Jacob Kollslíð.

 

VÖK letur sandin upp
Fyrsta konsertin á sandinum verður kl. 21:10 við íslendska bólkinum VÖK. Tey á G! siga soleiðis um bólkin:

Íslendska elektroniska dreymapopptrio´in Vök spælir fyri fyrstu í Føroyum á G! 2019. Vök gav út fløgurnar “Figure” í 2017 og “In the dark” í 2019. Fløgurnar vóru sera væl móttiknar og Vök hevur verið á umfatandi tónleikaferðurm runt um í Europa síðani. Millum annað hava tey spælt á Roskilde og fleiri øðrum stórum festivalum.

Vök er ein nýskapandi bólkur við væl hugsaðum atmospheriskum ljóðmyndum. Tónleikasíðan Noisey segði soleiðis um bólkin “Channelling the Beach soundtrack via 1980’s synth pop with the modern sexiness of The Knife”.      

Eftir VÖK framførir svenska Yaeger á spæliplássinum kl. 22:40. G! Sigur soleiðis um Yeager:

Yeager er ættað av lítlu oynni, Vaxholm, tveir tímar úr Stockholm, har bert seks familjur búgva. Hon lesur á tónleikaskúlanum, Rytmus, har hetja hennara Robyn, og Mabel og Tove Lo eisini hava gingið. 

Umframt at vera ávirkað av svenskum poppi, hoyrist íblásturin frá amerikanskum R&B eisini í tónleiki hennara.

Grundin letur upp kl. 23:30 við bretska diskarinum Phat Phil Cooper. Phil Cooper er ein viðurkendur diskari frá Bretlandi og hevur arbeitt sum diskari í skjótt 30 ár. Phil er kendur fyri sín tónleikastíl og sítt fjølbroytta tónleika katalog.

 

G! drotningin verður á sandinum

Kl. 23:45 framførir G! drotningin Eivør á sandinum - neyvan krevst nøkur serlig innleiðsla til Eivør, men vit taka hana kortini við. G! sigur soleiðis um Eivør:

Segði tú G! av fyrstan tíð, so mást tú eisini siga Eivør. Tað eru fáir G! festivalar, har ið Eivør ikki hevur trøllabundið áhoyrararnar, so tað kemur ikki burturúr ongum, at hon hevur fingið heitið G! drotningin. Eivør og G! festivalurin eru sprottin úr sama umhvørvi og um somu tíð, og tey eru óloysiliga knýtt at hvørjum øðrum.

Tónleikurin hjá Eivør hevur sín uppruna í føroyskum fólkatónleiki, men hon fær eisini stóran íblástur frá nýggjum tónlistaligum rákum, har ið hon sær óendaligar møguleikar innan elektroniskan tónleik. Eyðkenda blandið hjá Eivør av nýggjum og gomlum, tí heimliga og alheimsliga skapar eina framhaldandi rannsakan av ljóðum, sum er líka støðug, sum suðið í havinum. 

Kl. 1:30 framførir JÓIPEXKRÓLI á spæliplássinum. G! sigur soleiðis um bólkin:

JóiPé x Króli komu brestandi inn á íslendska tónleikapallin seint í 2017 with fløguni ‘Gerviglingur’ (á føroyskum óektað smáprýði). Eftir nøkrum fáum mánaðum, eru teir vorðnir tað mest stroymda nýggja íslendska navni við yvir 20 milliónum stroymingum á Spotify. Tónleikur teirra er væl dámdur av øllum aldursbólkum.

Í Grundini framføra Simon Littauer kl. 01:30 og Anna Lann kl. 02:30.

Týr endar fríggjakvøldið á sandinum kl. 02:20.

Umframt tær framførðslurnar sum her blivu tiknar fram, eru eisini aðrar konsertir í fjósinum. Sí skránna fyri fríggjadagin niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!