Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smærri flogvøllir

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  19.07.2019 - 08:12 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Sum er hava vit ein flogvøll í Føroyum, sum verður nýttur til uttanlandsflúgving, og tøkk og lov havi fyri tað.

Í grannalandi okkara fyri sunnan, Hetlandi, har fólkatalið er ein helvt av okkara, eru nógvir fløgvøllir. Teir flestu eru smáir. Tann stytsti hevur eina breyt upp á 256 m. Hesir gera nógv gagn. Sjálvur havi eg verið á flogvøllinum í Fugoynni, Foula, og har gekk væl at lenda. Útgerðin var ikki stór, ein vindposi og eitt walkie-talkie. Grastúgvur vóru á vøllinum, men hvørki flogskiparin ella ferðfólkini hildu tað vera nakað at tosa um. Hesin vøllur var góð trygd fyri oyggjabúgvunum tá brim var.

Her hava vit nú fingið okkum tyrlur at røkja okkara samskifti við fjarløgd støð innanlands, og er hetta ein algóð tænasta.

Men spurningurin er, um tað ikki hóast alt er vert at hugsa um at gera smærri flogvøllir úti um landið. Teir eru bíligir at gera, og kosta ikki nógv at halda viðlíka. 

Eitt sum vit kunnu siga, er at høvdu vit fleiri smærri flogvøllir, hevði tað ligið betri fyri hjá nógvum smærri flogførunum at flogið á okkara leiðum. Sum er kunnu flogfør undir vanligum umstøðum seta seg á flogvøllin í Vágum, og hjá rutuflogførum við góðari útgerð riggar tað næstan altíð. Men tá mjørkin legst um oyggjarnar er tað sjáldan, at tað ikki hóast alt er klárt onkrastaðni. Fyri smærri flogfør hevði tá verið tøkt, at tað vóru aðrir flogøllir í at velja, so tað bar til at koma til Føroyar um ikki annað.

Tað hevði eitt nú borið til at havt ein flogvøll í Suðuroy, ein á Viðareiði og hví ikki ein í Mykinesi. Stuttar vøllir við einum vindposa.

Eitt annað sum kundi komið burturúr hevði so verið at tað hevði borið til at fingið ein skúla fyri flogskiparar á flogvøllinum í Vágum. Tey sum skulu læra at stýra flogførum skulu jú læra at seta seg niður á nógvar ymsar flogvøllir, og tað høvdu vit fingið við smáum útreiðslum.

Serliga flogvøllurin í Suðuroy hevði gjørt nógv gagn. Hann kundi komið skjótt, og sum er liggur Suðuroyggin alt ov fjarskotin frá meginøkinum. Ein flogvøllur har kundi lætt munandi um til tunnilin kemur um eini tíggju ár.

 



Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…