Lýsing
Lýsing
Lýsing

Munur á býráðspolitikarum í Runavík og Klaksvik

SKRIVAÐ: Jan Danielsen  |  16.07.2019 - 08:30 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Komin úr Runavík frá arbeiði í kvøld, kom eg í prát við ein býráðslim í Klaksvík. Tað fyrsta hann spyr meg um, er um tað veruliga er so galið í Runavík, at tíðaravmarkað parkering er sett í gildi á havnalagnum. Ja, svarið eg, so er - skil tað hvør í skilja vil.

Hann fortaldi mær síðan, at heilt afturi í 2005/2006 bleiv øll tíðaravmarkað parkering avtikin á havnalagnum í Klaksvík.
Her skuldi eingin fáa bót fyri at fara til arbeiðis ella til útróðrar. 

Tað hevur altíð verið strævið, at rikið egið virksemi - tað vita øll, sum hava roynt tað. Men at skula striðast við lokala myndugleikan, tí tú roynir at reka virksemi á staðnum, er allarhelst eindømi í Føroyum.

So um broyting ikki kemur í viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum á havnalagnum í Saltangará, so letur Dekkservice ikki uppaftur eftir summarfrítíðina - kanska er tað tað býráðslimirnir ynskja, men so kundu teir bara sagt tað.

Í síðstu viku komu nakrir sjómenn aftur av skipi. Allir, sum høvdu parkera við frostgoymsluna í Saltangará, høvdu fingið bót - onki stuttligt at koma heim aftur til, og teir vóru heldur ikki blíðir.

Men kanska onkur onnur kommuna tímir at hýsa vinnuligum virksemi og sjómonnum???



Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð