Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lyklaleikarar eru ivasamir til toppdystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.08.2019 - 20:56 Ítrottur Tíðindi

Bæði hjá KÍ og Víkingi eru ivamál um lyklaleikarar, ið dragast við skaðar.

Fríggjakvøldið kl. 18.15 spæla KÍ og Víkingur toppdyst í Klaksvík. Eitt leikbann er til dystin og tað er Deni Pavlovic hjá KÍ, sum situr yvir sín næsta av seks dystum.

Hjá báðum liðum er ivamál um sera týðandi leikarar. Hjá KÍ fekk Simen Sandmæl brádliga rygg-trupulleikar og var als ikki í hópinum móti ÍF. Hann vandi ikki í kvøld, og tí er ivasamt, um hann verður við fríggjakvøldið. Hjá Víkingi fór Sølvi Vatnhamar út við skaða í fótinum móti NSÍ. Sum skilst er møguleiki fyri, at hann verður klárur til dystin, men tað er ikki vist.

Hjá KÍ er eisini fleiri skaðar hjá leikarum, ið ikki hava spælt nakað nevnivert síðstu vikurnar. Meinhardt P. Joensen, Óli Ey. Poulsen, Ólavur Niclassen, Magnus Stamnestrø, Darius Lewis og Torbjørn Grytten eru allir skaddir í løtuni, og tað er ivasamt, um nakar av teimum verður klárur til fríggjakvøldið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri