Lýsing
Lýsing
Lýsing

Silvaland á Summar Festivalinum bjóðar spennandi skrá

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.08.2019 - 11:20 Mentan Tíðindi

Summarfestivalurin ger nógv burturúr, at familjan og smáu gestirnir fáa eina góða festivaluppliving. Eins og undanfarin ár verða KÍ-høllin og Badmintonhøllin karmur um stórt og hugtakandi Silvaland.

Talan er um ein innandura frístað til børnini, har øll kunnu hugna sær, hava tað stuttligt, síggja tað mest ótrúliga og hoyra søgur, sangir og tónleik. Allar upplivingar eru sjálvandi í barnahædd. Møguleiki er at vitja teknikrókin, heilsa uppá Silva, og sum nakað nýtt og serligt verður ein risastórur dinosaurur at síggja. Eisini er spæliøki við ballónrúmi, boing bóltum, hoppiborgum og trampolinum á staðnum.

Uttanfyri hallirnar eru fitt føroysk ross, sum børnini kunnu royna. Og ikki at gloyma ta spennandi føroysku víkingabygdina, har tað er nógv stuttligt at læra, síggja og uppliva.

Í Silvalandinum ber til at seta seg niður og keypa sær okkurt at eta og drekka. Somuleiðis er eitt øki til pinkubørn og skiftimøguleikar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…