Lýsing
Lýsing
Lýsing

2.000 kr. meir um mánaðin til hvønn pensiónist – Samhaldsfasta skattafrían

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen  |  08.08.2019 - 12:59 Lesarabrøv Politikkur

Fái eg møguleikan, fari eg í komandi valskeiði at arbeiða hart fyri, at útgjaldið úr Samhaldsfasta til fólkapensiónistar verður gjørt skattafrítt. Hetta vil geva hvørjum fólkapensiónisti umleið 2.000 kr. meir um mánaðin at liva fyri. Tað hevur hvør tann einasti pensionistur uppiborið

Í farna valskeiði løgdu umboð fyri Fólkaflokkin á løgtingi fram uppskot um at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt, men hetta varð tíverri niðurstemmað av landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Nú tað nærkast løgtingsvali, eru hesir somu flokkar raskir at skriva og tala um eitt javnari samfelag fyri øll, men tíverri siga tey ikki allan sannleikan. Millum annað kann nevnast, at talið av persónum í fátækraváða er økt undir hesi samgonguni, úr 5130 borgarar í 2015 og upp í 5182 borgarar í 2017, sum er serinasta uppgerðin, sum fyriliggur. Hetta er tað hægsta nakrantíð.

Ein annar samfelagsbólkur, sum hevur tað alt annað enn lætt, eru okkara eldru borgarar, sum hava slóðað fyri okkum og givið okkum hetta góða vælferðarsamfelag. Sjálvandi skulu vit løna hesum fólkum aftur við at tryggja teimum virðilig og sømilig kor.

Hendan landsstýrissamgongan hevur broytt pensjónsviðurskiftini við at minka fólkapensjónina og samstundis at økja útgjaldið úr Samhaldsfasta. Men av tí at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattað, kemur henda broyting bert lutvíst okkara eldru tilgóðar, tí ein partur fer aftur til tað almenna sum skattur.

Hetta gevur als onga meining og er eisini órættvíst, tí tað, sum okkara eldru borgarar hava goldið inn í Samhaldsfasta, var longu skattað einaferð tá, og tí er tað burturvið at skatta útgjaldið úr sama grunni einaferð afturat.

Høvdu hesir somu landsstýris- og løgtingsfólk fyri nøkrum fáum mánaðum síðan havt viljan til at gera nakað so ítøkiligt sum at gera Samhaldsfasta skattafrían, so hevði henda støða verið ein onnur í dag. Tað er nú einaferð so, at orð nytta lítið, tá ein ikki megnar at seta gerðir aftan fyri tað, sum ein lovar.

2.000 kr. meir um mánaðin til hvønn pensiónist. Tað er tað, sum hevði verið úrslitið, um Fólkaflokkurin fekk undirtøku fyri at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt, men hetta varð tíverri niðurstemmað av landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Fái eg møguleikan, fari eg í komandi valskeiði at arbeiða hart fyri, at útgjaldið úr Samhaldsfasta til fólkapensiónistar verður gjørt skattafrítt. Hetta vil geva hvørjum fólkapensiónisti umleið 2.000 kr. meir um mánaðin at liva fyri.

 

Eg vil fegin – eisini gera mun og hjálpa pensiónistum

 

Jákup Mikkelsen,

Løgtingsmaður og løgtingsvalevni fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ
Etika í Biskupstorg
Nýggjur áleypari til venjing
KÍ missir helst fýra leikarar
Anfinn Í Toft á støð
Morgunmatarborðið veit
Hví eitur býurin Oslo?
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…