Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Tað viktigasta í verðini...”

SKRIVAÐ: Hans Pauli Strøm  |  31.07.2019 - 22:35 Lesarabrøv Politikkur

“Tað viktigasta í verðini, tað er okkara heilsuverk”. Tað er í hvussu er hugsanin á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn – uttan at taka nakað frá øllum hinum, ið týdningarmikið er.

Var har  seinnu helvt av juli. Eitt vælsignað stað, við góðari og hjartaligari umsorgan og hjálp frá starvsfólkum, bestu umstøðum og tænastum, eins og við samskiftinum við sjúkrahúsini og við flutninginum, har mann skal tíðliga ella seint. Havi verið her áður, meir enn einaferð, og sami hjartagóði og professionelli stuðul.

Mann kennir seg tryggan og í góðum hondum. Her er altíð fult hús. Fólk koma og fara, summi fyri styttri og onnur fyri longri tíð. Her koma fólk, ið hava stríðst eitt langt arbeiðslív, fólk í bestu árum eins og foreldur við børnum. Hvør við síni søgu.

Í ríku sosialu  samveruni, ið útfoldar seg í matstovuni og felagsrúmunum innan og uttan dura er nógv prát. Gjøgnum alt stórt og smátt gongur ein reyður tráður: takksemi fyri okkara heilsuverk, tí tað er tað viktigasta av øllum. Mangan verður tikið til, at fyri alt hetta gjaldi eg mín skatt við gleði – og gjarna nakrar krónur aftrat, verður tað neyðugt!

Havi hetta í huga, góðu fólk og flokkar, ið nú fara í valstríð.  Smæðist ikki við at geva okkara heilsuverki tað upplyfting, ið skal til, skulu vit vera á sama støði sum í grannalondunum. Okkara bestu fakfólk siga, at umframt alla ta stóru orku, vit leggja í heilsuverkið longu í dag, skulu út móti tveyhundrað miljónum aftrat. Hvør ið so kemur at ráða næsta fýra árini, semjist so um at taka eitt stig hvørt árið fram móti hesum máli. Gott at vit hava Ríkissjúkrahúsið at dúva uppá. Best um tað bara verður í neyðstøðum, og vit kunnu klára tað mesta heima.

Hava vit ráð? Øll fáa vit brúk fyri heilsuverkinum meir og minni tíðugt. Men vit hava goldið i felagskassan alt okkara fríska lív, m.a. til hetta endamálið. Og tey flestu okkara kunnu tíbetur fáa lekidóm og arbeiðsførleikan aftur, takkað verið heilsuverkinum – so tað lønar seg!

Gott val 

 

Hans Pauli Strøm

Lýsing
Seinastu tíðindini
Barnaheim Nólsoyar Páls
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Framsýning av jóla­borðum
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum
Kondittarí Marietta: Fyrsti lærlingu­rin…
Jólatræið í SVÍNOY
Sámal Toftanes í Gallarí Havnará
Løgtingið sett fiski­veiðiavtaluna frá 19…
Klaksvík­ingur til Skála
- Óalmindiliga gott at vaksa upp á Stong…
Solo Deo Gloria veitir jólahjálp í Norðo…