Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðmerking til tað politiska: Sannleikin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  31.07.2019 - 10:26 Lesarabrøv Politikkur

Skulu vit blanda handilspolitikk og uttanríkispolitikk saman. Politiska kósin seinastu 12 arini á hesum økinum hevur verið púra greið ikki at blanda tingini saman. Harafturat hevur politiska skipanin verið stórtsæð samd um at hildi hetta kjaki burtur úr almenna rúminum.

At hendan kósin hevur givið vinnulívinum bestu korini og gjørt Føroyar ríkar peningaliga er eyðsæð. Útflutningsvinnan hevur tað í stóran mun strálandi og politisku flokkarnir hava einki ímóti at sóla sær í hitanum frá vinnuni.

Kjakið um uttanríkiskósina hevur í sera stóran mun veri avmarka til løgtingsins uttanlandsmálanevnd har fjølmiðlar og almenningurin onga atgongd hava.

Tó stakk nakað av kjaki seg upp í almenninginum tá ES og Føroyar bardust um makrel ríkidømi í Norður- eystur Atlantshavinum, men hvørjaferð man hevur frætt um ósemjur um uttanlandspolitikkin hava løgtingsfólk hildi seg frá at gera almennar viðmerkingar vísandi til tagnaðarskyldu hjá uttanlandsmálanevndini og fyri at verja ”áhugamálini hjá - føroysku tjóðini – hvørju tey so enn eru.

Hóast 20 ár eru liðin síðan fullveldissamráðingarnar endaðu eru øll skjøl frá hesum samráðingum framvegis hildin loynilig. Í bókini hjá Sjúrða Skaale ”2000” fekk almenningurin eitt líti, tó sera áhugavert innblik í hendan bannaða heimin, men tá hann fyri hetta varð skýrdur landasvíkjari eydnaðist tað eisini at kvala hetta kjaki.

Tá eg í morgun læs at Carl Jóhan Jensen í røðu fyri flokkstrúgvum tjóðveldisfólkum á Ólavsøku, pástóð at Tjóðveldi stóð fyri sjálvum “sannleikanum” og líkasum var verjan móti tí ljóta Mammon kundi eg ikki annað enn trekkja uppá smílubondini.

Vorið sum Ólavsøkuskemt!

Í hesum valskeiðinum hevur Tjóðveldi m.a. umsiti Fiskivinnumál og Heilsu- og Innlendismál, sum eg serliga havi havt stóran áhuga fyri. Seinast eg visti arbeiddi Høgni Hoydal við at skerja rættindini hjá fjølmiðlum til innlit, og Sirði Stenberg hevur í skjótt fýra ár nokta fjølmiðlum innlit í fólkaheilsuligu umsitinginga av umhvørvis árinunum frá alivinnuni. Enntá hava embætisfólkini hjá HIMR noktað at fylgt boðum frá løgtingssins umboðsmanni.

Løgtingsins Umboðsmaður hevur alment boða frá at hon fær ikki gjørt meira við tað málið.

Mánadagin var áhugavert kjak í Deadline DR  har nevnt var m.a. at Føroyar hava knítt seg uttanríkispolitiskt at Russlandi, Turkalandi  og Putin ímóti ES.

Sí meira her

https://www.facebook.com/DR2Deadline/videos/524487864756774/?eid=ARCvG7cR_49-AErDHpmlYQ4WUsUzz2jDFJRfwRaYBVAioFcoOIDP6qhfjKZgSlCbLzNZOqqJxGRlz1pW

 

Men í Føroyum er framvegis einki kjak um uttanlandspolitikkin  tí her standa politikarar saman  um at verja ”føroysku áhugamálini”.

 

Ein viðmerking til tað politiska

John William Joensen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…