Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heini Hátún stillar upp fyri Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  07.08.2019 - 09:48 Politikkur Tíðindaskriv

Vit eiga leiðslurættin í okkara egna, heilt serstaka landi. Eg vil stríðast fyri, at vit taka fulla ábyrgd av hesum rætti. Við fullari ábyrgd fylgir virðing frá øðrum tjóðum, og við fullari ábyrgd skapast í okkum sjálvum ein motivatión og eitt álvarsemi, sum er neyðugt fyri at stíga fram sum fullborið land, sigur Heini Hátún, sum stillar upp fyri Tjóðveldi.

Eg havi á lívsleiðini lært, ikki minst úr ítróttarhøpi, at tað er ikki nóg mikið at seta sær høg mál. Tað skal til, men eins týdningarmikið er at vera til staðar í verkinum, at leggja lív og sál í hvørt áratak. Vit mugu sum tjóð gera okkum ómak í hvørjum verki, vit fara í holt við. Ikki fleiri byggigølur við órealistiskum ætlanum og tilvildarligari stýring.

Almenna fyrisitingin má gerast dugnaligari til at tryggja góðsku og kostnað, so virðiligheit verður innbygd í avrikini. Vit mugu ansa eftir óneyðugari bureakratisering og miðsavnan av valdi í fyrisitingini, sigur Heini Hátún og vísir á, at vit skulu skipa okkum við støði í tí okkara samfelag hevur tørv á, og skapa álit millum økini í landinum, so allir partar fáa sítt. Vit kunnu ikki vera gott stev fyri uttan í okkara lítla samfelag.

Føroyskt tilfeingi hevur mín stóra áhuga, og aling hevur verið mítt starvsøki bæði sum ungur og seinni í lívinum. Eg fegnist um góðu gongdina í alivinnuni, men síggi, at vit, Føroya fólk, sum eiga hesar fantastisku aliumstøðurnar, mugu taka langsiktaðar avgerðir. Hvussu skal alivinnan síggja út um 20 ár? 50 ár? Og hvussu skal stóra ríkidømið haðani koma landi og fólki til góðar? Ynskiligt er, at vit fáa fleiri alifyritøkur, og at vit tora at taka rættvísa leigu fyri aliøkini, sigur Heini Hátún.

Tað kravdi umhugsan, tá heitt var á meg um at stilla upp. Men eg kom til tað, sum pápi mín plagdi at siga, tá hann føldi seg í rætta elementinum saman við røttu fólkunum. “Hetta er løtan!” Saman við hinum í Tjóðveldi fari eg til arbeiðis. Mítt skal ikki liggja eftir. Gott val! - Heini Hátún

Heini Hátún er 48 ára gamal og hevur vinnuvenda útbúgving úr Skotlandi og London School of Economics við denti á búskap, leiðslu, samskiftistøkni og projektleiðslu. Starvast sum projektleiðari hjá Talgildu Føroyum.

 

Tjóðveldi

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar í valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…