Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Grøna kósin skal eggjast - ikki revsast

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins.  |  07.08.2019 - 11:03 Politikkur Tíðindaskriv

Tá borgarar í okkara landi seta búgv, og skulu velja sær eina loysn til at hita húsini, meti eg sjálvur, at fólk fyrst og fremst hugsa um sín egna peningapung, áðrenn tey hugsa um umhvørvið; somuleiðis tá tey keypa sær ein bil, men tá eisini í hvønn mun bilurin passar til teirra brúk. Spurningurin er so, hvussu vit fáa fólk at velja tær grønu loysnirnar? - Vit eggja tey til tað!

Gev fólkið gularotina 

Tá kjakið hevur snúð seg um veðurlagsbroytingar og grøna orku hevur oftani verið á lofti, at vit mugu seta átøk í verk, soleiðis at vit fáa fólk at vera meir grøn. Sum oftast eru átøkini tey, at fleiri avgjøld skulu leggjast á tær “svørtu” orkukeldurnar, og at tær við tíðini skulu bannast.

Er hetta rætt? Skulu vit ikki, heldur enn at geva fólkið pískin, geva teimum gularótina? Heldur enn at seta avgjøld á – sum í roynd og veru bert er ein eykaskattur – kunnu vit heldur gera tær grønu loysnirnar MVG-fríar. Hetta fær fólk at velja umhvørvisvinarligu loysnirnar, tí tey spara pening. Har hava tey gularótina.

Avgjøld og bann raka mest ein part av samfelagnum – tey veikastu. Tað eru tey, ið fara at svíða mest av avgjøldunum á olju og ferðaseðlum, banni av bilum og oljufýrum. Tað er ikki vegurin at fara.

 

Vinnan er hornasteinurin - eisini undir grønu kósini 

Um vit skulu røkka einum máli um grønari Føroyar er av alstórum týdningi, at vinnan er ein viðleikari í tilgongdini. Tískil er tað týdningarmikið, at vit geva vinnuni teir bestu karmarnar at endurnýggja seg í. Hyggja vit eitt nú at grannalondum okkara sæst, at tey hava skip, ið eru farin yvir til grønari loysnir. Latið hetta eggja okkara vinnu at gera tað sama, og til tess at gera hetta, mugu vit fara burtur frá teimum ótryggu kørmunum, ið fiskivinnan hevur í dag – til frama fyri vinnu og umhvørvi.

Eg ynski ikki, at rokningin fyri einar grønar Føroyar verður send til tín. Hinvegin skal vinnan og borgarar eggjast við MVG-frítøkum og øðrum átøkum til frama fyri einar grønari Føroyar. Tað ynski eg at arbeiða fyri, um eg fái títt álit á Føroya Løgtingið.

 

Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins.

Lýsing
Seinastu tíðindini
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
FM verður avgjørt í morgin!
Vit mugu víðari!
KÍ vann greiðan sigur í stórsteypadystin…
Ger tað møguligt hjá ungum at keypa sítt…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Stjørnan tekur ímóti VÍF í morgin
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Lýsing