Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Endurnýtsla ella skilaleyst oyðsl?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.07.2019 - 22:30 Bloggur Mentan

Í londunum kring okkum hava tey ungu gingið kravgongur fyri umhvørvinum – hurra fyri tí! Men, myndirnar dagarnar eftir teir mongu tónleikafestivalarnar benda ikki á, at umhvørvisvinarligheitin stingur serliga djúpt hjá øllum. Tí eftir seg leggja tey órudd og nýggjar og góðar lutir fyri hundrað túsundtals krónur!

Eg ivist onga løtu í, at tey ungu, sum ganga kravgongu til frama fyri umhvørvinum, gera tað av fullum huga og í ramasta álvara, tí mangt bendir jú á at knøtturin vit liva á er um at kódna av orsøkum, sum mannaættin eisini er meðsek í. Men, sum bretar taka til ”Charity begins at home” – næstakærleikin byrjar við hús! Tann forbrúkaramentaliteturin, sum er týðuliga sjónligur eftir tey ungu aftaná teir mongu tónleikafestivalarnar, er sera lítið umhvørvisvinarligur.

Eg veir væl, at tað er ymiskt hvussu tey taka upp eftir seg á teimum ymisku festivalunum - summastaðni er tað vist heilt fyrimyndarligt, men eftir myndunum at døma frá Roskildefestivalinum og G festivalinum í ár, so lá nógv gott og nýtt tilfar eftir tey ungu - telt, borð og stólar, kuldakassar, kókitól og mangt annað, ið saktans kundu verið nýtt aftur í inntil fleiri ár.

Í Danmark finnast sjálvbodnir hjálparfelagsskapir, sum savna alt nýtiliga tilfarið saman og senda tað víðar til ymisk hjálparendamál. Eg veit ikki um ein líknandi skipan finst í Føroyum, ella um tað mesta fer á brennistøðirnar?

Eg eri so gamal – 72 ár – at eg minnist ættarliðini, ið onki tveittu burtur, men sum endurnýttu alt, ið til bar at endurnýta. Tey høvdu neyvan hoyrt orðið umhvørvið, ella nakað tos um umhvørvishóttanir, men kortini vóru tey á mangan hátt meira umhvørvisvinarlig enn ungu festivalgestirnir. Vit vita meira um vandamikið burturkast í dag, enn tey gjørdu, og nýtast ikki bara at klandra tey fyri teirra mistøk, og fyri Buchwald í Havn og í Klaksvik, sum jú vóru rættuliga ótespilig.

Nú teljist eg heldur ikki millum teirra, ið halda at teir góðu gomlu dagarnir vóru so nógv betur enn okkara tíð. Í teimum góðu gomlu døgunum, var eg ikki blivin 72, men var langt síðandi deyður (tað hevði kanska verið ein fyrimunur fyri umhvørvið?!) Men, tað er hugvekjandi, at tað bara er gingin ein hálv øld síðani fólk nýttu alt sum kom burturúr seyði, fiski, grind og úr moldini, sum seymaðu úr gomlum, og ruku upp troyggjubular, fyri at endurnýggja tógvið, sum stoppaðu og bøttu.

Tey gingu í bøttum pløggum, tí tað var neyðugt.  Nu ganga tey í nýggjum skrøddum klæðum, sum kosta eina formúu. Aftaná vikuskiftini noyðast fólk næstan at vassa uppundir knæ í  avfalli, sum veitsluglað ungfólk hava lagt eftir seg í stórbýunum. Samstundis eru nógv av teimum ungu ófør at endurnýta gomul klæðir og gamalt innbúgv, og at geva teimum nýtt lív

Vit hava – tíbetur – ikki fyri neyðini at seyma burturúr gomlum, at reka upp gamlar troyggjubular, ella at tyggja grótharðar grindalykkjur og steinharðar seiðagreipur. Men, hóast tað mangan var av neyð at tey vóru sparin, so er hugburðurin hjá teimum gomlu kortini fyrimyndarligur! Tí oyðsl er ikki av tí góða. At blaka burtur nýggjar og góðar lutir, tað er og verður umhvørvisfíggindarligt!

Eg eri bangin fyri, at um vit ikki byrja umhvørvisvinarlag- og vernd okkara heima við hús, so fær umhvørvið trong kor. At enda eru tað jú ikki bara stjórnir og nýggjar lógir, ið broyta heimin, men tað er fyrst og fremst hugburðurin hjá einstøkum menniskjunum, ið kann broyta heimin – og tað er millum annað, at nýta teltini og soviposarnar aftur næsta ár. Tað er at rudda eftir sær, allastaðni har vit eru, eisini á tónleikastevnum, og aftaná ítróttarstevnur ella vikuskiftir í býnum!

Um fimti ár verður tað kanska aftur lívsneyðugt, at venda aftur til hugburðin hjá teimum gomlu, at goyma og at endurnýta, og at fáa sum allarfrægast burturúr. Hvør veit?

-

Føroyingar eru tíverri dømdir til at vera umhvørvissvín, tí allur flutningur til og úr Føroyum fer fram við osandi skipum ella flogførum. Vit eru ein siglandi fiskivinnutjóð og tað verður ikki ørvísi, uttan so at vit avfólka landið. At venda aftur til mastur og segl, verður helst trupult (um enn neyðugt) í okkara tíð.

Føroyingar eru tó í teirri hepnu støðu, at teir kunnu leggja alla ferðslu eftir vegnum um til el-orku, um viljin er til tess, tí avstandirnir eru so stuttir. Seinastu El-akførini koyra 500 km uppá eina løðing, og við tí kemur tú langt í Føroyum. Noreg er væl á veg, og tað er hóast alt eitt stórt (langt) land! Ella, sum bretar siga: “Where there is a will, there is a way!” Um viljin er til tess, ber alt til!

Við el-hita, el-akførum og vatn-, vind- og sjóvarfallsorku, kunnu vit soleiðis bøta eitt syndur fyri dálkingina á havinum og í luftini.

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð