Tey kristnu virðini koma altíð at vera ein góður verjugarður ímóti øllum sløgum av álopum
Hvat hevur gjørt okkara land so gott og trygt at liva og búleikast í? Er tað ikki tey sunnu og góðu kristnu grundvirðini og tryggu karmarnir, sum vit hava arvað frá teimum, ið undan okkum hava bygt hetta samfelag, har eginleikar sum trúfesti, hjálpsemi, ídni, arbeiðssemi, virðing fyri lívi og deyða, lýdni, takksemi, samstarv, loyalitetur, undirgivni, fyrigeving, fráhald o.s.fr. vóru høgt í metum? Skulu vit ikki halda fast um hesar grundarsteinar?
Seinnu árini hava vit verið vitni til, at teir vinstravendu og liberalistisku flokkarnir hava tikið sær patent uppá at eiga tey bestu og hægstu etisku virðini, men veruleikin er als ikki so einfaldur.
Vit hava øll hoyrt herróp teirra óteljandi ferðir. Eitt nú at menniskja skal ráða yvir egnum kroppi, men sama verja verður ikki givin tí ófødda barninum, at sølan av rúsdrekka skal gerast frí, hóast granskingar vísa, at jú fríari atgongdin til rúsdrekka er, jú meir fara fólk at drekka, at menniskja skal hava rætt at skifta kyn, men hjúnabandið millum mann og kvinnu, so sum Skaparin setti tað á stovn at vera, fær heldur onga verju.
Vit minnast, hvussu langt hendan landsstýrissamgongan fór fyri at trýsta grundleggjandi hjúnabandsbroytingar ígjøgnum, hóast aðrir lóggávumøguleikar fyrilógu, og hóast tað enntá fekk avleiðingar inn um kirkjugátt og varð gjørt ímóti vilja kirkjunnar, sum harvið noyddist at gevast við at signa hjún í kirkjuni.
Undir hesum og øðrum herrópum siga hesir sosialistisku og liberalistisku flokkar seg vilja “nútímansgera” tað føroyska samfelagið, so tað verður meira “rúmligt” og “frælst” at liva í, og teir taka sær í hesum sambandi enntá æruna av fólkavøkstri í Føroyum. Hvat man teirra næsta stig vera á hesum eymu og grundleggjandi økjum?
Men hesir flokkar og rørslur tykjast gloyma – ella er tað tilvitað? – at upplýsa fyri føroyska veljaranum, at teirra herróp í stóran mun eru í stríð við og eru ein uppreistur ímóti teimum grundreglum, sum hava bygt og ment hetta fantastiska føroyska samfelag til eitt so gott og trygt land at búgva, liva og mennast í.
Frælsi uttan mørk og ábyrgd verður at enda einki frælsi
Sanniliga eru kærleiki, tolsemi o.s.fr. fullkomuliga grundleggjandi partar av kristnu virðunum – púra vist – og eingin rørsla ella rák eigur patent uppá hesar fantastisku eginleikar fram um onnur.
Men tað, sum liberalistarnir tykjast gloyma, er at kristnu virðini eisini fevna um annað og meir enn tey sera nógv brúktu slagorðini um “rúmligheit” og “tolsemi”, sum tey dúgliga brúka og blanda saman við slagorðum sum “stoltleiki” og “frælsi”.
Víst skulu vit verja frælsi hins einstaka, men frælsi er altíð við ábyrgd. Frælsi uttan mørk og ábyrgd verður at enda einki frælsi, tí markloysi og ábyrgdarloysi undirgrava frælsi, og ístaðin heysta vit óskil og anarki.
Soleiðis er liberalisman. Tað ljóðar so gott og tilforlátiligt, at alt er loyvt, og frælsið er markleyst, men tað endar við óskili og ófrælsi.
Kristni siðaarvur okkara fevnir nevniliga eisini um nøkur sera týðandi mørk og eginleikar, sum hava verið við til at vart, bygt, ment og varðveitt hetta fantastiska føroyska samfelag, sum vit hava fingið frá okkara forfedrum.
Tað er neyvan so væl umtókt í dag at taka fram orð og eginleikar sum trúfesti, hjálpsemi, ídni, arbeiðssemi, virðing fyri lívi og deyða, lýdni, takksemi, samstarv, loyalitet, undirgivni, fyrigeving, fráhald o.s.fr., men fyri tann skuld eru hesi týðandi grundarsteinar í kristnu virðunum.
Latið okkum tora at velja og verja tey kristnu virðini
Verða vit føroyingar minni rúmligir av eisini at taka hendan partin av kristna siðaarvi okkara við okkum? Verða vit minni skapandi ella íverksetar av tí? Nei, so avgjørt ikki. Søgan staðfestir júst tað øvugta.
Man meirilutin av Føroya fólki veruliga halda, at tað er best fyri ein føroyskan unglinga bara at verða lærdur at “gera sum hann vil”, tí “alt er loyvt”, og “if it feels good, do it”?
Ella er tað ikki framvegis so her á landi, at tey flestu okkara ynskja at byggja á tey kristnu grundvirðini, har uppvaksandi ættarliðið verður eggjað og uppmuntrað at fylgja og liva sínar dreymar, men samstundis at vísa virðing fyri teimum sunnu og tryggu mørkum og karmum, sum okkara kristnu virðir byggja á?
Fólkaflokkurin er frælslyntur flokkur, sum framhaldandi vil verja tey kristnu virðini, tí fremsta fortreyt fyri tí frælsa, góða og trygga samfelagnum er sunn virðir og karmar, og her koma tey kristnu virðini altíð at vera ein góður verjugarður ímóti øllum sløgum av álopum.
Eisini á hesum øki vil eg ógvuliga fegin brúka mínar royndir og orku til at verja hesi virði lands okkara og á henda hátt hjálpa og gera mun fyri samfelag, familjur og hvønn einstakan av okkum føroyingum.
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin